Meiningahornið – Er rætt við uppsjóvarvirki í Fuglafirði?

Verður nóg mikið av rávøru til trý uppsjóvarvirki í framtíðíni? (Mynd Vagnur)

Verður nóg mikið av rávøru til trý uppsjóvarvirki í framtíðíni? (Mynd Vagnur)

Tá eg hoyrdi í fjølmiðlunum, at fuglfirðingar fyrireika nýtt uppsjóvarvirki, so munnu vera nógv fólk, sum spyrja, um rætt er við triðja uppsjóvarvirkinum í Føroyum. Hetta, tí alt er so ivasamt við markelfiskiskapinum, tí strandalondini kunnu ikki semjast um makrelbýtið, og EU tí hevur sett handilsforðingar í verk ímóti Føroyum. Besta hugskotið má vera at bíða við nýggja virkinum, til makrelmálið er endaliga avgreitt, og føroyingar vita, hvussu nógvan makrel føroyingar í framtíðin fáa í sin part. Skulu vit uppliva flakavinnuna enn einaferð, har fleiri virki standa óvirkin vegna trot á rávøru, tí ov lítið av fiski fæst undan Føroyum?

Eg hoyrdi áhugavert prát í útvarpinum, har leiðari á flakavirki í Eysturoynni, sum arbeiddi upsa, segði, at virkið fekk ov lítið av rávøru. Tá kom eg at hugsa aftur í tíðina, tá ið flakavirki var á hvørjum tanga í Føroyum, sjálvt um menn vistu, at nóg mikið av rávøru var ikki til øll virkini. Ì dag standa nógv flakavirki tóm vegna vantandi rávøru, og stóra fyritøkan Fiskavirking er bara eitt dømi. Flakavirki var á Eiði og í Haldarsvík, á Sandi og í Skopun, á Tvøroyri, í Hvalba og í Vági bara at nevna nøkur dømi.

Ì løtuni gongur væl í uppsjóvarvinnuni, og virkið á Tvøroyri er sólskinssøga. Stórt uppsjóvarvirki er eisini í Kollafirði, og nú fyrireika fuglfirðingar nýtt uppsjóvarvikið. Føroyingar hava ásett sett egnu makrelkvotu 150.000 tons, men vit kunnu vera vís í, at samráðingar við hini strandalondini náa ikki hesi 150.000 tonsini, tá ið samráðingarnar einaferð eru loknar. Eisini hevur makrelurin stert og kann flyta seg úr føroyska økinum eins og sildin á sinni gjørdi norðanfyri.

Tí hevði verið best at bíða eina tíð við nýggja uppsjóvarvirkinum í Fuglafirði, til vit síggja, hvussu makrelsamráðingarnar hótta sær, og vit vita, um makrelurin verður verandi við Føroyar. Hví gera eins og gjørt var í flakavinnuni, har fleiri virki máttu lata aftur vegna ov lítla rávøru. Ikki havi eg hoyrt eitt orð frá politikarum um triðja uppsjóvarvirki. Tað hevur óivað sína orsøk: (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *