Ikki hevði eg roknað við, at kyndilskvinnur vunnu so tryggan sigur á VB, nú Simona Petersen ikki spældi við Kyndli, tí hon er í jólafrí í USA, har mamman býr. – Kyndil spældi heilt væl, og VB megnaði bara at fylgja við fyrstu tjúgu minuttirnar, so dró Kyndil frá og helt leiðsluna restina av dystinum. VB verjan var alt annað enn góð í dag, sigur Eirikur Magnussen, sum sá dystin. Í Kollafirði vann KÍF dystin mest sum fyrstu fimtan minuttirnar, tí tá var støðan 7-1 til KÍF.
Eg taki ikki munnin ov fullan, tá ið eg sigi um kvinnukappingina, at tað verða bara Kyndil og Neistin, sum kappast við VÍF um at koma í FM-finalurnar. Tá ið VB ikki megnar at geva Kyndil størri mótstøðu seinnapartin ímóti Kyndli, tá ið Simona ikki var á kyndilsliðnum, so rokni eg slett ikki við VB í kappingini um FM-finaluplássini. OK. VB er gott heimalið, men hetta røkkur ikki á mál, tá ið eingin stig fáast á útivølli ímóti toppliðunum. Sum eg áður skrivaði, so fellur avgerðin óivað 12. januar um at fáa seinna plássið í FM-finalunum, tá ið Kyndil og Neistin spæla í høllini á Hálsi.
Eirikur Magnussein helt nógv um serliga ungu kyndilskvinnurnar seinnapartin. – Eg hevði eisini rokna við, at VB kundi geva Kyndli skarpan gang, men hetta var bara fyrstu tjúgu minuttirnar. Serliga legði eg merki til, hvussu raskar og ágrýtnar tær ungu kyndilskvinnurnar vóru seinnapartin. Kyndil fekk nógv skjótálop, og tá ið VB verjan slett ikki var góð og ikki stóð mát, so vann Kyndil tryggan uppibornan sigur, sigur Eirikur í telefonini. (Vagnur)
Kyndil – VB kvinnur 28-21 (15-11) Dómarar: Eyðun Samuelsen og Heri Petersen
Málskjúttar Kyndils: Bára K. Hansen 9, Anja Heinadóttir 6, Bjarta O.Johansen 4, Jórun Ludvig 3, Anna Sofía Mohr 3, Anna Brimnes 2 og Ásleyg Súnadóttir 1
Málskjúttar VB: Ingrida Kuodyte 6, Helga Kjærbo 5, Gintare Butkeviciute 4, Rannvá Johannessen 3, Laila Jerpersen 2 og Birita Olsen 1
| mmar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | VÍF | 10 | 270 | 217 | 53 | 16 |
| 2 | Kyndil | 10 | 228 | 174 | 54 | 15 |
| 3 | Neistin | 10 | 245 | 224 | 21 | 13 |
| 4 | VB | 10 | 254 | 251 | 3 | 9 |
| 5 | StÍF | 10 | 203 | 277 | -74 | 4 |
| 6 | Stjørnan | 10 | 208 | 265 | -57 | 3 |
KÍF – H/1 menn 27-23 (13-9) Dómarar: Ragnar Simonsen og Gert Hansen
Nú eru seks stig millum KÍF, VÍF og nærmastu kappingarneytar. Fyri H71 var dysturin avgerandi seinnapartin, men H71 fekk út av lagi vánaliga byrjan í Kollafirði í dag. Tá ið sekstan minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki var støðan 7-1 til KÍF. 27 minuttir farnir, og støðan 11- 4 til KÍF. Hálvleikstøðan 13-9 til KÍF.
Í seinna hálvleiki var eitt sindur javnari, men H71 megnaði ongantíð at hótta KÍF. Fimtan minuttir farnir av hálvleikinum og støðan 21-15 til KÍF. Dysturin endaði 27-23 til KÍF. Hyggja vit eftir stigatalvuni, so hava KÍF og VÌF átjan stig, meðan H71 og StÍF hava tólv stig og Neistin og Kyndil tíggju stig. Aftast er Team Klaksvík við fýra stigum. 24 stig eru eftir at spæla um í grundspælinum eftir nýggjar, men tað skal ganga ótrúliga illa hjá KÍF og VÍF, um liðini ikki spæla FM-finalurnar í apríl mánað næsta ár.
KÍF hevur nógvar skaddar spælarar í løtuni, og hetta kann darvað liðnum eftir nýggjar. Millum annað hevur vinstrihenti spælarin Andrias Nielsen brotið armin. Eg havi eina kenslu av, at serliga kyndilsmenn kunnu órógva toppliðini, tí tá kemur íslendingurin Hørður aftur í kyndilsverjuna, og kyndilsliðið styrknar munandi. Kyndil hevur tó bara tíggju stig, og eitt undur skal henda, endar Kyndil í FM-finalunum. Eisini rokni eg við StÍF eftir nýggjár, men alt hetta eru gitingar. (Vagnur)
Málskjúttar KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 10, Tony Weihe 7, Magnus Müller 6, Nicklas Selvig 2 og Rúni Joensen 2
Málskjuttar H71: Rúni Højgaard 7, Jónas Djurhuus 7, Rógvi Sørensen 3, Birgir Poulsen 2, Bogdan Florea 2 og Sigmundur Dahl 2
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | KÍF | 12 | 349 | 287 | 62 | 18 |
| 2 | VÍF | 12 | 380 | 324 | 56 | 18 |
| 3 | H71 | 12 | 318 | 315 | 3 | 12 |
| 4 | StÍF | 12 | 327 | 333 | -6 | 12 |
| 5 | Kyndil | 12 | 308 | 323 | -15 | 10 |
| 6 | Neistin | 12 | 314 | 339 | -25 | 10 |
| 7 | Team Klaksvík | 12 | 313 | 388 | -75 | 4 |

