Í míni skriving havi eg gott samband við hondbóltsfeløg kring landið. Og viðhvørt fái eg at vita ymist, sum er heilt merkiligt, og sum eg slett ikki skilji. Fyrst í vikuni hitti eg venjara, sum segði mær, at stórt semifinaluumfar í steypakappingini fyri ung skuldi spælast 25. januar, men nú er flutt til 18. januar, tí ávís foreldur løgdu “press” á HSF, tí hesi foreldur og nøkur børn skuldu til Danmarkar at hyggja at HM-hondbólti. Kappingarnevndin í HSF vildi ikki flyta semifinaluumfarið, men starvsnevndin í HSF boygdi seg fyri ágangandi “trýstinum” og gav boð um at flyta umfarið. Tí spyrji eg, hvør hevur veruliga valdið í Hondbóltssambandinum.
Mangan hoyrir tú í politiki, at tað er tildømis ikki forsetin í USA og ovastu leiðarar øðrum londum, sum hava veruliga valdið, men stóra baklandið, sum hevur ført viðkomandi upp á politiska toppin. Tann valdi er í skuld til baklandið og má tí laga seg hareftir.
Eg stúrsaði við, tá ið eg hoyrdi venjara siga, at starvsnevndin í HSF hevði enn einaferð tikið kappingarnevndina av ræði. Seinast var, tá øll kappingarnevndin fór frá í sambandi við mál um onkra avgerð um døming og leikbann.
Hetta málið snýr seg um, at semifinaluumfarið í steypakappingini í yngru deildum skuldi spælast 25. januar. Men so kemur boð frá HSF, at ynski er um at flyta umfarið, tí nøkur foreldur og nakrir spælarar skulu til Danmarkar at hyggja at HM-hondbólti. HSF biður feløg koma við viðmerkingum um broytingina. Viðmerkingar frá venjarum verða sendar HSF, men einki svar kemur aftur.
Venjarin sigur mær, at tað er ótrúliga langt úti, at HSF biður fyrst um viðmerkingar, men so at vit ikki verða hoyrd í málinum. Tí hvat líkist tað, at semifinaluumfarið skal flytast við so stuttum skotbrái bara tí at nøkur foreldur og nakrar spælarar skulu til Danmarkar at hyggja at hondbólti. Og hvat líkist tað, at aðalnevndin í HSF boyggir seg fyri “pressinum”, tá ið kappingarnevndin í HSF noktaði at flyta umfarið.
Vit skulu minnast til, at allir venjarar í yngru deildum eru óløntir venjrarar, og tað er oyðileggjandi fyri moralin í okkara hondbóltverð, tá slíkt kann fara fram. Eingin virðing er fyri tí arbeiði, vit gera fyri ungu fólkini og harvið hondbóltin. Grundgevingarnar at flyta semifinaluumfarið halda slett ikki, tí hvat verður tað næsta fólk finna uppá, tá ið dystir skulu flytast?
Tá ið semifinaluumfarið verður flutt soleiðis, so mugu nógvir landskappingardystir eisini flytast. Kappingarætlanin er løgd tíðliga seinasta heyst, og tað eru bara serliga orsøkir, at dystir kunnu flytast, og tað er ódnarveður og andlát. Spælarar og venjarar leggja sína frítíð til rættis eftir kappingarskipanina, og tí kann starvsnevndin í HSF ikki bara flyta eitt umfar við so stuttum skotbrá eftir “pressi” frá nøkrum foreldurm. Spælarar og venjarar skulu kanska okkurt annað hetta vikuskifti.
Eg haldi, at tað undir alt lágmark, at fólk uttan fyri HSF kunnu leggja “press” á felagsskapin. Hetta høvdu fólk ikki tora at framt ella gjørt til fánýtis, um Hans Holm enn sat sum kappingarstjóri í Hondbóltssambandinum. Tí spyr venjarin, eg tosaði við: Hvør hevur veruliga valdið í Hondbóltssambandinum? (Vagnur)
