Ikki hongur saman fíggjarliga hjá smáu útróðrarbátunum

Krista Maria við bryggju í Havn. (Mynd Vagnur)

Krista Maria við bryggju í Havn. (Mynd Vagnur)

Fyrrapartin spákaði eg niðri á “Lágikai” við myndatólinum í jakkalummanum. Eg plagdi onkuntíð at vitja í egningarskúrunum, men nú eru smáu útróðrarbátarnir so fáir, at sjáldan eru fólk í skúrunum. Fyrra partin hitti eg Kristin Hansen, sum førir útróðrarbátin Kristu Mariu, sum er sjógóður bátur keyptur úr Kanada. Meinhard Jacobsen eigur bátin. Eg spurdi Kristin, hvussu gekst við útróðrinum, og hann læt ikki væl at. – Fiskiskapurin er smáligur, og veðrið hevur verið vánaligt til útróður higartil í vetur, sigur Kristin.

Ingolf Nielsen og Kristin Hansen gera klárt til fyrsta túrin í nýggja árinum. (Mynd Vagnur)

Ingolf Nielsen og Kristin Hansen gera klárt til fyrsta túrin í nýggja árinum. (Mynd Vagnur)

Eg fari umborð á Kristu Mariu, og har hitti eg fyrst 59 ára gamla argjamannin Ingolf Nielsen. Spyrji hann, um hann í løtuni forvinnur nógvan pening sum fiskimaður. Hann smílist og sigur. – Mær dámar so væl at fáast við útróður, men ríkur, nei, ov lítið er fáa til tess at fáa rímuliga mánaðarløn.

Kristin, sum er ættaður úr Nólsoy, er 68 ár og royndur fiskimaður. Hann átti saman við beiggjunum útróðrarbátin Marjun 3 og fiskaði við bátinum í Eystursjónum við heimstaði á Bornholm. Eisini sigldi hann í níggju ár við trolaranum Munki, og nú rør hann so út við Kristu Mariu. – Tað er torført at fáa lønandi vinnu í heimaútróðrinum, og soleiðis hevur verið seinastu átta árini. Smáu bátarnir fáa ov lítið, og prísurin hevur ikki verið góður, tó er hann hampuligur nú.

Krista Maria er sjógóður bátur, sigur skiparin Kristin Hansen. (Mynd Vagnur)

Krista Maria er sjógóður bátur, sigur skiparin Kristin Hansen. (Mynd Vagnur)

– Tað hevur viðrað heilt illa í vetur, tí veðrið er broytt so nógv seinnu árini, at tað er ikki roynandi. Vit hava ov lítið av góðum liggjandi vetrarveðri. Vit hava bara verið seks túrar tilsamans í november og desember, og nú fara við fyrsta túrin í 2014. Sjálvt um vit seta kanska dupult so nógvar húkar í sjógvin, sum fyri fleiri árum síðani, so fáa vit sjálvdan meira enn 3-4000 pund. Hetta er ov lítið, tá ið vit hugsa um longu línuna.

– Tú spyrt, hvussu leingi vit eru úti hvønn túrin? Vanliga átjan til tjúgu tímar, og tá sova vit ikki, tí bara tveir mans eru við bátinum. Var rætt, skuldi minst tríggir mans verið við slíkum báti, men tað ber seg slett ikki til fíggjarliga í løtuni. Bátarnir norðanfyri hava verið fleiri túrar enn vit, tí ættin hevur skikkað sær soleiðis. Nú eri eg 68 ára gamal og kanska ikki leggi so nógv fyri, sum á ungum árum. Báturin hevur egningarmaskinu, og línan verður rikin um í skúrinum av fólki, sum koma í skúrin, tá ið nakað av línu er at reka um.

Gott pláss er umborð á Kristu Mariu. (Mynd Vagnur)

Gott pláss er umborð á Kristu Mariu. (Mynd Vagnur)

Eg spyrji eisini Kristin, hví fiskiskapurin hjá línubátunum er minkaður so nógv seinnu árini. – Hetta er torført at siga, men nú er so ómetaliga stór “drift” í uppisjóvarvinnuni, kanska spælir hetta inn. Eisini er løgið, at tað var tann tíð, tá ið eingin toskur var Barentshavinum, men nú hava føroysku trolararnir havt rokfiskiskap eisini í russiska partinum av Barentshavinum í fleiri ár, meðan lítið av toski er hjá okkum, sigur Kristin at enda.

Kristin segði mær eisini, at torført er at fáa fólk til línubátarnar, tí úrtøkan er ov lítil. Hann segði, at fleiri útróðrarbátar liggja við bryggju, tí menn hava givið skarvin yvir. Nakrar av bátunum eiga bankarnir. Men fiskimaðurin hevur altíð dreymin um, at fiskurin kemur aftur á føroyska landsgrunnin. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *