Tíðin er búgvin at byggja hóskiligt nýtímans flakavirki í Havn

Hugaligt at síggja Eysturbúgvan og Vesturbúgvan landa í Havn. (Mynd Vagnur)

Hugaligt at síggja Eysturbúgvan og Vesturbúgvan landa í Havn. (Mynd Vagnur)

Tá ið eg seinasta fríggjamorgun spákaði á Vestaru Bryggju og eygleiddi, meðan Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landaðu fyri tað mesta upsa, hugsaði eg, hví fiskurin ikki verður skorin og frystur á staðnum heldur enn at vera koyrdir í stórum trailarum kring landið. Útreiðslurnar gerast minni, tí nógva koyringin kostar. Røddir hava verið frammi at endurstovna flakavirkið hjá Fiskavirking, men prátið er tagnað fyri langari tíð síðani. Tað var tann tíð, tá ið 15.000 tons av fiski kom upp á land í Havn.

Myndin broytir seg altíð, tá ið tú kemur oman á Vestaru Bryggju. Nógv virksemið var á bryggjuni, tí Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landaðu, og nógvir stórir trailarar stóðu og bíðaðu eftir last, meðan Absalon arbeiðsformaður peikaði í allar ættir. Skjótt gekk at landa bátarnar, tí fiskurin kemur í land í stórum kørum. Nøkur kør fara beinleiðis í stóru bilarnar, meðan fiskur eisini verður skyldur eftir stødd í maskinu á virkinum.

Nógv skip eru til umvæling á skipasmiðjuni. (Mynd Vagnur)

Nógv skip eru til umvæling á skipasmiðjuni. Vestmenningur og Næraberg liggja har við bryggju. (Mynd Vagnur)

Á skipasmiðjuni var eisini nógv at gera. Á beding stóðu línubáturin Kvikk, trolarin Sjúrðarberg úr Klaksvík og sandbáturin Tinganes. Næraberg lá við bryggju og onnur skip við, og nógvir smiðir gingu millum bryggju og skip. Við vónina lá eisini trolarin Rókur og fekk nýtt trol hála umborð. Hetta var sum í gomlum døgum. Landingarmiðstøðin førir eisini til, at virksemið á ísvirkinum er økt. Men tað er, sum vit eitt flakavirki vantar á Vestaru Bryggju.

Línubáturin Kvikk og trolarin Sjúrðarberg úr Klaksvík. (Mynd Vagnur)

Línubáturin Kvikk og trolarin Sjúrðarberg úr Klaksvík. (Mynd Vagnur)

Tað sigst, at umstøðurnar í gamla flakavirkinum ikki eru nóg góðar, tí millum annað er frystaríið á aðru hædd í bygninginum, og tí skal fiskavørurnar flytast ov nógv bæði tá ið fiskavøran skal frystast og avskipast. Meðan eg stóð og eygleiddin, meðan teir landaðu Eysturbúgvan og Vesturbúgvan, hugsaði um, hví mann ikki byggir hóskiligt flakavirkið á økinum sunnanfyri gomlu saltsøluna. Eitt virki í einari hædd. Laga manni mátti verið at sett at stovn nýtt virki, tí nú er landingarmiðstøðin komin, og sum eg skilti á monnum, so eru skipsmanningarnar ógvuliga væl nøgdar við umstøðurnar at landa á Vesturu Bryggju.

Trolarin Rókur fær nýtt trol frá Vónini. (Mynd Vagnur)

Trolarin Rókur fær nýtt trol frá Vónini. (Mynd Vagnur)

Stórar umvælingar mugu gerast, um gamla virkið skal nýtast aftur. Og hvussu við flakamaskinunum, sum hava staðið stillar so leingi? Tað hoyrdist tá, at landingarmiðstøðin var bara fyrstu fetini á leiðini. Havnar arbeiðsmannafelag og Tórshavnar kommuna vóru nevnd, tá ið prátað varð um at fáa gongd á aftur fiskaarbeiði í Havn. Kanska fer einaferð seinni at spyrjast nakað burtur úr hesi ætlan. (Vagnur)

Nógvir stórir trailarin vóru á bryggjuni henda dagin. (Mynd Vagnur)

Nógvir stórir trailarst vóru á bryggjuni henda dagin. (Mynd Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *