Ítróttadómstólurin í ÍSF gav sjálvandi Havfrúnni stigini aftur

Tær rógva hugagóður út á málið á ólavsøku, men seinni er lagið í botni. (Mynd Vagnur)

Tær rógva hugagóðar út á málið á ólavsøku, men seinni er lagið í botni. (Mynd Vagnur)

Tað vóru gleðiboð at hoyra, at Ítróttadómstólurin í ÍSF hevur broytt úrskurðin bæði hjá nevndini og dómsnevndini í Róðrarsambandinum. Dómstólurin gav Havfrúnni tey seks stigini aftur, sum báturin vann sær í uppruna róðrinum. – Eg eri ótrúliga glaður, og úrskurðurin hjá dómstólinum prógvar, at ov nógv hol eru í lógarverkinum í RSF, og einki í lógarverkinum gevur nevndunum í RSF at taka strika stigini hjá Havfrúnni á ólavsøku, sigur Finnur Johannesen formaður í Róðrardeildini í VÍF.

Finnur og kona Annfríð, sum         rør við Havfrúnni er sjálvandi væl nøgd við úrskurðin hjá ÍSF-dómstólinum.

Finnur og kona Annfríð, sum rør við Havfrúnni er sjálvandi væl nøgd við úrskurðin hjá ÍSF-dómstólinum.

Heimasíðan www. hvannrok.fo skrivaði nógv um málið um umróðurin hjá 5-mannaførunum við kvinnum á ólavsøku, har Havfrúgvin fekk reytt kort, tí dómararnir søgdu, at manningin hevði tjóðstartað. Havfrúgvin var dømd at missa stigini, men tí betur gjørdist báturin tó føroyameistari.

Kvinnurnar umborð á Havfrúnni vóru sjálvandi í kjallaranum, tí tær mettu seg ikki at hava tjóðstartað, men tað verri var, at báturin misti tey seks stigini, sum báturin vann sær í uppruna róðrinum. VÍF sendi klagu til Róðrarsambandið, men fekk ikki viðhald. Tey sendu síðani klaguna til dómsnevndini í RSF, men fingu heldur ikki viðhald. Síðani sendi VÍF málið í Ítróttadómstólin, sum nú hevur talað:

Úrskurðurin, sum fyllir tríggjar síður, kann allur lesast á heimasíðuni hjá ÍSF. ÍSF dómstólurin er ikki samdur við Róðrarsambandið, at reyða kortið til Havfrúnna í umróðrinum á ólavsøku samstundis merkti, at stigini frá upprunaliga róðrinum vóru strikað. Umróðurin skal bara metast sum kapping, um hvør bátur skal vera nummar eitt og tvey. Ongastaðni í lógarverkinum hjá RSF stendur, at nevndin í RSF hevur loyvi at strika stigini hjá Havfrúnni. Havfrúgvin fekk reytt kort í umróðrinum, tí skal Ørnin hava sjey stig sum nummar eitt og Havfrúgvin hava seks stig sum nummar tvey, sigur ÍSF-dómstólurin.

Eg havi hitt Finn Johannessen, sum hevur verið ógvuliga málrættaður í hesum máli, og sum segði frá byrjan, at málið um neyðugt mátti fara allan vegin. Eg spyrji fyrst Finn, hvussu honum dámar úrskurðin hjá ÍSF-dómstólinum.

Havfrúgvin og Ørnin fara javnir um málið á ólavøku. Tí umróður. (Mynd Vagnur)

Havfrúgvin og Ørnin fara javnir um málið á ólavøku. Tí umróður. (Mynd Vagnur)

– Eg eri ótrúliga glaður og væl nøgdur, og hetta prógvar, at lógarverkið í RSF ikki er nóg gott og við nógvum holum. Drívmegin hjá mær hevur verið frá byrjan, at eg kundi ikki livað við, at kvinnurnar umborð á Havfrúnni vórðu so viðfarnar á ólavsøku. Hetta var botn órættvíst, sum fór fram ímóti kvinnunum, sum høvdu lagt so nógv orku og tíð í venjingna, og at alt skuldi enda soleiðis á Havnarvág á ólavsøku.

–  Og tað var hugstoytt og átaluvert at hoyra formannin í Róðrarsambandinum siga mær beint eftir ólavsøkuróðurin hesi orðini, tá ið eg segði honum, at VÍF fór at senda inn klagu.Tit kunnu senda klagu til RSF, men tit fara einki at fáa burturúr, segði formaðurin. Hetta kann ein formaður ikki tilláta sær siga, tí ein klaga skal ikki viðgerast á bryggjuni í Havn av formanninum, men í nevndini og møguliga seinni í dómsnevndini og ÍSF-dómstólinum.

Havfrúgvin vann FM-heitið. Næsta summar rógva tær í nýggjum báti. (Mynd Álvur)

Havfrúgvin vann FM-heitið. Næsta summar rógva tær í nýggjum báti. (Mynd Álvur)

– Eg eri ótrúliga fegin um, at kvinnurnar umborð á Havfrúnni hava fingið uppreisn og hava fingið stigini aftur, sum tær fyrst vunnu sær í upprunaliga róðrinum fyri síðani at missa aftur í umróðrinum í sambandi við reyða kortið. Annars er eg hart ímóti reyðum korti í kappróðri, og mín vón er, at RSF setir ein arbeiðsbólk at gjøgnumganga alt lógarverkið fyri síðani at leggja tilfarið fram á einum eykaaðalfundi, sigur Finnur at enda.

Sjálvur er undirritaði eisini ótrúliga fegin um úrskurðin hjá ÍSF dómstólinum, tí eg visti frá byrjan, at grovt órættvísi var farið fram á Havnarvág á ólavsøku, tí havi eg fylgt málini frá byrjan. Eg var 100% vísir í, at ÍSF-dómstólurin fór at geva Havfúnni tey seks stigini aftur. ÍSF-dómstólurin kann ikki taka dagar ímillum, um Havfúgvin skuldi hava reyða kortið ella ikki, tí dómarin hevur dømt og prógvini eru eingi, og hetta verður eisini sagt í úrskurðinum.

Men Havfrúgvin fær tey seks stigini aftur, tí lógarverkið gevur ikki Róðrarverkinum rætt at taka tey seks stigini frá Havfrúnni, tí RSF hevur ikki lógarverkið aftanfyri seg í hesi avgerð. Tí kom ÍSF dómstólurin til tað gleðiligu niðurstøðu, sum er rættvís og uppreistn hjá kvinnunum umborð á Havfrúnni.

Eg sita við telduna við kensluni, at ávísir persónar í Róðrarsambandinum hava verið alt ov snævurskygdir í málinum um Havfrúnna, og at teir vanta “situationsfornemmele” eisini rópt plikenslu. Tí betur hava vit ÍSF-dómstólin, har uttanveltað fólk eisini sakførar eru í nevndini. Tey kunnu traðka til og kunnu uttanveldað meta og taka avgerð í málinum. Hurrá fyri ÍSF-dómstólinum.

Og enda vil eg siga, at Róðrarsambandið skal í stundini fáa strikað reyða kortið fyri tjóðstart bara á ólavsøku, tí tað má vera eindømi í heiminum innan ítrótt, at ítróttagrein hevur kappingarreglur á seks stevnum, og eina heilt aðra kappingarreglu á seinastu stevnu. Hetta undirgrevur allan kappróðurin og kann fáa óbótaliga skaða fyri nakrar rógvarar. Fólk, sum kanska ikki fylgja so væl við kappróðri, øtast, tá ið tey hoyra slíkt kann fara fram. (Vagnur)

 

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *