Nýggi Sildberin fer at bøta um skúvoyarsiglingina

Hóast tjúgu ára gamal sýnist nýggi Sildberin at vera góður bátur. (Mynd Vagnur)

Hóast tjúgu ára gamal sýnist nýggi Sildberin at vera góður bátur. (Mynd Vagnur)

Fríggjamorgunin fór eg oman á Vestaru Bryggju at hyggja at nýggja bátinum, sum skal koma í staðin fyri núverandi Sildberan, sum í 1979 varð bygdur á Tvøroyri. Sagt verður um Sildberan, sum siglir millum Skúvoy og Sand, at hann rullar sjálvt í dýrdarverðri og er ikki tíðarhóskandi longur. Báturin tekur ov fá ferðafólk og ov lítið av farmi. Tað tók sína tíð at finna nýggja/gamla Sildberan við Vestaru Bryggju, tí so nógv stór fiskiskip lógu við bryggju. Mær dámdi væl nýggja Sildberan, sum er bygdur í 1994. Læs resten →

Elsti partur av søgu Neistans byrjar í miðbýnum

ælælælæl

Ì skúlagarðinum spældi ungdómurin hondbólt í 1920-árunum. (Mynd Vagnur)

Í ítróttatíðindum frá 1956 sigur fyrsti formaður Neistans, Andreas Mouritsen, at áhugin fyri hondbólt í Føroyum stavar óivað frá, tá KFUM í Keypmannahavn í 1925 vitjaði í Føroyum við einum fótbóltsliði. Donsku fótbóltsspælararnir spældu eisini til stuttleika hondbólt í skúlagarðinum á Vaglinum. Helst hevur føroyski ungdómurin tá tikið hondbóltsspælið til sín, tí áðrenn Neistin varð stovnað 21. mars 1931, minnast elstu neistakonur, tá tær sum smágentur sóu føroyingar spæla hondbólt í skúlagarðinum. Eftir stovnanina 21. mars 1931 varð farið í Gundadal at spæla hondbólt í horni á fótbóltsvøllinum. Læs resten →

Meiningahornið – Óli Breckmann situr báðumegin borðið í Rás2

Rás2 má læra Óla at vera vertur í útvarpssending. (Mynd Vagnur)

Rás2 má læra Óla at vera vertur í útvarpssending. (Mynd Vagnur)

Mikukvøldið kom eg at hoyra part av kjaksending í Rás2, har Óli Breckmann var vertur, og gestirnir vóru Jón Brian Hvidtfeldt frá Miðlahúsinum, Sveinur Tróndarson frá Portalinum og løgfrøðingurin Christian Andreasen. Óli er gomul “rotta” í blaðheiminum sum blaðstjóri á Dagblaðnum, hann er royndur landspolitikari og fólkatingslimur, og hann dugur væl at práta og málbera seg. Men sum vertur í Rás2 hevur Óli heilt misskilt sína uppgávu. Òli brennur inni við so nógvum, hann vil út við, at hann fer í sín gamla “hugaheim” og gloymir, at hann er vertur í sendingini. Læs resten →

Meiningahornið – Líkarættur má vera á eldraøkinum

Tingið má syrgja fyri, at tey eldru fáa somu tænastu kring landið. (Mynd Vagnur)

Tingið má syrgja fyri, at tey eldru fáa somu tænastu kring landið. (Mynd Vagnur)

Samgongan hevur lagt uppskot á tingborð um, at ábyrgdin fyri eldraøkinum í Føroyum skal flytast frá landinum til kommunurnar. Alt gott um tað, tí óivað duga kommunurnar betur at umsita eldraøkið enn landið, tí kommunurnar eru nærri borgarunum. Peningur skal fylgja við frá landinum til kommunurnar, tá ið tær yvirtaka eldraøkið 1. januar 2015. Eg havi fylgt eitt sindur við kjakinum, men í tingmálinum er nakað, sum haltar í mínum hugaheimi. Læs resten →

Serbiski málverjin Marijana Lucic stendur í neistamálinum

Mirijana Lucic er 34 ára gomul. Her stendur hon í málinum hjá VÍF/Tjaldir.

Mirijana Lucic er 34 ára gomul. Her stendur hon í málinum hjá VÍF/Tjaldri.

Neistakvinnur hava í vetur verið í ymsum mótvindum. Fyrst valdi málverjin Christina Griksaite, sum stóð í neistamálinum seinasta kappingarár, Kyndil fram um Neistan. Síðani gjørdist Marjun Danberg skadd. Ætlanin var, at Fríða Petersen og Christina Griksaite skuldi verja neistamálið, men so var ikki. So hendi tað, at Fríða fekk skaða í annað knæið, og hon hevur tí ikki vant í tveir mánaðir, men hevur tó spælt dystirnar. Hetta er ikki nøktandi hvørki fyri spælarar og Friðu sjálva, tí eitt lið í bestu deildini má hava tveir góðar málverjar. Sunnudagin klokkan 14.30 spæla Neistin og Kyndil. Læs resten →

Ikki hongur saman fíggjarliga hjá smáu útróðrarbátunum

Krista Maria við bryggju í Havn. (Mynd Vagnur)

Krista Maria við bryggju í Havn. (Mynd Vagnur)

Fyrrapartin spákaði eg niðri á “Lágikai” við myndatólinum í jakkalummanum. Eg plagdi onkuntíð at vitja í egningarskúrunum, men nú eru smáu útróðrarbátarnir so fáir, at sjáldan eru fólk í skúrunum. Fyrra partin hitti eg Kristin Hansen, sum førir útróðrarbátin Kristu Mariu, sum er sjógóður bátur keyptur úr Kanada. Meinhard Jacobsen eigur bátin. Eg spurdi Kristin, hvussu gekst við útróðrinum, og hann læt ikki væl at. – Fiskiskapurin er smáligur, og veðrið hevur verið vánaligt til útróður higartil í vetur, sigur Kristin. Læs resten →

Endiliga funnu bjargingarliðini unga oyndfirðingin

Ómetaliga gott, at tey funnu unga mannin.

Ómetaliga gott, at tey funnu unga mannin.

Sjálvt um eg ikki kenni báðar ungu oyndfirðingarnar, sum doyðu í syndaligu vanlukkuni um jólini og ei heldur foreldur teirra, so gjørdist eg hjartans fegin, tá útvarpið seinnapartin boðaði frá, at nú var ungi maðurin funnin. Tað hevur so ótrúliga nógv at siga í stóru sorgini, at báðir ungu menninir vórðu funnir. Nú fær alt ein enda, har familja, vinir og kenningar kunnu siga endaliga farvæl. Hetta merkti eg eisini veruliga, tá ið eg skrivaði grein um hvalakjaftarnar í Rættará. Solveig Isfeldt segði tá soleiðis í sambandi við, at maðurin Mynde druknaði í Nólsoyarfirði í 2004. Læs resten →

Meiningahornið – Brynhild Thomsen fór alt, alt ov langt

Sjógvarnir í Sortudýki hava enn ikki langt seg eftir samanleggingina. (Mynd Vagnur)

Sjógvarnir í Sortudýki hava enn ikki langt seg eftir samanleggingina. (Mynd Vagnur)

Mær dámdi væl tað, Brynhild Thomsen skrivaði, tá ið hon arbeiddi á Dimmalætting. Góðar og beinraktar greinar. Eisini var áhugavert at hoyra hana, tá ið Kringvarpið bað hann koma í Sortudýki at siga sína hugsan um serliga politisk mál. Dimmalætting fór á húsagang, og nú arbeiðir Brynhild í Kringvarpinum. Hon er framvegin íðin í sínum arbeiði, men enn hevur nýggja útvarpskvinnan nógv at læra. Besta dømi var samrøðan, hon hevði við Annfinn V. Hansen, sum júst var farin frá sum kanningarstjóri. Henda samrøðan var undir alt lágmark og var alt, alt ov lang. Læs resten →

Hvør hevur veruliga valdið í Hondbóltssambandinum?

Starvsnevndin í HSF tók kappingarnevndina av ræði. (Mynd Vagnur)

Starvsnevndin í HSF tók kappingarnevndina av ræði. (Mynd Vagnur)

Í míni skriving havi eg gott samband við hondbóltsfeløg kring landið. Og viðhvørt fái eg at vita ymist, sum er heilt merkiligt, og sum eg slett ikki skilji. Fyrst í vikuni hitti eg venjara, sum segði mær, at stórt semifinaluumfar í steypakappingini fyri ung skuldi spælast 25. januar, men nú er flutt til 18. januar, tí ávís foreldur løgdu “press” á HSF, tí hesi foreldur og nøkur børn skuldu til Danmarkar at hyggja at HM-hondbólti. Kappingarnevndin í HSF vildi ikki flyta semifinaluumfarið, men starvsnevndin í HSF boygdi seg fyri ágangandi “trýstinum” og gav boð um at flyta umfarið. Tí spyrji eg, hvør hevur veruliga valdið í Hondbóltssambandinum. Læs resten →

Meiningahornið – Nýggjárstalur siga mær púrt einki

vmGott nýggj ár øll somul. Vit eru farin meira enn eina viku um styttsta dag, og fyrsti dagurin er í nýggja árinum. Tað sýnist róligt uttanfyri hjá okkum, fólk eru óivað troytt eftir nýggjárshaldið, og nøkur liggja kanska enn í songini ella liggja á onkrari divan og hvíla seg. Óivað verði eg mettur sum keðiligur, tí eg tími hvørki at hyggja at nýggjárssendingini í Krinvarpinum ella tími at lurta eftir nakrari nýggjarstalu. Í míni verð eru nýggjárstalur einkisigandi tóm orð. Ein sjónleikur. Heldur virði eg tað, sum verður framt í verki, og tað sum fólk siga í árinum. Læs resten →