Meiningahornið – Brynhild Thomsen fór alt, alt ov langt

Sjógvarnir í Sortudýki hava enn ikki langt seg eftir samanleggingina. (Mynd Vagnur)

Sjógvarnir í Sortudýki hava enn ikki langt seg eftir samanleggingina. (Mynd Vagnur)

Mær dámdi væl tað, Brynhild Thomsen skrivaði, tá ið hon arbeiddi á Dimmalætting. Góðar og beinraktar greinar. Eisini var áhugavert at hoyra hana, tá ið Kringvarpið bað hann koma í Sortudýki at siga sína hugsan um serliga politisk mál. Dimmalætting fór á húsagang, og nú arbeiðir Brynhild í Kringvarpinum. Hon er framvegin íðin í sínum arbeiði, men enn hevur nýggja útvarpskvinnan nógv at læra. Besta dømi var samrøðan, hon hevði við Annfinn V. Hansen, sum júst var farin frá sum kanningarstjóri. Henda samrøðan var undir alt lágmark og var alt, alt ov lang.

Vit kenna øll, tá ið vit lesa bók, grein, síggja film ella hoyra talur, at okkum onkuntíð ikki hóvar tað, sum borið er fram. Tilfarið kann sýnast langt og keðiligt. Tað er jú kynstur at fanga lesaran ella lurtaran, og tað er tí, at summi fólk betur enn onnur duga henda kynstur.

Fríggjakvøldið lurtaði eg eftir útvarpinum, har millum annað Brynhild Thomsen tosaði við Annfinn V. Hansen løgfrøðing, sum júst var farin frá sum kanningarstjóri í samband við Eysturoyartunnilin. Slíka samrøðu sum hana fríggjakvøldið  havi eg ongantið áður hoyrt úr Sortudýki. Samrøðan var beinleiðis pínlig, tí útvarpskvinnan hesa longu løtuna ikki kendi sína vitjingartíð. Tá ið klokkan var fimm minuttir í hálvgum sjey segði okkurt í sál mína, at eg mátti rýma úr køkinum, tí Brynhild beiv við og við spyrja Annfinn sama spurning aftur og aftur. Hetta var bara so pínligt so pínligt. Tað var, sum um vit vóru í einum rættarsali, har dómarin royndi at hála sannleikan burtur úr einum brotsmanni.

Hetta slag av samrøðum er nakað nýtt í Sortudýki, og eg havi áður hoyrt slíka samrøðu í sjónvarpinum, tá ið sjónvarpskvinna tráspurdi løgmann júst á sama hátt. Tað, sum Brynhild Thomsen borðreiddi við fríggjakvøldið, fær frá mær ikki meira enn 05 eftir gamla próvstiganum. Avrikið var undir alt lágmark og hoyrir ongastaðni heima. Ein eftirmeting í Sortudýki má fáa steðgað slíkari samrøðu eini tíðindasending.

Kringvarp Føroya hevur fingið nógvar atfinningar um nýggjarssendingina, lat tað fara. Nógvar frálíkar sjónvarpssendingar verða gjørdar í Kringvarpinum, men tað sýnist, sum samanleggingin av Ùtvarpi Føroya og Sjónvarpinum hevur ørkymlað bæði starvsfólk á báðum stovnunum og eisini okkum onnur. Ùtvarpsfólk skulu á sjónvarpsskíggjan, sum eru góð útvarpsfólk, men ikki eru egnaði á skerminum, og fólk, sum áður framleiddi gott sjónvarpstilfar, framleiða nú útvarpstilfar. Tað er himmal víður munur at framleiða útvarpstilfar og sjónvarpstilfar.

Samanleggingin av útvarpinum og sjónvarpinum var ein katastrofa í tí líki, hon varð framd. Samanleggingin er høvuðsorsøkin til alt rumblið í Sortdýki, tí Ùtvarp Føroya var ein væl rikin stovnur bæði, tá ið snúði seg um tað fíggjarliga og tilfarsliga, meðan sjónvarpið enn var nýtt í Føroyum og ikki enn rættiliga hevði fótað sær. Var samanleggingin av stovnunum gjørd við skili, har hølir fyrst vóru bygd til sjónvarpsframleiðslu í Sortudýki, so var annað skil í dag.

Samanleggingin førdi eisini til, at nógv nýggj fólk komu í Kringvarp, har summi endaðu í leiðsluni. Hesi framdu fleiri sjálvmál, sum órógvaði stovnin. Millum annað tá ið nýggja leiðslan tók fimleikaløtuna og guðstænastuna av skránni. Hetta var heilt burturvið, og sjálvandi gjørdi lurtarin vart við hetta. Og seinasta sjálvmálið var, tá ið leiðari boðaði alment frá, at guðstænasta og skemt hoyra ikki saman. Sjálvandi skal ein guðtænasta hava pláss í skránni nýggjársaftan.

Annars haldi eg, at tey í Sortudýki gera gott journalistik arbeiða við nøkrum undantøkum, sum vóru betur ógjørd. Eg eri ikki ein av teimum, sum haldi, at Krinvarp Føroya ikki skal sleppa at senda handilslýsingar. Tí munur er á Miðlahúsinum og Kringvarpinum. Miðlahúsið er ein privat fyritøka, meðan Krinvarpið er ein almennur stovnur – ein stovnur hjá fólkinum, sum eisini hevur nakrar bundnar uppgávur í okkara samfelag. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *