StÍF og Neistin fara í jólafrí, hvussu hilnaðist higartil?

STÍF hevur vunnið fýra heimadystir á rað.

STÍF hevur vunnið fýra heimadystir á rað.

Mikukvøldið spældu bestu mansliðini og bestu kvinnuliðini hjá StÍF og Neistanum á Skála. Menninir spældu fyrst, og tað var ikki fyrr enn seinastu sjey minuttirnar, at StÍF fór við sigrinum. StíF hevur nú vunnið fýra heimadystir á rað. Kvinnurnar spældu javnan fyrra hálvleik 12-12, men StÍF kvinnur fingu so mikið ringa byrjan í seinna hálvleiki, at Neistin eftir sjey minuttir legði seg fram um 19-13.Um mansliðini er stutt at siga, at StÍF er frálíkt heimalið, tí liðið hevur vunnið fýra heimadystir á rað ímóti Team Klaksvík, Kyndli, KÍF og Neistanum. Síðan eru tveir dystir vunnir á útivølli ímóti Kyndli og Team Klaksvík. Hetta við heima og útidystum hevur merkt StÍF liðið í nógv ár og er undrunnarsamt, tí StIF hevur góða manning, tá ið allir spælarar eru tøkir.

Neistamenn fingu góða byrjan í heyst og vunnu á Kyndli og H71, og tað sýnist, sum Neistin klárar seg væl ímóti Kyndli og H71, men so tapir liðið stórt fyri tildømis VÍF. Neistin hevur góða verju og málverja, men haltar álopið bara eitt sindur, so er tap í hendi. Nú bíða vit eftir dystinum leygardagin millum KÍF og H71, og hetta er ein ógvuliga avgerandi dystur fyri stigatalvuna. Vinnur KÍF, so eru heili seks stig niður til nærmastu kappingarneytar, men vinnur H71, so er knappliga H71 aftur væl við og harvið eisini StíF.

Dysturin millum StÍF og Neistan mikukvøldið var ikki avgjørdur fyri enn seinastu sjey minuttirnar, tí tá var støðan javnleikur 24-24. Óivað vóru tað tvær útvísingar til Neistan, sum gjørdu, at StíF streyk avstað seinastu minuttirnar.

StíF-Neistin 28-25 (15-11) dómarar: Dánjal Samuelsen og Daniel Rapa

Málskjúttar StíF: Jógvan G. Joensen 6, Fríði R. Djurhuus 5, Kjartan Johansen 5, Borgar Danielsen 4, Marius Joensen 4, Allan Norðberg 2 og Sveinur Justinussen 2

Málskjúttar Neistans: Terji Mørk 6, Jugoslav Djumic 5, Teitur Magnusson 4, Torstein Balle 4, Herbjørn Lava 2, Alex Buha 2, Rói Hansen 1 og Tejs Horn 1

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 VÍF 12 380 324 56 18
2 KÍF 11 322 264 58 16
3 H71 11 295 288 7 12
4 StÍF 12 327 333 -6 12
5 Kyndil 12 308 323 -15 10
6 Neistin 12 314 339 -25 10
7 Team Klaksvík 12 313 388 -75 4

StÌF – Neistin kvinnur 22 – 29 (12-12) dómarar: Dánjal Samuelsen og Daniel Rapa

Málskjúttar StíF: Rebekka Justinussen 7, Fríðrún Danielsen 5, Paula Høgnesen 3, Heidi Sevdal 2, Ansy Sevdal 1, Erla Petersen 1, Súnfríð B. Johansen1, Guðrið Poulsen 1 og Bára Danielsen 1

Málskjúttar Neistans: Bára Hansen 8, Jacklin Durhuus 5, Birita Wardum 4, Eir Berg 3, Súsanna Nólsoy 2, Birita Jacobsen 2, Nicoleta R. Hansen 2, Jenny Kragesteen 1 og Rakul Augustinussen 1

Eg havi lagt til merkis, at kvinnurnar hjá StíF spæla fleiri góðar fyrra hálvleikir, men so missir liðið takið í seinna hálvleiki. Er tað venjingin, sum vantar, hópurin kaknska ov smalur ella liggur ov nógv ábyrgd á fáum spælarum. Mikukvøldið fylgdust StíF og Neistin allan fyrra hálvleik sum endaði við javnleiki 12-12. Men longu fyrst í seinna hálvleiki misti StíF takið, tá Neistin legði seg á odda 19-13 eftir sjey minuttir. Hesin munur helt sær á leið til dystarenda.

STíF spælir nógvir frálíkar fyrra hálvleikir, men so haltar. Neistin er í kapping við Kyndil um at koma í FM-finalurnar

STíF spælir nógvir frálíkar fyrra hálvleikir, men so haltar. Neistin er í kapping við Kyndil um at koma í FM-finalurnar

Eg havi skrivað áður, at neistakvinnur spæla í løtuni við rygginum ímóti múrinum til tess at koma í FM-finalurnar, tí Kyndil er tvey stig undan Neistanum. Tá rokni eg við, at Kyndil vinnur á VB í Havn leygardagin. Mín meining er, at Kyndil er undan Neistanum, tí Kyndilskvinnur hava fyrireikað seg betur til kappingina enn neistakvinnur. Kyndilspælararnir eru í góðari venjing, verja hart og kontant, og málverjin stendur væl. Álopið hjá Kyndli er ikki betri í vetur enn seinasta vetur, men tað er serliga venjingarstøðan og frálíki málverjin.

Neistakvinnur skulu fóta sær uttan Barbaru Braur og Marjuna Danberg, og hetta er missur, sum veruliga munar. Tað sýnist, sum neistaverjan heldur tørn og málverjin við, men álopsspælið haltar í nógvum dystum. Ov fá mál verða skotin í fleiri dystum, tí hava neistakvinnur mist stig. Eg haldi, at ein avgerandi lykladystur hjá neistakvinnum er 12. januar ímóti Kyndli, tí hesin innanhýsisdystur telur fýra stig í kappingini um at koma í FM-finalurnar. Kyndil spælir leygardagin ímóti VB í Havn og 5. januar ímóti VÍF í Havn.

Sjálvt um Neistin er tvey stig eftir Kyndil í løtuni, so hevur Neistin eins góðan møguleika og Kyndil at koma í FM-finalurnar, men so mugu øll segl setast í spælarahópinum og serliga eldri spælararnir mugu taka ábyrgd. Neistin og Kyndil hava spælt tveir javnar dystir í grundspælinum 15-15 og 18-18. Nú bíða vit í spenningi til fyrstu dagarnar í januar. (Vagnur)

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 VÍF 10 270 217 53 16
2 Kyndil 9 200 153 47 13
3 Neistin 10 245 224 21 13
4 VB 9 233 223 10 9
5 StÍF 10 203 277 -74 4
6 Stjørnan 10 208 265 -57 3

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *