Julian Jónsson Johansen skal venja neistakvinnur

Spennandi venjarauppgáva hjá Julian. (Mynd Vagnur)

Spennandi venjarauppgáva hjá Juliani. (Mynd Vagnur)

Týskvøldið var greitt, at 24 ára gamli Julian Jónsson Johansen skal venja neistakvinnur, eftir at Kári Horn er givin sum venjari. Vit kenna Julian sum kyndilsspælara, men nú hann skal venja neistakvinnur, spælir hann ikki longur við kyndilsmonnum.

Julian hevur ikki royndir sum venjari í bestu deildini, men hann hevur vant ungdómslið hjá Kyndli, og hann er í ferð við at útbúgva seg sum venjara. Julian er el-handverkari og arbeiðir hjá Leif Mohr.

Longu í kvøld skulu neistakvinnur á fund við venjaran, og tað verður Julian, sum stendur við ábyrgdini á beinkinum, tá ið neistakvinnur spæla ímóti Kyndlil sunnudagin.

Neistakvinnur er spentar at leggja til brots aftur við nýggjum venjara. Kanska fáa vit orð á Julian seinni. Neistakvinnur eru við í kappingini um at koma í FM-finalurnar, Liðið hevur manning at koma í FM-finalurnar, og tí er spennandi, hvussu júst fer at ganga neistakvinnum sunnudagin ímóti Kyndil. Fyrsta dystin í grundspælinum spældu liðini javnleik 15-15.(Vagnur)

Hagtøl frá hondbóltsdystunum í dag

VÌF er á finalukós eftir 34-30 sigrinum á Neisanum seinnapartin.

VÌF er á finalukós eftir 34-30 sigrinum á Neistanum seinnapartin.

H71-Team Klaksvík 30-25(14-13) Dómarar: Dánjal Samuelsen og Gert Hansen

Málskjúttar H71: Rúni Højgaard 7, Bogdan Florea 6, Bogi Davidsen 4, Jónas Djurhuus 4, Hallur Biskopstø 3, Sigmundur Dahl 2, Sigmundur Nolseø 2, Birgir Poulsen 1 og Tróndur Arge 1

Málskjúttar Team Klaksvík: Pejovic Zarko 7, Sámal á Tjaldrafløtti 5, Igor Petrikeev 4, Jens Pauli Mohr 3, Viheilm Vilhelmsen 3, Dánjal Kærbo 2 og Jákup Joensen 1 Læs resten →

Kári Horn gevst vegna sjúku at venja neistakvinnur

Kári Horn er góður venjari og brennur fyri hondbóltsspælinum. (Mynd Álvur)

Kári Horn er góður venjari og brennur fyri hondbóltsspælinum. (Mynd Álvur)

Tað kom dátt við, tá ið Kári Horn í gjár boðaði neistakvinnum frá, at hann mátti gevast at venja neistakvinnur, og at dysturin ímóti VÍF í Vestmanna sunnudagin er seinasti arbeiðsdagur sum venjari á hesum sinni. – Eg havi eina kroniska tarmsjúku, og læknin hevur biðið meg gevast beinanvegin at arbeiða sum venjari. Eg eri ótrúliga keddur, tí eg brenni fyri hondbólsspælinum, og mær dámar væl at venja neistakvinnur, sigur Kári. Læs resten →

Meiningahornið – Nakrar hugleiðingar um politisku støðuna

Spennandi at fylgja politikinum í hesum døgum. (Mynd Vagnur)

Spennandi at fylgja politikinum í hesum døgum. (Mynd Vagnur)

Tað er áhugavert at sita á síðulinjuni í løtuni og fylgja politisku rembingunum í okkara samfelagi. Tíðiliga merkis, at valskeiðið er hálvrunnið, og at vit nærkast tíðini, tá ið politikarar venda kikaranum ímóti næsta løgtingsvali. Veljarakanningin í vikuni fær summar politikarar veruliga at vakna, og vit kunnu serliga fyrst í næsta ár rokna við, at politikarar fara at føra seg enn meira fram í fjølmiðlunum, tí nú skal egnast til næsta løgtingsval. Fekk hugskot at skriva hesar reglur í sambandi við møguliga samgongu eftir næsta løgtingsval.Tær smærru flokkarnar koma at vera altavgerandi, hvørja samgongu vit fáa. Læs resten →

Meiningahornið – Veljarakanningin líkist nógv valinum í 1962

Eitt er ein veljarakanning, annað er eitt hart løgtingsval. Her er himmalvíður munur.

Eitt er nýggj veljarakanning, annað er eitt hart løgtingsval. Her er himmalvíður munur.

Altíð er áhuguvert, tá ið nýggj veljarakanningin verður kunngjørd. Men í míni politisku verð hevur ein veljarakanning púrt einki at siga, uttan tað, at politiska sálarkenslan hjá summum kann gerast eitt sindur betri í eina tíð. Áhugavert at hoyra á middegi Jón Brian Hvihtfeldt og Svein Tróndarsson viðmerkja í KVF og Eirik Lindenskov í Rás2. Eg beit merki í, at ein triðingur av teimum spurdu vistu ikki, hvar krossurin skuldi setast, og at kvinnurnar eru nógvar farnar at venda samgonguni bakið. Læs resten →

Nú eri eg aftur farin at geva smáfuglunum í garðinum

Likka er so ótrúliga reinførur fuglur. (Mynd Vagnur)

Likka er so ótrúliga reinførur fuglur. (Mynd Vagnur)

Nú eri eg aftur farin at geva smáfuglunum í garðinum, tí nú er vorðið kalt í veðrinum, Fuglarnir eru fegnir at síggja meg aftur, tí so skjótt eg havi blakað breyðmolarnar, eru fuglarnir í garðinum. Kvørkveggjur, starar, spurvar og mín sann eisini bringureyði. Omanfyri sveima eisini nakrar krákur, sum halda til í Plantajuni. Eingin likka er í løtuni, tí likka er flytifuglur, men nú ein dagin sá eg tó tvær likkur niðri við sjóvarmálan.  Um summarið gevi eg ikki fuglunum, men tá ið eg síggi fyrstu kavaflykruna, byrji eg aftur. Lívsgevandi at geva og fylgja smáfuglunum. Niðanfyri eitt sindur um likkuna.  Læs resten →

Meiningahornið – Skal Suðuroyggin nú bumbast aftur í 60-árini

Vónandi fara vit ikki aftur í 60-árini, tá ið hetta farið sigli um Suðuroyarfjørð. (Mynd Vagnur)

Vónandi fara vit ikki aftur í 60-árini, tá ið hetta farið sigldi um Suðuroyarfjørð. (Mynd Vagnur)

Tá ið eg hyggi at málarínum av (gamla) Smirli, sum hongur í stovuni hjá okkum, og sum William Smith málaði, hugsi eg um tíðindini í útvarpinum herfyri, at nýggj minni ferja skal útvegast til Suðuroyarsiglina til tess at spara pening. Núverandi Smyril skal sigla við farmi, meðan minna ferjan skal sigla við ferðafólki og harvið sigla fleiri túrur um dagin enn núverandi Smyril siglir. Sjálvandi fara suðuroyingar ikki at góðataka slíka ørvitisætlan, sum bumbar Suðuroynna aftur í 60-árini. Læs resten →

Úr myndasavninum – Einaferð spældu neistaliðini í stríputum troyggjum

Neistakvinnur í 1973. St.f.h: Guðrun Horn, Svanna Hanusardóttir, Bergtóra Hanusardóttir, Bjarta Højgaard og Eydna Dánjalsson. Húkandi f.v: Rannvá Hanusardóttir, Marjun Hanusardóttir, Lisa Maria Djurhuus, Miriam Midjord og Bergljót Strøm.

Neistakvinnur í 1973. St.f.h: Guðrun Horn, Svanna Hanusardóttir, Bergtóra Hanusardóttir, Bjarta Højgaard og Eydna Dánjalsson. Húkandi f.v: Rannvá Hanusardóttir, Marjun Hanusardóttir, Lisa Maria Djurhuus, Miriam Midjord og Bergljót Strøm.

Myndin omanfyri er av neistakvinnum í 1973. Um hetta mundið vóru neistakvinnur ógvuliga væl fyri, og vunnu tær FM-heitið fimm ár á rað frá 1969 til og við 1974. Í 1973 fóru vit líðandi frá uttandurahondbólti til innandurahondbólt. Høllin var komin í Klaksvík í 1968 og í Havn í 1970, men tað gingu nøkur ár, til FM-heitini uttandura blivu í staðin til FM-heiti innandura. Trupulleikin hesi árini var, at øll feløgini høvdu ikki høll, men tær komu so við og við. Læs resten →

KÍF og VÍF eru í løtuni bestu boðini at náa FM-finalurnar

Sum KÍF og VÍF spæla í løtuni eru hesi liðini bestu boðini at náa FM-finalurinar, sigur Finnur.

Sum KÍF og VÍF spæla í løtuni eru hesi liðini bestu boðini at náa FM-finalurinar, heldur Finnur.

Eg havi vent mær til Finn Hansson spælandi venjara hjá Kyndli og spurt hann, hvørji manslið í bestu deildini koma í FM-finalurnar, sjálvt um vit bara eru í øðrum umfarinum í grundspælinum. – Sum liðini spæla í løtuni, so fer KÍF við fyrsta plássinum og VÍF við øðrum plássinum, men hetta kann sjálvandi broytast, tí liðini skulu jú spæla fýra dystir hvørt ímóti øðrum í grundspælinum, sigur Finnur. Læs resten →

Seinasta heilsan til varaskúlastjóran Svenning Tausen

Svenning Tausen var álitismaður.

Svenning Tausen var álitismaður.

5. november andaðist Svenning Tausen eftir drúgva sjúkralegu. Svenning, sum var úr Hovi og sonur Johann Michael Tausen og Dortheu f. Hammer, gjørdist 77 ára gamal. Svenning giftist Amy f. Olsen úr Rituvík. Tey eiga børnini Duritu og Magnus.

Svenning tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1958 og gjørdist lærari fyrst í Føroya Millum- og Realskúla frá 1958 til 1961 og síðani við realdeild Føroya Studentaskúla frá 1961 til 1974, tá ið hann gjørdist varaskúlatjóri í Eysturskúlanum, sum tá var nýggjur skúli.

Við gravarferðina hjá Svenningi í fullsettari Vesturkirkju segði Uni Næs prestur frá um alt, sum Svenning fekk frá hondini á lívsleiðini, og tað var ikki hissini tilfar. Svenning hevði stóran alsk fyri føroyska málinum, og hann savnaði, skrivaði og týddi bøkur til skúlabrúks, eitt nú Bíbliusøgur, Kristnikunnleika til skúlabrúks, Litfloru, Fuglar í Norðurhøvum og Heimsatlas. Læs resten →