Nógv kjak er bæði í Føroyum og í øðrum londum, nær børn skulu í skúla. Í Føroyum eru flestu børn farin í skúla sum sjey ára gomul, men nú eru røddir frammi, at føroysk børn skulu í skúla sum seks ára gomul. Hetta í kjalavørrinum av heldur vánaligari pisakanning. Eftir mínum tykki er skeivt, at børn fara í skúla seks ára gomul. Eg havi sjálvur sæð og fylgt við, hvussu nógv eitt seks ára gamalt barn mennist seinasta árið í barnagarðinum. Tað kann gerast oyðileggjandi fyri nógv børn, um tey fara ov tíðliga í skúla, tí tey eru slett ikki búgvin til tess.
Eg arbeiddi sum lærari í mansaldur og fylgdi flokkum líka frá fyrsta flokki til og við tíggjunda flokk. Eisini fylgi eg abbabørnunum, nú tey eru farin í skúla. Minnist eina grein, eg las í danska skúlablaðnum Folkeskolen fyri nógvum árum síðani. Har var sagt, at fýra ár kunnu vera á muni á búningarstigi hjá børnum í einum fyrsta flokki. Øll børnini vóru um sjey ára aldur, men tann besta gentan kundi vera búgvin sum ein níggju ára gomul genta, meðan mangan onkur drongur var búgvin sum ein fimm ára gamal drongur. Hetta javnar seg tíbetur, sum árini ganga.
Havi ein abbason, sum gongur í fyrsta flokki. Hann klárar seg væl, dugir væl at lesa eftir aldrinum og eisini at rokni. Mangan havi eg hugsað um, hvussu hevði gingist dronginum, um hann fór í skúla sum seks ára gamal. Heilt vist ikki líka gott, tí hann var slett ikki búgvin at fara í skúla sum seks ára gamal. Serliga fylgdi eg væl við, hvussu nógv hann búnaðist seinasta árið í barnagarðinum.
Seinasta árið í barnagarðinum var mennandi, har tey spældu nógv úti, gjørdu nógvar kropsvenjingar og annars nógv kreativt arbeiði innandura. Sluppu at vera frí børn. Eg eri 100% vísir í frá mínum royndum, at okkara børn ikki skulu í skúla sum seks ára gomul. Tað nyttar ikki at seta børn á skúlabonk, um tey ikki er búgvin at taka ímóti innlæringini. Sjálvandi kunnu summi børn fara í skúla sum seks ára gomul, men hesi børnini missa einki, um tey bíða eitt ár eftir hinum, sum ikki er nóg búgvin at fara í skúla.
At vit ikki standa okkum nóg væl í pisakanningini má ikki tvinnast saman við at fara fyrr í skúla. Skulu vit broyta úrslitini í pisakanningini, skal kikarin vendast í aðra ætt. Tað er so nógv í skúlaverkinum, sum kann broytast til tað betra. Seinastu tíðina eg arbeiddi sum lærari vóru nógvar sparingar, og serliga fingu børn við serligum tørvi alt ov lítla hjálp.
Eg haldi, at nógv av fólkunum, sum úttala seg um skúlagongdina hjá hesum børnum vita slett ikki, hvat tey tosa um. Eg vil venda tí við og siga, at børnini, sum fara í skúla sum seks ára gomul missa meira, enn tey sum fara í skúla sum sjey ára gomul. (Vagnur)
