
VB er ov óstøðugt á útivølli. Neistin spælir í løtuni við rygginum ímóti múrinum til tess at koma í FM-finalurnar.
Ì hondbóltskappingni í bestu deildunum eru fýra dystir eftir at spæla fyri jól. Mikukvøldið 18. desember spæla mansliðini og kvinnuliðini hjá Neistinum ímóti StÍF í høllini á Skála. Leygardagin spæla mansliðini hjá KÍF og H71 í Kollafirði, og leygardagin spæla kvinnuliðini hjá Kyndli og VB í Havn. Nú er annað umfarið í grundspælinum um at verða liðugtspælt, og klárari og klárari gerst, hvørji lið spæla FM-finalurnar í apríl mánað næsta ár. Mín meining um hetta er í skrivandi løtu:
Vinnur H71 ikki dystin í Kollafirði leygardagin, so eru heili seks stig upp til KÍF og VÍF, og tað gerst meira enn brøtt brekka hjá H71 at náa FM-finaluplássið. Eg meti hvørki StÍF, Neistan, Kyndil ella Team Klaksvík hava møguleikan at koma í FM-finalurnar. Liðini eru í løtuni seks stig og meira eftir KÍF, men vinnur H71 í Kollafirði, og StíF vinnur á Neistanum leygardagin, so er StÍF framvegis við. Mítt boð í løtuni er, at VÍF og KÍF spæla FM-finalurnar.
Kvinnukappingin er spennandi at náa FM-finalunum. VÍF fer við fyrsta plássinum, so meti eg, at VB fær meira enn bratta brekku at náa FM-finalunum, tí liðið er alt ov óstøðugt á útivølli. Tapir VB fyri Kyndli leygardagin, so meti eg VB at hava mist møguleikan at náa FM-finalunum. Síðan er kapping millum Kyndil og Neistin, har Kyndil er tvey stig frammanfyri Neistan. Tað ørkymlar meg, at Neistin bara vinnur 25-23 á Stjørnuni í Havn, meðan bæði VÍF og Kyndil vunnu stórsigrar á heimavølli á Stjørnuni.
Eingin ivi eru um, at kvinnukappingin longu verður avgjørd fyrst í januar mánað. 5. januar spæla Kyndll og VÍF í Havn og 12. januar spæla Neistin og Kyndil í Havn. Vinnur Kyndil báðar dystirnar, so spæla VÍF og Kyndil FM-finalurnar, men tapir Kyndil annan dystin, og Neistin vinnur á Kyndli, so er einki avgjørt. Eg vil siga tað soleiðis, at Neistin má vinna á Kyndli 12. januar til tess at varðveita møguleikan at náa FM-finalunum. Spennandi í hvørfall. Tað er hesu innanhýsisdystirnir, sum telja so ótrúliga nógv hjá liðunum. (Vagnur)
Neistin – Stjørnan 25-23 (13-13) Dómarar: Eyðun Samuelsen og Heri Petersen
Málskjúttar Neistans: Jacklin Durhuus 8, Nicoleta R. Hansen 5, Bára Hansen 3, Rakul Augustinussen 3, Súsanna P. Nólsoy 2, Eir Berg 2, Birita Wardum 1 og Jenny Kragesteen
Málskjúttar Stjørnan: Mina Sirdal 9, Lovisa Lassen 5, Jansy Jacobsen 3, Ella Petersen 2, Ana Maria Ecaterinescu 2, Kristina Poulsen 1 og Jóhanna í Króki 1
| T.m. | Munur | Stig | ||||
| 1 | VÍF | 10 | 270 | 217 | 53 | 16 |
| 2 | Kyndil | 9 | 200 | 153 | 47 | 13 |
| 3 | Neistin | 9 | 216 | 202 | 14 | 11 |
| 4 | VB | 9 | 233 | 223 | 10 | 9 |
| 5 | StÍF | 9 | 181 | 248 | -67 | 4 |
| 6 | Stjørnan | 10 | 208 | 265 | -57 | 3 |
Neistin – KÍF 23-30 (12-18) Dómarar: Eyðun Samuelsen og Heri Petersen
Málskjúttar Neistans: Jugoslav Djumic 7, John í Innistovu 3, Teitur Magnusson 3, Sjúrður Thomassen 3, Alex Buha 2, Herbjørn Lava 3, Rói Hansen 1 og Torstein Balle 1
Málskjúttar KÍF: Magnus Müller 11, Nicklas Selvig 9, Tony Weihe 4, Rógvi Weihe 3 og Rúni Joensen 3
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | VÍF | 12 | 380 | 324 | 56 | 18 |
| 2 | KÍF | 11 | 322 | 264 | 58 | 16 |
| 3 | H71 | 11 | 295 | 288 | 7 | 12 |
| 4 | StÍF | 11 | 299 | 308 | -9 | 10 |
| 5 | Kyndil | 12 | 308 | 323 | -15 | 10 |
| 6 | Neistin | 11 | 289 | 311 | -22 | 10 |
| 7 | Team Klaksvík | 12 | 313 | 388 | -75 | 4 |