
Sjálvandi veit viðkomandi, at hann/hon hevur rent á bil mín. Buklan er við hjólið aftan. (Mynd Vagnur)
Á jólum er nógv ferðsla í grannalagnum hjá okkum, tí vit búgva við SMS, og sjálvt um SMS vanliga hevur nóg mikið av parkeringsplássum, so vanta parkeringspláss fyri jól, sjálvt um SMS hevur stóran parkingskjallara og stórt parkeringspláss um sølumiðstøðina. Fólk koma jú í seinastu løtu at keypa jólagávur, og í strongdu løtuni verða bilar eisini parkeraðir sum best á Hoydalsvegnum og Tinghúsvegnum. Bilur mín stendur í bási við Tinghúsvegin, og jólaaftan legði eg merki til, at bukla var komin á skermin aftan vinstrumegin. Læs resten








