Seinnapartin mikudagin kom eg fram við í SMS, har forvitnislig framsýning var í sambandi við, at tríggir rithøvundar um kvøldið skuldu siga frá bókum sínum um fiskivinnu. Mitt á gólvinum stóð gamal tríbekkur. Eg sat eina løtu á einum beinki og eygleiddi, um fólk høvdu áhuga fyri gamla bátinum, sum ikki longur sæst á vágunum kring landið. Eg legði til merkis, at serliga fleiri smádreingir steðgaðu við bátin, og onkur fór í bátinum. Sá onga gentu, sum sýndi bátinum áhuga. Eg hitti fittan smádrong. Læs resten
Suðuroyggin má og skal hava eitt fótbóltslið í EFFO deildini
Ì august mánað í fjør skrivaði eg niðanfyri grein á heimasíðuni. TB og VB vóru tá bæði í EFFO deildini, men TB megnaði akkurát halda seg í deildini, meðan VB flutti í 1. deild. Fyri kortum endaði fótbótlslandskappingin, og bæði Suðuroy og Vágar mistu liðið í EFFO deildini. TB og O7Vestur fluttu niður, og hetta er ótrúliga spell. Seks EFFO lið eru nú í Eysturoy, trý í Suðurstremoy og eitt í Klaksvík. Peningur stýrir øllum altjóða fótbólti og eisini føroyskum fótbólti. Peningurin og ger av, hvørji lið liggja ovast á stigatalvuni, har felagskenslur ikki longur er felagsnevnarin hjá spælarum. Greinina niðanfyri skrivaða eg 13. august 2012. Læs resten
Nógvar kvinnur eru ikki í nóg góðari venjing, sigur Claus
Fyrsta umfar av fýra umførum í bestu kvinnudeildini er spælt, og eg havi biðið Claus Rasmussen at sagt nøkur orð um fyrsta umfar. – Tað sæst heilt væl, at nógvar kvinnur ætla sær at spæla seg í venjing, tí venjingarstøðan hjá nógvum spælarum er alt, alt ov vánalig. Kyndil, sum ikki hevur besta hópin, eigur oddasessin eftir fyrsta umfar, tí kyndilsliðið er nógv bestu venjing. Tær verja hart og eru ikki bangnar at verja frammi á vøllinum, og tær renna skjótt aftur, tí er Kyndil oddalið í løtuni. VÍF hevur best mannaða spælarahópin, sigur Claus. Læs resten
Meiningahornið – Fólkaflokkurin kostar atkvøður
Á síðu tvey í Sosialinum fríggjadagin stendur áhugaverd yvirskrift: Fólkaflokkurin kostar atkvøður. Í greinastubbanum verður farið aftur í tíðina, har víst verður á, hvussu nógvar atkvøður Javnaðarflokkurin hevur mist í prosentum í samstarvi við Fólkaflokkin. At enda spyr blaðið, hvussu tað ber til, at Javnaðarflokkurin altíð missir atkvøður í samstarvi við Fólkaflokkin?. Í míni politisku verð er svarið ógvuliga einfalt. Fólkaflokkurin er ein nógv betir skipaður flokkur enn Javnaðarflokkinum, og tann harða kjarnan í Fólkaflokkinum dugur politiska handverkið nógv betur enn tey í Javnaðarflokkinum. Læs resten
Eg var blivin troytt av ringum í nalva, oyrum og tungu
Í seinnu greinini um tatoveringar havi eg hitt 22 ára gomlu Rebekku á Neystabø Jacobsen, og havi spurt hana, hví hon í 2010 fekk sær fyrstu tatoveringina, og at hon í desember mánað kanska skal hava Dia Jacobsen at tatovera sær fjórðu tatoveringina. – Eg var troytt av ringum og smúkkum í tungu, nalva og oyrum, sum mangan duttu úr festinum, at nú vildi eg hava eina varandi loysn. Tí valdi eg fyrstu tatoveringina, sigur Rebekka. Læs resten
KÍF, VÍF ella Kyndil koma í FM-finalurnar, heldur Claus
Claus Rasmussen fylgir væl við í hondbólti og hevur sæð øll liðini í bestu deildini spælt. Eg havi biðið hann siga eitt sindur um tey sjey liðini og eisini meta um, hvørji lið hava besta møguleikan at koma í FM-finalurnar. – VÌF hevur breiðasta spælarahópin, og fær venjarin Gerster álopsspælið á rigga, so kann VÍF enda ovast í grundspælinum. Besta vápnið hjá KÍF eru skjótálopini, meðan Kyndil stendur og fellur við, um Finnur Hansson og David Edvardsen spæla allar dystirnar, sigur Claus millum annað. Læs resten
HB føroyameistari – Borgarstjórin er nú farin alt, alt ov langt
HB er føroyameistari, alt gott um tað og til lukku við heitinum. Tórshavnar kommuna skipar fyri móttøku á Vaglinum og einum døgurða fyri HB spælarum og hjálparfólkum í Müllers pakkhúsi. Alt hetta er frálíkt og góð átøk, sum Tórshavnar kommuna tók stig til fyri nøkrum árum síðani. Men tá ið Tórshavnar kommuna setir býbussarnar í Havn at koyra HB viðhaldsfólk ókeypis til Runavíkar til dystin millum NSÍ og HB, er Tórshavnar kommuna við borgarstjóranum á odda farin alt, alt ov langt. Tí hvar er greinsan, hvat býbussarnir kunnu brúkast til? Læs resten
Terji Reinert Jacobsen smíðar vestmenningum nýtt 5-mannafar

Terji skal smíða vestmenningum nýtt 5-mannafar. Her er Terji júst liðugur við Títling í 2008. (Mynd Vagnur)
Havfrúgvin 5-mannafar kvinnur vann FM-heitið í 2012 og 2013. Báturin, kvinnurnar róðu við, var Katla, sum varð lándur frá Árnafjarðar Róðrarfelag. Terji Reinert Jacobsen hevur smíðað fýra kappróðrarbátar, og ein av teimum er 5-mannafarið Katla hjá Árnafjarðar Róðrarfelag. – Kvinnurnar umborð á Havfúnni/Katlu vóru so mikið væl nøgdar við bátin, at tær vildu hava Terja at smíða teimum nýggja bátin, sigur Finnur Johannesen formaður í róðrardeildini í VÍF. Læs resten
Nakrir viðmerkingar um bestu kvinnudeildina í hondbólti
“Stigatalvan lýgur ikki” verður mangan tikið til, og rætt er tað. Tí var eg spentur, hvussu fór at gangast í kvinnudystinum í gjárkvøldið millum Neistan og VÍF. Ein sálarligur lagnudystur fyri neistakvinnur, tí fyri dystin vóru neistakvinnur niðast í deildini, men høvdu tó spælt færri dystir enn onnur lið. Tá ið eg fór frá húsum at vitja mammu mína á Ellisheiminum, sá eg, at Neistin var á odda 4-1. Seinni um kvøldið fekk eg sms, at neistakvinnur vunnið 28-26. Frálíkt, hugsaði eg, tí serliga hesin dystur fer at venda gongdini hjá neistakvinnum. Læs resten
Argja Róðrarfelag fær nýtt 10-mannafar og nýggjan Lóm
Argja Róðrarfelag hevur gjørt avtalu við bátasmiðin Sámal Hansen úr Runavík um at smíða felagnum nýtt 10-mannafar og nýggjan Lóm, sum broytnaði í nógva vindinum í sambandi við varmakelduróðurin í summar. Argja Róðrarfelag fekk 10-mannafarið Hoyvíking frá hoyvíkingum við treytini, at báturin skuldi eita Hoyvíkingur. Ì míni róðrarverð er heilt burturvið, at reytt 10-mannafar á Argjum eitur Hoyvíkingur. Ætlanin er, at 8-mannafarið hjá felagnum framhaldandi skal eita Argjabáturin, men so er at finna nýtt navn til 10-mannafarið, sum hevur tilknýti til Argir og hevur í hvørfall navnið Argja í navninum. Gev nýggja 10-mannafarinum navnið Argjadrekin. Læs resten








