Vit syrgja øll systkinabarnið Minnu Dahl Michelsen

Minna avmyndað saman við systkinabørnunum júst ein mánað, áðrenn hon bleiv burtur. Frá vinstru: Hans Jákup, Vagnur, Minna, Chirstin, Leivur og Torbjørn.

Minna avmyndað saman við okkum systkinabørnum júst ein mánað, áðrenn Minna bleiv burtur. Frá vinstru: Hans Jákup, Vagnur, Minna, Chirstin, Leivur og Torbjørn.

Í juni mánaði í fjør, júst ein mánað áðrenn tey fóru at leita eftir Minnu, vitjaðu Minna og tveir pedagogar í Føroyum í knappa viku, og tá varð myndin omanfyri tikin. Minna gleddi seg altíð at sleppa til Føroya at vitja pápa sín, Vagn Erik, sum býr á Tjarnargarði, og so legði hon eisini stóran dent á at hitta systkinabørnini. Tí skipaði beiggi mín Hans Jákup og konan Gunhild hvørja ferð fyri hugnaløtu, har vit onnur møttust at hitta Minnu og pedagogarnar. Minna hevur frá barnsbeini verið so ótrúliga ættarkær, og vit hava altíð merkt, at systkinabørnini høvdu nógv at týða fyri hana. Hon ringdi eisini javnan til okkara í Føroyum. Hetta junikvøldið var lagið gott, har vórðu tiknar myndir og prátað, og Minna var í góðum hýri. Vit syrgja øll systkinabarnið Minnu, tað er so ófatuligt, at Minna er farin. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *