Ein dagin var eg í skúlanum á Argjahamri eftir eini abbadóttir, sum spælir hondbólt við ÍA. Eg stóð eina løtu í hugdi at snotuligu høllini, sum rúmar tvær fimleikahallir við veggi, sum dragast kann upp, so tær tvær hallirnar verða til eina høll. Tað syrgiliga í míni hondbóltsverð er, at høllin er ein styttur hondbóltsvøllur við fullari breidd, málteigi og málum, men vøllurin hevur ikki fulla longd. Tí lystir meg at vita, hví Tórshavnar kommuna ikki gjørdi fullan hondbóltsvøll, tá ið skúlin varð bygdur.
Um dagarnar er komið mær fyri oyruni, at góðar “kreftir” á Argjum arbeiða miðvíst at fáa Tórshavnar kommunu at leingi fimleikahøllina á Argjahamri, so ÍA fær egnan hondbóltsvøll til heimadystirnar Tað er einki dulsmál, at Havnin er afturútsigld, tá ið talan er um hallartímar. Feløgini í Suðurstreymoy eru nógv verri fyri enn feløgini kring landið. Tríggjar hondbóltshallir eru til 15000 fólk í Suðurstreymoy, meðan tildømis ein høll er í Kollafirði til 1000 fólk, ein í Vestmanna til 1500 fólk, og soleiðis kunnu vit halda fram kring landið.
Neistin ætlaði at byggja altjóða høll við Landavegin, men nú verður tað ístaðin Tórshavnar kommuna, sum kemur at byggja høllina. Herfyri hoyrdist í fjølmiðlunum, at kommunan nú setir pening av til høllina við Landavegin. So er spurningurin, skal kommunan byggja høll við Landavegin, kemur so nakrantíð ítróttahøll úti á Argjum? Einaferð var ætlanin at byggja ítróttahøll vestanfyri fótbóltsvøllin á Argjum, men bóndin í Havnardali fekk forða byggingini.
Tá ið talan er um nýggja høll á Argjum, so mugu argjafólk fyri alt í verðini ikki byggja høllina í vindharða plássinum við fótbóltsvøllin. Sjálvandi skal høllin byggjast nær skúlan á Argjahamri, tí tað er har børnini ganga í skúla. Tað vísir seg kring landið, at tað er fongur at byggja høll nær skúlanum, tí tá kunnu næmingarnir eisini brúka høllina. Høllin gerst hjá næmingum nátúrligur partur í gerandisdegnum.
Mín vón er, at ÍA á Argjum fær egnan heimavøll við skúlan á Argjahamri. Kemur høllin við Landavegin, so fær ÍA sjálvandi venjingartímar í høllini, men tað allar besta er, at argjafólk fáa egnu ítróttahøll. Kemur høllin, so skal hon ikki standa í ódnarveðrinum við fótbóltsvøllin men við skúlan á Argjahamri. (Vagnur)

