KÍF, VÍF ella Kyndil koma í FM-finalurnar, heldur Claus

KÍF verður annað liðið í FM-finalunum, heldur Claus.

KÍF verður annað liðið í FM-finalunum, heldur Claus.

Claus Rasmussen fylgir væl við í hondbólti og hevur sæð øll liðini í bestu deildini spælt. Eg havi biðið hann siga eitt sindur um tey sjey liðini og eisini meta um, hvørji lið hava besta møguleikan at koma í FM-finalurnar. – VÌF hevur breiðasta spælarahópin, og fær venjarin Gerster álopsspælið á rigga, so kann VÍF enda ovast í grundspælinum. Besta vápnið hjá KÍF eru skjótálopini, meðan Kyndil stendur og fellur við, um Finnur Hansson og David Edvardsen spæla allar dystirnar, sigur Claus millum annað.

Claus fylgir væl við og hevur sæð øll liðini spælt. (Mynd Vagnur)

Claus fylgir væl við og hevur sæð øll liðini spælt. (Mynd Vagnur)

Team Klaksvík: Tað er spell, at Beinur Heðinsson ikki spælir við Team Klaksvík, tí hann hevði verið gull verdur í vetur. Liðið hevur tveir góðar útlendingar, men nú eru hini liðini farin at verja mest sum 4-2 ímóti Team Klaksvík, og steðgar álopið hjá Team Klaksvík tí mest sum upp. Sámal á Tjaldrafløtti Olsen er har, men ein Beinur aftrat hevði styrkt liðið munandi. Team Klaksvík fer at fáa stig í vetur, men liðið verður niðast ella næstniðast á stigatalvuni, tá ið grundspælið er av.

StÌF: Nú hoyrdu vit, at Sveinur Justinussen er vorðin skaddur og kann ikki spæla í tríggjar vikur. Sveinur er besti álopsspælin í landinum, og hann hevur ótrúliga stóran týdning fyri liðið. Uttan Svein fer liðið at tapa dystir serliga á útivølli. Jónleif Sólsker er nýggjur venjari, og tað tekur tíð hjá honum at fáa liðið at spæla, sum hann vil. Tað er altíð áhugavert at síggja StÍF spæla, tí hvørt ár kemur onkur ungur góður spælari undan kavi. VIð Sveini á liðnum, kann StÍF vinna øll lið serliga á heimavølli, men brekkan verður brøtt at koma í FM-finalurnar, tí StÍF missur mangan ov nógv stig á útivølli. Eingin ivi er tó um, at vit aftur í vetur síggja StÍF í steypafinaluni.

Kyndil: Kyndil hevu smalasta spælarahópin, har teir fyrstu seks spælararnir standa mát. Men so eru ov fáir nóg góðir spælarar á beinkinum. Liðið stendur og fellur við skjúttunum Finni Hansson og Davidi Edvardsen. Missir liðið bara annan spælaran vegna skaða, so viknar liðið so mikið, at liðið kemur ikki í FM-finalurinar. Men spæla báðir, endar liðið millum trý tey ovastu liðini í grundspælinum.

VÌF hevur breiðast hópin í deildini. (Mynd Álvur)

VÌF hevur breiðasta hópin í deildini. (Mynd Álvur)

H71: Liðið er viknað siðani í fjør, serliga tí Rógvi Sørensen og Poul Kjartan eru farnir av liðnum. Tað sýnist, sum spælarar ikki taka ábyrgd og leggja alt ov nógva ábyrgd yvir á Bogdan. Miðverjan er ikki eins sterk og seinasta kappingarár, og álopsspælið er heldur ikki nóg gott. H71 hevur altíð spælt skjótt álopsspæl, men nú síggi eg, at liðið til tíðir spælir mest sum gangandi álopsspæl. H71 liðið er viknað nakað, og nógv skal broytast á liðnum, ætlar liðið sær í FM-finalurnar.

Neistin: Allar besta vápnið hjá neistamonnum er verjan, málverjin og áræðið. Liðið vann triggjar teir fyrstu dystirnar, men góði stimin er steðgaður, tí liðið hevur ikki nóg gott álop. Snávar verjar bara eitt sindur, so tapir liðið dystin, tí liðið skjýtur ov fá mál. Á liðnum er nógv ungir raskir spælarar, men eftir míni metan er fleiri spælarar ikki í nóg góðari venjing. Eg haldi ikki, eg fari skeivur, tá ið eg sigi, at tá ið grundspælið er av, er Neistin næstniðast á stigatalvuni. Tá ið tað er sagt, fara neistamenn eins og seinasta kappingarár at vinna dystir á bestu liðunum.

KÍF: Venjarin Jacob Jónsson hevur broytt spælið hjá KÍF liðnum siðani Jan Ottosen tiðina. Besta vápnið hjá KÍF er skjótálopini, og tá ið mótstøðuliðini megna at stegða skjótálopunum hjá KÍF, kann liðið vinnast, tí skipaða álopsspælið hjá liðnum er slett ikki nóg gott. Hetta sást, tá ið Kyndil vann í Kollafirði, og vit vóru vitni til málfátækan dyst. Eingin ivi er um, at KÍF spælir FM-finalur í mars mánað næsta ár. Tó verður liðið ikki so einaráðandi í grundspælinum sum seinasta vetur.

Bæði H71 og Neistin fáa trupulleikar at náa toppin í vetur, heldur Claus.

Bæði H71 og Neistin fáa trupulleikar at náa toppin í vetur, heldur Claus.

VÍF: Fær Gerster venjari alt at rigga í Vestmanna í vetur, so er VÍF kanska ovasta liðið, tá ið grundspæliði er av. Tí VÍF hevur breiðast spælarahópin í deildini. Har eru tveir góðir spælarar til hvørt plássið, og nógvir frálíkir ungir spælarar eru eisini í hópinum. Eg rokni tí við, at VÍF liðið fer at mennast heilt nógv, sum kappingin líður og er mítt besta boð at spæla FM-finalurnar. Liðið hevur eisini tríggjar frálíkar málverjar til at taka. Men tað er framvegis Filip, sum ger munin. Eg haldi, at Gerster hevur dugað at fingið Filip at taka ábyrgd ikki bara fyri sær sjálvum men eisini fyri alt liðið.

Taka vit samanum tað, eg havi sagt omanfyri, so meti eg, at KÍF, VÍF ella Kyndil fara at spæla FM-finalurin í mars mánað næsta ár. Men tá ið tað er sagt, so standa og falla øll liðini við nøkrum lyklaspælarum sum tildømis Sveini hjá StÍF. Liðini kunnu vikna heilt nógv, missa liðini bara eina “stjørnu” og tá broytist myndin sjálvandi, sigur Claus at enda. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *