Kári Horn gevst vegna sjúku at venja neistakvinnur

Kári Horn er góður venjari og brennur fyri hondbóltsspælinum. (Mynd Álvur)

Kári Horn er góður venjari og brennur fyri hondbóltsspælinum. (Mynd Álvur)

Tað kom dátt við, tá ið Kári Horn í gjár boðaði neistakvinnum frá, at hann mátti gevast at venja neistakvinnur, og at dysturin ímóti VÍF í Vestmanna sunnudagin er seinasti arbeiðsdagur sum venjari á hesum sinni. – Eg havi eina kroniska tarmsjúku, og læknin hevur biðið meg gevast beinanvegin at arbeiða sum venjari. Eg eri ótrúliga keddur, tí eg brenni fyri hondbólsspælinum, og mær dámar væl at venja neistakvinnur, sigur Kári.

– Eg havi áður havt feril av tarmsjúkuni, sum eitur “Colitis – ulcerosa” á føroyskum kroniskur tarmbruni. Men í dystinum ímóti StÍF herfyri, fekk eg eitt magaherðindi og var so mikið illa fyri, at eg spýði. Leiðin gekk til lækna í magasjúkum, og hann staðfesti, at eg hevði nevndu magasjúkuna.

Kári Horn er fyrikomandi og fittur persónur. Vónandi síggja vit hann skjótt aftur sum venjara. (Mynd Vagnur)

Kári Horn er fyrikomandi og fittur persónur. Vónandi síggja vit hann skjótt aftur sum venjara. (Mynd Vagnur)

– Lækni segði mær, at tað var so umráðandi at lofta sjúkuni beinanvegin, og at eg mátti ansa mær og ikki gerast strongdur. Eg eri byrjaður í nýggjum arbeiði, havi vant neistakvinnur og skal verða pápi í januar mánað. Óivað eri eg strongdur í kroppinum, men eg havi ikki følt meg strongdan í gerandisdegnum. Henda strongdin hevur óivað gjørt, at sjúkan er brotin út.

– Sjúkan er í trimum stigum, og eg eri nú í fyrsta stiginum. Eg var til kanningar mikudagin, hósdagin og fríggjadagin í seinastu viku, og eftir hesar kanningar var avgerðin tikin, at eg mátti gevast sum neistavenjari, sigur Kári.

Neistakvinnur eru í trongum skóm í løtuni, tí málverjin er eitt sindur skaddur, tað er Marjun Danberg eisini, og nú gevst Kári sum venjari. Eg havi í dag frætt, at hjálparvenjarin Flemming Raben ikki ynskir at gerast høvuðsvenjari, og at aðrir venjarar eisini eru spurdir um at venja neistakvinnur, men enn er eingin loysn funnin. Eg spyrji eisini Kára, um hann er keddur at gevast sum venjari?

– Tú kanst ikki ímynda tær, hvussu keddur eg eri. Eg fekk fyrst møguleikan at venja VB-kvinnur næstseinasta kappingarár, og seinasta kappingarár vandi eg neistakvinnur, sum vunnu bæði steypakappingina og FM-heitið. Í vetur fór eg so undir nýggja avbjóðing uttan Barbaru Brauer, men annars við einum góðum spælarahópi.

– Nú skal eg fyrst fáa bilbukt við tarmsjúkuna, sum eg skal læra at liva við. Eg brenni fyri hondbóltsspælinum, og eg vóni einaferð seinni aftur at arbeiða sum venjari, tí mær dámar so væl venjarastarvið, sigur Kári at enda.

Neistakvinnur spæla sunnudagin ímóti VÍF í Vestmanna, og tá stendur Kári fyri seinastu ferð á hesum sinni á síðulinjuni. Sunnudagin í aðru viku spæla neistakvinnur ímóti Kyndli, men tá er eingin Kári í neistahópinum. Heilsan er tað týdningarmiklasta hjá okkum menniskjum, tí er ótrúliga  neyðugt, at vit lurta eftir “signalunum” tá ið kroppurin sigur frá, og tað er júst tað, Kári Horn hevur gjørt. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *