Úr myndasavninum – Stór tøkk til Birgar Johannessen

Frá 1883 til 1898 helt Svane Apotek til í húsinum vinstumegin. Skeltið sæst. (Mynd Fornminnissavnið.

Frá 1883 til 1898 helt Svane Apotek til í húsinum vinstumegin. Skeltið sæst. (Mynd Fornminnissavnið).

Vit kunnu ikki takka Birgari Johannessen nóg nógv, tá ið vit hugsa um, hvussu stóra orku og ár hann hevur brúkt at savna gamalt tilfar um Havnina. Birgar er savnari, og vit minnist nógvu framsýningarnar, sum Birgar skipaði fyri í SMS við gomlum myndum, amboðum og lutum. Stóra valaverkið hjá Birgari eru bindini “Havnin – fólk og yrki, har Birgar hevur verið í hvørjum króki í Havn og leita eftir gomlum myndum, práta við fólk og siti á Landsbókasavninum og hugt í gomul skjøl. Bøkurnar eru dýrgripir. Birgar hevur eisini givið út bøkurnar “Havnarmyndir – fyrr og nú” og bøkurnar “Tórshavn”.

Birgar Johannessen hevur gjørt ótrúligt arbeiði, sum ikki kann virðismetast nóg høgt.

Birgar Johannessen hevur gjørt ótrúligt arbeiði, sum ikki kann virðismetast nóg høgt.

Mangan havi eg tosað við Birgar um tilfarið í bókunum og havi eisini spurt hann, nær næsta bindið “Havnin – fólk og yrki” kemur út. Birgar sigur mær, at tað er kostnaðarmikið at geva út slíkar bøkur, og í løtuni eru stundirnar ikki stóra arbeiðið, tí konan er sjúk, og tey eru ofta í Danmark, har konan er til viðgerðar. Fyrsta bindið fevnur um árini 1900 til 1939 og seinna bindið frá 1940 til 1969. Birgar hevur givið mær loyvi at brúka tilfar úr bókini. Hetta havi eg áhuga í av og á, tí altíð kann leggjast okkurt at aftrat tilfarinum.

Herfyri las eg í bókini “Havnin – fólk og yrki” um fyrsta apotekið í Føroyum, sum læt upp 6. mai 1883. Hetta var deild hjá tí danska Svane Apotekinum hjá Alfred Benzon. Í 1898 gerst Apotekið føroyskt við Olafi Finsen sum sjálvstøguður apotekari. Í 1913 verður nýggj apoteklóg samtykt í danska ríkisdegnum, og 29. apríl sama ár kemur sama lógin í gildi í Føroyum. Johannes Djurhuus stovnaði í 1910 Tjaldurs Apotek, og tá ið nýggja apoteklóg kom í gildi, mátti Olaf Finsen gevast við apotekvirkseminum, og Johannes Djurhuus fær kongliga tilnevning sum apotekari.

Apotekið helt til í Gongini, men hølini vóru ikki tíðarhóskandi. Johannsen Djurhuus doyr í 1933, og nýggi apotekarin danin Johannsen Aage Juul tekur stig til at byggja nýtt á apotek á Áarvegnum. Ì 1936 stóð apotekið á Áarvegnum liðugt, og 1. desember sama árið flytir alt virksemið úr Gongini niðan í nýggja bygningin. Apotekið stendur har enn, men nú verður bygningurin brúktur til politiskt virksemi. Nýggjur apotekbygningur varð bygdur á Trapputrøðni við SMS, har Tjaldurs Apotek heldur til. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *