Fyrsta umfar av fýra umførum í bestu kvinnudeildini er spælt, og eg havi biðið Claus Rasmussen at sagt nøkur orð um fyrsta umfar. – Tað sæst heilt væl, at nógvar kvinnur ætla sær at spæla seg í venjing, tí venjingarstøðan hjá nógvum spælarum er alt, alt ov vánalig. Kyndil, sum ikki hevur besta hópin, eigur oddasessin eftir fyrsta umfar, tí kyndilsliðið er nógv bestu venjing. Tær verja hart og eru ikki bangnar at verja frammi á vøllinum, og tær renna skjótt aftur, tí er Kyndil oddalið í løtuni. VÍF hevur best mannaða spælarahópin, sigur Claus.
Kyndil: Sum sagt omanfyri, so er Kyndil á odda eftir fyrsta umfar og fimm dystir. Hetta kemur ikki óvart á meg, tí Kyndil hevur fyrireikað seg væl til kappingina. Tær yngru spælararnir eru vorðnir eitt ár eldri, liðið hevur fingið Kristinu í málið, og Simona er í nógvar betri venjing enn í vár. Allir spælararnir er í “toppformi”, liðið verjur hart og mangan frammi á vølllinum. Og serliga leggi eg merkii til, at hini liðini fáa mest sum eingi skjótálop ímóti Kyndil, tí spælararnir og serliga vengrirnir eru skjótir aftir at verja. Og so brúkar liðið nógv at mansverja. Tað sigur nógv, at einki lið hevur skotið meira enn tjúgu mál ímóti Kyndli.
VB: Eg sá dystin millum VÍF og VB í Vestmanna, og dystin kom VB ikki væl frá. Tað sýnist, at spæla báðir útlendingarnir ikki væl, so snávar liðið og serliga á útivølli, har botnlinjan er alt ov lág. VB spælararnir sýntist “nevøsir” í Vestmanna, men havast skal eisini í huga, at nógvir ungir spælarar eru á VB liðnum. Og so eru málverjarnir ov óstøðugir. Í Vestmanna tóku málverjarnir millum lítið og einki, meðan tildømis í dystinum ímóti Neistanum í Vági, sum VB vann, stóðu málverjin væl. Skal VB upp á toppin, so mugu tey fáa hækkað botnlinjuna serliga á útivølli.
VÍF: Eingin ivi eru um, at við góðu manningini átti VÍF at fingið nógv meira burturúr í fyrsta umfari. Liðið fekk avsmurning í Havn ímóti Kyndil, har bara trettan mál vórðu skotin, og so tapti liðið eisini fyri Neistanum. Tað sýnist at ganga nógv betur á heimavølli. VÍF hevur besta og breiðasta hópin í deildini, góðir spælarar eru á øllum plássum, og beinkinum sita eisini góðir spælarar. Men venjingarstøðan hjá nógvum VÍF spælarum er ikki nóg góð, og tær halda kanska, at liðið skal spæla seg í venjing. VÍF er gott boð um at koma í FM-finalurnar. Næsti dystur hjá VÌF er ímóti Kyndli í Vestmanna, og hetta gerst ein ótrúliga spennandi dystur, sum eisini fer at lýsa veruliga styrkina hjá VÍF og Kyndli.
StÍF: Liðið kemur ikki í FM-finalurnar, tí serliga botnlinjan á útivølli er alt, alt ov lág. Á liðnum eru nógvir ungir spælarar umframt nakrir royndir spælarar millum annað Rebekka. Hjá StÍF sýnist tað at vera antin ella. Tær stríddust ótrúliga væl og vunnu á Stjørnuni, men so tapa tær stórt fyri Neistanum, sum spælir javnleik ímóti Stjørnuni. Ikki lætt at gerast klókur um hesi liðini.
Neistin: Vit kunnu siga, at Neistin er eitt nýtt lið við ongari Barbaru og eini langtíðarskaddari Marjuni Danberg. Báðir bakkarnir eru burtur, men tær ungu Eir og Birita klára seg væl á bakkinum. Neistin hevur bara ein nóg góðan málverja í Fríðu, og tað er sera óheppið. Neistin er ikki í somu støðu sum seinastu trý árini, og neistavenjarin má tí arbeiða við mestsum nýggjum neistaliði. Eingin ivi er um, at brekkan verður brøtt hjá neistakvinnum at koma í FM-finalurnar. Tær mugu veruliga stríðast fyri FM-plássinum, og tað veit eg eisini, at tær fara at gera. Tær spældu heilt væl ímóti StÍF sunnudagin.
Stjørnan: Liðið hevur ein livandi útlendskan venjara, sum arbeiðir við nýggjum liði. Stjørnan hevur ov lága botnlinju, tí liðið klárar seg bara væl á heimavølli, har liðið vann á VB, spældi javnt ímóti Neistanum og tapti bara við fimm á málum fyri Kyndli. Spælarahópurin er smalur hjá Stjørnuni, men eg rokni við, at liðið fer at mennast sum kappingin líður. Liðið kemur ikki í FM-finalurnar, men fer at taka stig frá hinum liðunum serliga á heimavølli í Klaksvík.
Tú spyrt, hvat vit kunnu rokna við næstu dystirnar? Fyrst og fremst skulu vit hyggja at dystinum næsta vikuskifti í Vestmanna millum VÍF og Kyndil. Vit skulu minnast til, at Simona hjá Kyndli skeyt tíggju mál ímóti VB, tað vil siga helvtina av málunum. Skal VÍF vinna dystin, má Simona ikki fáa frítt spæl, og eisini verður spennandi, hvussu góða kyndilsverjan fer at standa seg í Vestmanna. Torført at spáa um framtíðina, men eftir næsta umfar eru VÍF og Kyndil toppliðini við Neistanum í hølinum, VB er nummar fýra og síðani Stjørnan og StÍF. Men hetta er alt gitingar, og nú fáa vit at síggja, tí tað sýnist at øll liðini standa og falla við heilt fáum lyklaspælarum, sum skjóta nógv mál, sigur Claus at enda. (Vagnur)
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Kyndil | 5 | 107 | 84 | 23 | 8 |
| 2 | VÍF | 5 | 134 | 110 | 24 | 6 |
| 3 | Neistin | 5 | 122 | 109 | 13 | 6 |
| 4 | VB | 5 | 124 | 126 | -2 | 5 |
| 5 | Stjørnan | 5 | 102 | 121 | -19 | 3 |
| 6 | StÍF | 5 | 100 | 139 | -39 | 2 |


