Ì august mánað í fjør skrivaði eg niðanfyri grein á heimasíðuni. TB og VB vóru tá bæði í EFFO deildini, men TB megnaði akkurát halda seg í deildini, meðan VB flutti í 1. deild. Fyri kortum endaði fótbótlslandskappingin, og bæði Suðuroy og Vágar mistu liðið í EFFO deildini. TB og O7Vestur fluttu niður, og hetta er ótrúliga spell. Seks EFFO lið eru nú í Eysturoy, trý í Suðurstremoy og eitt í Klaksvík. Peningur stýrir øllum altjóða fótbólti og eisini føroyskum fótbólti. Peningurin og ger av, hvørji lið liggja ovast á stigatalvuni, har felagskenslur ikki longur er felagsnevnarin hjá spælarum. Greinina niðanfyri skrivaða eg 13. august 2012.
Suðuroyggin má og skal hava eitt fótbóltslið í EFFO deildini (e)
Tað hevur ótrúliga stóran týdning fyri føroyskan fótbólt, at nógv øki í landinum eru umboðað í bestu deildunum. Í løtuni sær út til, at Suðuroyggin kann missa bæði liðini úr EFFO deildini, og hetta er ótrúliga spell, tí Suðuroyggin skal sjálvandi hava minst eitt lið í EFFO deildini. TB og VB eru jú tvey gomul fótbóltsfeløg, sum hava sett sín dám á føroyskan fótbólt. Sum eg skilji, er eingin vón, at TB og VB leggja saman í eitt felag. – Ein tvøramaður segði mær herfyri, at TB, sum elsta fótbóltsfelagið í landinum, fer altíð at vera eitt sjálvstøðugt fótbóltsfelag.
EFFO kappingin fer nú at lækka ímóti endanum, spældir eru 19 av 27 dystum. Vit hava einki veruligt einsamalt oddalið havt í summar, tí øll liðini hava mist nógv stig. EB/Streymur er á odda við 38 stigum av 57 møguligum, og hetta boðar frá gongdini. Øll liðini hava havt slakt tíðarskeið í kappingini. Míni eygu venda sær serliga í botnin í EFFO deildini, tí har kappast TB, B68 og NSÍ um seinna niðurflytingarplássið, tí FC. Suðuroy má metast at vera farið úr deildini.
Uttan at taka nakað frá NSÍ og B68, so er mín vón, at TB verður verandi í EFFO deildini. TB gjørdi veruligt hál, tá ið liðið í ein mánað á heimavølli vann 1-0 á ÍF, 4-2 á HB og 3-0 á FC. Suðuroy. Og tá ið TB so fjúrtan dagar seinni vann 3-1 á B68, sá knappliga væl út á stigatalvuni. TB hevur higartil vunnið fýra dystir og spælt sjey javnleikir. Serlig kom nýggi fótbóltsvøllurin væl við, tí TB kom í góðan stima á nýggja vøllinum og vann hesar fýra heimadystirnar.
Nú bragdar á Tvøroyri við nýggja uppisjóvarvirkinum, har nógv fólk eru til arbeiðis. Suðuroyggin mátti gjalda dýrt, tá ið kreppan herjaði kring landið fyrst í 90 árunum. Fólkatalið minkaði, tí nóg mikið av arbeiði var ikki at fáa í oynni. Eingin ivi er um, at stóra uppisjóvarvirkið við nógvum arbeiðsplássum eisini fer at ávirka fótbóltin í oynni. Slíkt stórt virksemi smittar av allastaðni eisini á fótbóltin.
Spennandi at fylgja EFFO deildini seinastu átta dystirnar bæði í toppinum og í botninum. Tað sýnist, sum nøkur øki í landinum hava ógvuliga torført at fóta sær í bestu deildunum. Her hugsi eg um Sandoy, Suðuroy og Vágar. Orsøkin er einfald. Fólkagrundarlagið og fráflytingin av unga fólkinum. (Vagnur)

