Hevði billað mær inn, at eg kom ongantíð at seta meg í flogfar hjá Atlantic Airways, hóast eg í 1971 fleyg til Íslands við Island Air at spæla hondbóltslandsdyst, og at eg fyri tretivu árum síðani fór við Danair til Danmarkar. Nú stóð manndómsroyndin fyri durum, tí í 2007 var eg noyddur at fara til Danmarkar, og serlig stig máttu takast áðrenn fráferðina. Eftir eina sending í útvarpinum, har eg millum annað greiddi frá, at hvussu eg í 2007 kom til Danmarkar við Atlantic Airways, gjørdist eg greiður um, hvussu nógv fólk ikki flúgva. Tey sigla heldur við Norrønu. Eftir sendingina steðgaðu fleiri fólk mær á gøtuni og fortaldu, at tey tora ikki at seta seg flogfar.
Í 2007 var eg noyddur at fara til Danmarkar, og ikki vildi eg siga hetta við familjuna, tí eg tímdi kanska ikki seinni at siga teimum, at eg hálsaði um, og at ferðin var av ongum. Á flogvøllinum ringdi eg til synirnar, og ikki fyrr enn eg sat í Ballarup, ringdi eg til mammu mína. Øll vóru ovfarin.
Men áðrenn eg fór til Danmarkar, mátti serligt stig takast. Eg hevði lisið, at flogfeløg uttanlands skipa fyri skeiðum fyri fólki, sum ikki tora at flúgva. Millum annað sleppa tey at seta seg í flogfarið, meðan tað stendur á flogbreytini. Henda møguleika vildi eg royna.
Eg ringdi vestur í Vágar og spurdi, um eg kundi sleppa at seta meg í eitt flogfar, meðan tað stóð á flogbreytini. Gamaní, kom í morginári klokkan tíggju. Eg var ógvuliga spentur, tá ið eg koyrdi vestur. Flogfar hevði júst sett seg, og tað var í hetta flogfar, eg skuldi royna meg.
Fyrikomandi maðurin vísti mær í flogfarið, og meðan ungar vaskikonur ruddaðu og vaskaðu, sat eg í einar tjúgu minuttir miðskeiðis í flogfarinum og hugsaði meg um. “Jú, eg fari til Danmarkar um eina viku”.
Tað løgna var, at tankarnir næstu vikuna sveimaðu um alt millum himmil og jørð í sambandi ferðina til Danmarkar, og tá ið avtornaði, gjørdist einki av hesum veruleiki. Hvussu skal eg fáa tíðina at ganga í flogfarinum? Keypti mær ipot, har eg legði inn góðan tónleik, keypti mær serligt blað og mangt annað, men brúkti einki av hesum.
Viku seinni sat eg í flogfarinum á veg til Danmarkar. Eg setti meg við vindeyga og legði ætlanina, at eg skuldi tvinga meg at hyggja út í himmalrúmið og niður á sjógv. Hetta eg gjørdi, og áðrenn eg visti av, sat havnarmaðurin hampuliga róligur í flogfarinum á veg til Danmarkar. Og tá ið eg sá unga kvinnu sita og halda í mammu sína allan vegin vát í sveitta av angist, so var mín flogkensla smáfiskur afturímóti.
Næstu árini fleyg eg seks ferðir til Danmarkar, og tað kann tykjast løgið, tí einaferð endaðu vit í Bergen, eina ferð á Egilsstøðum og einaferð var flogfarið seinkað tríggjar tímar úr Føroyum. Serliga minnist eg, tá ið flogskiparin segði, at lendandi var ikki í Vágum, og at flogfarið mátti til Bergen. Tá ætlaði mær at fara úr Norra aftur til Danmarkar. Men alt spældi tó væl av kortini, tí nakrar tímar seinni lendi flogfarið í Vágum. Eg havi góð minni um flogferðirnar.
Tá ið eg taki samanum, so var alt samalt talan um heilaspuna. Eg hevði ímyndað mær ymist, sum slett ikki gjørdist veruleiki. “Forventet angst”, sum danir taka til. Havi ongantíð hvørki sæð ella hoyrt, at Atlantic Airways skipar fyri skeiðum fyri fólkum, sum ikki tora at flúgva. Kann bara upplýsa teimum, at nógv fólk flúgva ikki. Flogskeið høvdu óivað økt um kundarnar hjá flogfelagnum. (Vagnur)


