Meiningahornið – Fólkaflokkurin kostar atkvøður

Fólkaflokkurin hevur maktina í Føroyum. (Mynd Vagnur)

Fólkaflokkurin hevur politiska valdið í Føroyum. (Mynd Vagnur)

Á síðu tvey í Sosialinum fríggjadagin stendur áhugaverd yvirskrift: Fólkaflokkurin kostar atkvøður. Í greinastubbanum verður farið aftur í tíðina, har víst verður á, hvussu nógvar atkvøður Javnaðarflokkurin hevur mist í prosentum í samstarvi við Fólkaflokkin. At enda spyr blaðið, hvussu tað ber til, at Javnaðarflokkurin altíð missir atkvøður í samstarvi við Fólkaflokkin?. Í míni politisku verð er svarið ógvuliga einfalt. Fólkaflokkurin er ein nógv betir skipaður flokkur enn Javnaðarflokkinum, og tann harða kjarnan í Fólkaflokkinum dugur politiska handverkið nógv betur enn tey í Javnaðarflokkinum.

Áðrenn eg skrivi orðini hesuferð í Meiningahorninum, vil eg siga, at eg havi ongantíð valt Fólkaflokkin, og mær dámar slett ikki miðvísu høgru snaringina í føroyskum politikki, sum er farið fram serliga seinastu tvey árini. Høgra snaringin við millum annað flatskattinum grevur alt ov djúpa grøv millum tey vælbjargaðu og tey minni vælbjargaðu í okkara samfelagi. Hetta er óheppin gongd, tí tey lágløntu í Føroyum er ónøgd, og hetta er eisini ein av orsøkunum, at nógvar ungar kvinnur og serliga ungar einligar kvinnur við børnum leita til betri møguleikar í Danmark.

Eingin ivi er um, at Fólkaflokkurin hevur valdið í Føroyum. Flokkurin situr á pengakassanum og einsamallur fólkafloksmaður situr við øllum fiskitilfeinginum. Fólkaflokkurin situr eisini á almennaverkinum, sum er størsti útreiðslurposturin hjá landskassanum. Orsøkiin, at Fólkaflokkurin hevur havt politisku valdið í Føroyum seinastu tjúgu árini er, at harða kjarnan í Fólkaflokkinum dugur betur politiska handverkið enn flestu í hinum flokkinum. Fólkaflokkurin hevur dugað at gjørt sær dælt av, tí tá ið klandur og stríð valdar í øðrum flokkum. Tey í Fólkaflokkinum duga betur at vera kvirr og bíða eftir røttu løtuni. Eysturoyartunnilin er bara eitt av nógvum málum.   

Nú er Gerhald Lognberg farin úr Javnaðarflokkinum, sum var væntandi, og kanska fer Kristin Mikkelsen av Tvøroyri sama veg. Trupulleikin hjá Javnaðarflokkinum er, at Gerhard og Kristin eru ikki skúlaðir javnaðarmenn ella rættari sagt ikki uppvaksnir í Javnaðarflokkinum. Gerard kom úr Sambandsflokkinum og Kristin úr Tjóðveldisflokkinum, og fyri okkum á síðulinjuni, hava hesir báðir frá byrjan slett ikki funnið seg nóg væl í flokkinum. Javnaðarflokkurin tekur hesa uppgerð nú, so flokkurin kann fyrireika seg til næsa løgtingsval uttan klandur og stríð innanborða.

Og so aftur til yvirskriftina í Sosialinum. Høvuðsorsøkin, at Javnaðarflokkurin seinasta løgtingsval tódnaði niður í 17,7% kunnu tey takka Jóannesi Ejdesgaard fyri, tí táverandi løgmaður snaraði Javnaðarflokkin til høgru beint í fangið á Fólkaflokkinum, og serliga fagfeløgini vóru tá í øðini inn á leiðsluna í Javnaðarflokkinum. Fara vit so til fullveldissamgonguna á sinni, so fekk Fólkaflokkurin løgmann og hevði alt valdið, sjálvt um Tjóðveldisflokkurin var størsti flokkur. Fólkaflokkurin við Annfinni Kallsberg á odda gjørdi sær eisini dælt av, at tey klandraðust í Tjóðveldisflokkinum.

Hvørt mansbarn í Føroyum veit, at tað er ikki Sambandsflokkurin við Kaj Leo sum løgmanni, sum ræður fyri borgum í Føroyum, tað ger Fólkaflokkurin. Besta dømi er Eysturoyartunnilin, har Fólkaflokkurin sat kvirrur, meðan løgmaður og Kári Højgaard stóðu fyri skotum í fjølmiðlunum. Úrslitið gjørdist, at Kári Højgaard var koyrdur frá sum landsstýrismaður, og Jørgin Niclasen koma sita eftir við tunnilsmálinum. Hetta er ein afturvendandi grammifonpláta í føroyskum politikki, tí vit minnast eisini, hvussu úrslitið gjørdist eftir við seinasta løgtingsval. Tá sat Fólkaflokkuirn eisini kvirrur og bíðaði eftir møguleikanum.

At enda kann sigast, at Fólkaflokkurin hevur serliga støðu í føroyskum politikki, tí Tjóðveldi kann ikki arbeiða saman við Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, og Javnaðarflokkurin boðaði frá, at hann fer ikki í samgongu við Fólkaflokkin, og so eru ikki nógvir møguleikar eftir at skipa samgongu, tá ið talan eru um stóru flokkarnar. Tvey ár eru til næsta løgtingsval og spennandi verður at fylgja gongdini. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *