Í seinnu greinini um tatoveringar havi eg hitt 22 ára gomlu Rebekku á Neystabø Jacobsen, og havi spurt hana, hví hon í 2010 fekk sær fyrstu tatoveringina, og at hon í desember mánað kanska skal hava Dia Jacobsen at tatovera sær fjórðu tatoveringina. – Eg var troytt av ringum og smúkkum í tungu, nalva og oyrum, sum mangan duttu úr festinum, at nú vildi eg hava eina varandi loysn. Tí valdi eg fyrstu tatoveringina, sigur Rebekka.
Eg hitti Rebekku eftir arbeiðstíð í SMS, har hon arbeiðir í klædnahandli. Rebekka venur nógv og arbeiðir eisini sum fitnessvenjari um kvøldarnar. Fyrstu ferð eg sá Rebekku var í bláum kappróðrarbáti fyri fimm árum síðani, og á ólavsøku róði hon við 5-mannafarinum Drekanum kvinnur.
Vit bæði seta okkum á ein bonk, og eg spyrji hana fyrst, hvat fekk hana at fáa sær tatoveringar á holdið. Rebekka sýntist at vera meira enn fegin um sínar tatoveringar, og eg má siga, at serliga fuglarnir á øðrum arminum eru vakrir.
– Eg var troytt av ringum/smúkkum í nalva, tungu og oyrum, sum mangan duttu úr festinum, tí gjørdi eg eina roynd við fyrstu tatoveringini, har eg skrivaði navnið á systur míni á ein fingur. Summi fáa tatovera føðingardag og árstal sum fyrstu tatovering, men hetta skilji eg slett ikki. Vit kunnu siga, at eg valdi tatovering á fingurin ístaðin fyri ein ring.
– Tatoveringin á síðuni hevur serliga søgu, tí ein vinkona og eg skuldu út at ferðast, og vit vildu hava eitt varandi minni um ferðina, tí fingu vit tatovera somu tatovering á síðuni sum minni um ferðina og góða vinalagið.
– Triðju tatovering fekk eg á høgra arm, sum eg eri sera fegin um, og sum eg haldi er vøkur. Hugburðurin hjá eldri fólkum er mangan, at tey eru ímóti, at ungfólk lata seg tatovera, men fleiri konur, sum koma at keypa í handlinum, halda, at júst henda tatoveringin er vøkur. Eg haldi, at hugburðurin um at lata seg tatovera er broyttur seinnu árini. Fólk eru ikki so fordømandi longur, sigur Rebekka.

Vinkonurnar báðar fingu tatoverað á síðuni sum minni um gott vinalag og ferðina í l Turkalandi. (Mynd Vagnur)
Eftir ferðina í Vestmanna og prátið við Rebekku, havi eg broytt meining um tatovering. Tað er himmalvíður munur at síggja vakrar smáar tatoveringar, og so síggja tildømis danska fótbóltsspælaran Daniel Agger, sum er svartur um báðar armarnar. Hetta er ikki vakurt í mínum eygum. Ella at síggja í sjónvarpi bandalimir í ymsum fongslum í Suður Amerika, sum eru tatoveraðir um allan kroppin, og summir eisini í andlitinum. Hetta er púra ørt í míni verð.
Men aftur til Rebekku og fjórðu tatoveringina, sum hon kanska fær gjørt í desember mánað. Fyrst spyrji eg Rebekku, um foreldrini er fegin um tatoveringarnar. – Foreldrini halda ikki, at eg skal tatovera á holdið, men tey vita eisini, at eg geri tað kortini. Tú spyrt um sløg av tatoveringum. Mannagongdin er mangan, at tú kemur til tatovørin við hugskoti, og so leggur tatovørurin lag á, so vit í felag koma fram til tatoveringina.
– Fjórða tatoveringin, sum eg skal hava aftanfyri á hálsinum, skulu vera tveir mussar hjá mammu og babba við síðuna av einum hjarta, sum minna meg um foreldur míni. Annars livi eg í nú-inum, tá ið tað snýr um tatoveringar og hugsi ikki um, hvussu mínar tatoveringarnar síggja út um kanska hálvthundrað ár. Mær dámar væl mínar tatoveringar, og tað er tað týdningarmiklasta.
– Tú spyrt um kostna? Minsti kostnaður er 500 krónur, sum er eitt byrjunargjald, sjálvt um bara eitt orð skal tatoverast. Mínar tatoveringar kosta millum 1500 til 2000 krónur hvør, men ikki tann á fingrinum, sum kostaði minni. Móti er eisini partur í tatoveringini, tí eg kann tildømis nevna, at áður vildu nógvar gentur/kvinnur hava “amagernummarplátu” á lendunum, men hetta fyribrigdi er farið av móta, sigur Rebekka at enda.
Ja, nú veit eg meira um tatovering, og eingin ivi er um, at mín hugburður er broyttur eitt sindur. Einki er at ivast um, at fólk skulu hugsa seg væl um, tá ið avgerðing skal takast. Her hugsi eg um, hvussu stór tatoveringin skal vera, og hvar hon skal tatoverast á holdinum. Donsk reglugerð er um tatovering, men hon er ikki galdandi í Føroyum og Grønlandi. Millum annað sigur danska reglugerðin, at ung undir átjan ár kunnu ikki fáa tatoveringar, og ikki er loyvt hjá tatovørinum at tatovera á fingrar og í andlitið: (Vagnur)




