Meiningahornið – Ikki neyðugt við nýggjari havn til Smyril

Eru allir motorarnir tøkir, kann Smyril sigla inn úm Molan í øllum veðri. (Mynd Vagnur)

Eru allir motorarnir tøkir, kann Smyril sigla inn um Molan í øllum veðri. (Mynd Vagnur)

Tað má vera í veikari løtu sperdur av ábreiðslum um Smyril, at landsstýrismaðurin fær hugskotið at byggja eina havn til Smyril undir Argjalandi. Tí hetta er ein ørvitisætlan. Er tað ikki so, at tá ið allir motorarnir á Smyrli eru í lagi, so kann skipið sigla inn um Molan í øllum veðri? Tórshavnar kommuna skal víðka um havnina við Skansan fyri 360 milliónir krónir, tá er vitleyst at byggja havn undir Argjalandi. Og hvussu við ferðsluni?

Tá ið eg sá greinastubban á einum portali, ímyndaði eg mær ferðsluna úti á Argjum, um møgulig havn til Smyril verður gjørd. Verður havnin gjørd úti á Gulanum nakað uttanfyri Argjaboða, so er brætt niðan til tess at fáa fatur í vegnum uppi á Hamrinum. Tað er landsstýrismaður Jóhan Dahl, sum er komin við hugskotinum.

Verður havnin gjørd nakað innanfyri Argjaboða, skal ferðslan, tað vil siga hundraðtals bilar, eisini stórir bingjubilar og lastbilar heim gjøgnum bygdina. Har er smalur vegur nógvastaðni, og ferðslan skal eisini framvið Landssjúkrahúsið. Her má okkurt annað munagott gerast, um havnin skal byggjast.

Besta loysnin er ein undirsjóvartunnil frá Argjaboða og yvir á eystaru bryggju, so samband fæst við vegin Yvir við Strond. Tað løgna í hugskotinum hjá landsstýrismanninum er, at samstundis sum hann spælir sær við hugskotinum um nýggja havn til Smyril, skal Tórshavnar kommuna byggja út havnina við Skansan fyri 360 milliónir krónur, so øll tey stóru ferðamannaskipini kunnu leggja til bryggju.

Eg skrivaði sum viðmerking á Facebook, at fólk mugu hava funnið eitt ótømuligt gullnám úti í Tinganesi, tí samstundis sum landskassin gevur hall á hvørjum ári, er ætlanin at byggja tveir nýggjar undirsjóvartunlar, og nú skal nýggj havn byggjast undir Argjalandi fyri hundraðtals milliónir.

Sjálvandi er besta loysnin í sambandi við Smyril, at Smyril fær umvælt skædda motorin skjótast tilber, tí mær vitandi kann Smyril sigla inn um Molan í øllum veðri, men sjálvandi mugu allir motorarnir vera tøkir. Jóhan Dahl hevur boðað frá, at hann gevst í politikki eftir næsta løgtingsval. Kanska vil hann við nýggju havnini undir Argjalandi seta sær ein varða har á leiðini. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *