KÍF og VÍF eru í løtuni bestu boðini at náa FM-finalurnar

Sum KÍF og VÍF spæla í løtuni eru hesi liðini bestu boðini at náa FM-finalurinar, sigur Finnur.

Sum KÍF og VÍF spæla í løtuni eru hesi liðini bestu boðini at náa FM-finalurinar, heldur Finnur.

Eg havi vent mær til Finn Hansson spælandi venjara hjá Kyndli og spurt hann, hvørji manslið í bestu deildini koma í FM-finalurnar, sjálvt um vit bara eru í øðrum umfarinum í grundspælinum. – Sum liðini spæla í løtuni, so fer KÍF við fyrsta plássinum og VÍF við øðrum plássinum, men hetta kann sjálvandi broytast, tí liðini skulu jú spæla fýra dystir hvørt ímóti øðrum í grundspælinum, sigur Finnur.

Finnur heldur, at vit í Føroyum gloyma skoringprosentini hjá spælarum. (Mynd Álvur)

Finnur heldur, at vit í Føroyum gloyma skoringprosentini hjá spælarum. (Mynd Álvur)

Mansliðini í bestu deildini spæla í løtuni í øðrum umfari í grundspælinum, men ábendingar eru at hóma, hvørji lið hava besta møguleikan at koma í FM-finalurnar. Tá ið liðini spæla fýra dystir hvørt ímóti øðrum, hava vit sæð áður, at summi lið byrja ikki kappingina væl, men mennast sum kappingin líður ella eftir nýggjár. Áhugavert er, at øll liðini hava tapt dystir, og at nógvir dystir hava verið ótrúliga javnar.

Eg havi biðið Finn Hansson siga nøkur orð um kappingina higartil, og Finnur sigur: – KÍF er lítil favorittur at fáa annað FM-finaluplássið, tí liðið higartil í kappingini hevur hægri botnstøði enn hini liðini, sjálvt tá KÍFliðið ikki spælir væl. Men KÍF hevur tó tapti tveir dystir ein ímóti Kyndli í Kollafirði og ein ímóti H71 í Hoyvík.

H71 liðið stendur og fellur við Bogdan, sum skjýtur nógv mál og heldur liðnum inni í dystunum og harvið kappingini. Í Føroyum tosa fólk bara um, hvussu nógv mál ávísur spælari skjýtur, men gloyma, hvussu nógv skot spælarin skjýtur til tess at fáa hesi málini. Í Íslandi tosa vit um skoringsprosent hjá spælarum. Bogdan skjýtur kanska eina 25-30 skot til tess at fáa tíggju mál. Og tá ið H71 bara fær tjúgu mál ímóti Neistanum, hevur H71 ikki nóg gott álop.

Og tað sama kunnu vit siga um neistamenn, har stríðsandin, verjan og málverjin eru allar sterkastu vápnini. Tjúgu mál ímóti H71 sigur okkum, at álopsspælið hjá neistamonnum ikki er nóg gott. Tosa vit um gott álopsspæl, skulu lið skjóta eini tretivu mál, har fleiri spælarar hava skotið eini fýra fimm mál. Neistaliðið er sárbært, tí fellur stríðsandin bara eitt sindur og kanska eisini verjuspælið, so er tap í hendi. Hetta sóu vit, tá ið liðið tapti stórt fyri VÍF.

Bogdan Florea er toppskjútti í kappingini.

Bogdan Florea er toppskjútti í kappingini.

VÍF hevur breiðasta hópin, men liðið má dúva ov nógv á Filip. VÍF hevur tríggjar ungur framúrskarandi spælarar sum veruliga hava gjørt munin higartil í kappingini. Størri mun, at enn vestmenningar roknaðu við frá byrjan. Sum VÌF spælir í løtuni, er liðið lítil favorittur at fáa seinna FM-finaluplássið.

StÍF hevur gott lið við góðum spælarum á øllum plássum, men liðið er alt ov óstøðugt og serliga á útivølli. Góð samanseting av eldri og yngri spælarum. Tað snýnist, sum liðið veruliga setir seg upp til heimadystirnar og steypadystirnar, men tað haldar á útivølli. Ja, og so hevur Sveinur nógv at siga á StíF liðnum.

Neistamenn skjóta ov fá mál, og StÍF er ov óstøðugt á  útivølli.

Neistamenn skjóta ov fá mál, og StÍF er ov óstøðugt á útivølli.

So er tað Team Klaksvík og Kyndil. Team Klaksvík hevur smalan hóp, og skal liðið fáa góð úrslit, mugu í hvørfall Igor, Zarko, Sámal og linjuspælarin Dánjal Kjærbo spæla væl. Haltar hjá einum ella tveimum av teimum, so fellur botnstøðið beinanvegin.

Kyndilsliðið hevur góða manning samansett av nøkrum eldri og fleiri evnaríkum yngri spælarum, men vit hava ikki enn fingið útloyst allar dygdirnar hjá spælarunum og vit eru sjálvandi ikki higartil nøgdir við gongdini í øllum dystunum, sigur Finnur Hansson at enda.

Alt omanfyri er sjálvandi gitingar og metingar, men ábendingarnar eru at hóma. Sjálvur haldi eg, at KÍF sær út at vera besta boðið um fyrra finaluplássið. Seinna finaluplássið er meira ivasamt, men sum liðini spæla í løtuni, sigi eg sum Finnur, at VÍF er lítil favorittur at vinna sær seinna finaluplássið.

Men alt kann broytast, og tað hava vit sæð aður, tí liðini standa og falla við nøkrum lyklaspælaraum, sum liðini ikki kunnu vera fyri uttan. Fær H71 tildømis góðan spælara aftur úr Danmark, sum liðið fekk tað eina árið, ja, so er H71 knappliga gott boð at koma í FM-finalurnar. Ella missir KÍF ella VÍF eina av lyklaspælarunum, so er liðini knappliga í vanda at missa møguligt FM-finalupláss. (Vagnur)

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 8 238 191 47 12
2 VÍF 8 244 214 30 10
3 H71 8 212 208 4 9
4 Neistin 7 177 187 -10 9
5 StÍF 8 215 218 -3 6
6 Kyndil 7 170 177 -7 6
7 Team Klaksvík 8 200 261 -61 2

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *