Áhugavert var at vitja flettingarfólk á Velbastað

Djóni Dalsgarð tekur burturúr, vigar krovini og bindur seðil í krovini. (Mynd Vagnur)

Djóni Dalsgarð tekur burturúr, vigar krovini og bindur seðil í krovini. (Mynd Vagnur)

Seinasta leygardag var eg á Velbastað og nýtti høvi at frætta, hvussu gekst at fletta í Búðini, tí eg kendi fleiri av flettingarfólkunum. Jú, í Búðina var sum í gomlum døgum at koma í “slaktarríið” í Smæruni, har pápi mín arbeiddi og fletti hvørt heyst. Í Búðini skeyt ein seyðin og svævaði, menn tummaðu, ein tók burturúr, vigaði og bant seðil í krovið, og kona vaskaði hugalig vembur. Jú, í Búðini var vælskipað sláturvirki, har einir 120 seyðir eru flettir í heyst. Komin aftur til Havnar fór eg enn einaferð at hyggja í frálíku bókina, sum Leon Andreassen, sáli, skrivaði um Velbastað. Læs resten

Familjuálmanakkin 2014 hjá Javna er væl úr hondum greiddur

Ein ótrúliga vakur familjuálmanakki.

Ein ótrúliga vakur familjuálmanakki.

Í hesum døgum ganga fólk úr Javna í hvørt hús í Føroyum og selja familjuálmannakkan 2014. Niðast á forsíðuni stendur, at við at keypa álmanakkan stuðlar tú Javna felagnum hjá fólki við menningartarni og familjum teirra. Og sjálvandi gera vit øll tað. Tá ið vit høvdu keypt familjuálmanakkan frá unga manninum, blaðaði eg beinanvegin í álmanakkanum. Og tað má eg siga, væl úr hondum greiddur álmanakki. Serliga dámar mær væl tekstirnar, sum eru skrivaðir um tey tólv fólkini á permuni og sjálvandi eisini myndirnar av teimum tólv, sum eg kenni fleiri. Læs resten

Meiningahornið – Er partafelagslóggávan í Føroyum “sjúk”?

Syrgiligt at leiðslan í Dimmalætting var so eiðasør, tá ið talan var um tann fíggjarliga partin.

Syrgiligt at leiðslan í Dimmalætting var so eiðasør, tá ið talan var um tann fíggjarliga partin.

Seinastu tíðina er nógv at frætta í fjølmiðlunum um Dimmalætting, sum er farið á húsagang. At fyritøkur fara á húsagang er ikki óvanligt, men tað, sum stendur at lesa í Sosialinum mikudagin 16. oktober er óvanligt. Stutta tíð fyri at Dimmalætting verður lýst á húsagang, stovnar gamla leiðslan nýtt partafelag og flytir allar ognir frá gamla partafelagnum í nýggja partafelagið. Er hetta loyvt, og kann hetta lata seg gera, so er partafelagslóggávan í Føroyum “sjúk”. Læs resten

Meiningahornið – Ábyrgdarleyst at bilar ikki verða sýnaðir

Ábyrgdaleyst at bilar ikki verða sýnaðir til tíðina. (Mynd Vagnur)

Ábyrgdarleyst at bilar ikki verða sýnaðir til tíðina. (Mynd Vagnur)

Tað er mangt, sum gongur fyri seg í okkara landi, sum fólk aðrastaðni slett ikki skilja, og sum bara kann fara fram í Føroyum. Tá ið talan er um trygd, eru Føroyar á nógvum økjum eitt u-land. Myrku og skitnu gomlu tunlarnir er bara eitt dømi um hetta. Í gjár hoyrdu vit í Kringvarpinum, at 10.000 bilar bíða eftir at koma til sýn. Serliga beit eg merki í, at sagt varð, at Akstovan hevði ikki orku at sýna bilarnar, og at mett var, at tað tók fýra ár hjá Akstovuni at fáa teir 10.000 bilarnar sýnaðar, og at alt kom í rættlag aftur. Læs resten

Ábendingin í bestu hondbóltsdeildunum er longu at hóma

KÍF fer ikki at vera so einaráðandi í grundspælinum sum seinasta kappingarár.

KÍF fer ikki at vera so einaráðandi í grundspælinum sum seinasta kappingarár.

Eg havi enn ongan hondbóltsdyst sæð í bestu deildunum, men eg fylgi tó væl við, hvussu gongst ymsu liðunum. Kappingarárið er júst byrjað, og longu nú síggjast ábendingarnar, hvussu fer at gangast í vetur. Hjá monnum hava Kyndil og Neistin tikið meg og onnur á bóli, og hjá kvinnunum hevur serliga Kyndil fingið flúgvandi byrjan. Eri ongantíð í iva um, at hjá monnunum verður KÍF annað liðið í FM-finalunum, og hjá kvinnunum verður VÍF annað liðið í FM-finalunum. Hvørji seinnu liðini koma í FM-finalurnar eru bara gitingar. Læs resten

Meiningahornið – Løgmaður er nú viknaður í kongunum

Misálitið á løgmann var betri  ógjørt, tí øll vistu, at tað bar sjálvandi ikki á mál. (Mynd Vagnur)

Misálitið á løgmann var betri ógjørt, tí øll vistu, at tað bar sjálvandi ikki á mál. (Mynd Vagnur)

Føroya løgmaður er fyrikomandi og hampa maður, men seinastu tvey árini er hann viknaður í kongunum, er blivin meira uppfarandi og til tíðir illur. Orsøkirnar eru fleiri, men ein orsøk er,  at hann er ov illa fyrireikaður, tá ið hann tosar við fjølmiðlarnar og kemur at siga nakað, sum  betur er ósagt. Tildømis um nógv umtalaða milliónina. Eg misti nakað fyri løgmanni, tá ið hann gekk við til at lata Eysuroyartunnilin í hendurnar á nøkrum spekulantum í Danmark og binda føroyingin í kanska hálvhundrað ár við at byggja  tunnil, sum kostar milliarda upphædd meira, enn um føroyingar sjálvir stóðu fyri byggingini Læs resten

Hugaligt at hyggja út í tún í morgun, men myndin broytist skjótt

Klokkan er farin nakað av átti í morgun. (Mynd Vagnur)

Klokkan er farin nakað av átti í morgun. (Mynd Vagnur)

Í morgun er hósdagur 10. oktober, og í morgin fáa skúlanæmingarnir heystfrí. Somu tíð í fjør skrivaði eg næstan somu orðini. Tá ið fólk fara oman við hjá okkum um morgunin til arbeiðis ella í skúla, sært tú á gongulagnum á fólki, hvussu veðrið er. Veðurlagið ávirkar føroyingin, men vit gloyma skjótt vánaliga veðrið, sum kann herja oyggjarnar hesa ársins tið, men heldur gleðast vit um góðu løturnar, sum vit upplíva júst í morgun. Herfyri var vátt og myrkt í veðrini, sum ikki hóvar øllum, tí tey hugsa um kjøtið og maðkarnar. Veðurmaðurin segði í gjár frá kaldari veðri á okkara leiðum. Læs resten

Runavíkar kommuna hevur so dyggiliga svikið Tjaldur

Ìtróttahøllin í Runavík er farin um tey tretivu árini. (Mynd Vagnur)

Ìtróttahøllin í Runavík er farin um tey tretivu árini. (Mynd Vagnur)

Í vár skrivaði eg grein um Tjaldur, sum ikki hevði nakra høll fyrru helvt av kappingini, og herfyri skrivaði eg aftur grein um Tjaldur, har keðiligi boðini frá felagnum vóru, at Tjaldur onga høll hevur í hesum kappingarárinum. Nógv er skrivað á Facebook um málið, og hondbóltsfólk kring landið er sjálvandi kedd, at nevndin í Tjaldri hevur lagt kongin og steðga øllum hondbóltsvirksemi. Eg havi enn einaferð spurt meg fyri í Runavík, og niðurstøðan er henda: Læs resten

Uttan at spæla hevur Barbara Brauer broytt kvinnukappingina

Er tað armóðstekin, at dysturin millum Kyndil og Neistan endar 15-15. Ella bara gott verjuspæl og gott málmansspæl?

Er tað armóðstekin, at dysturin millum Kyndil og Neistan endar 15-15. Ella bara gott verjuspæl og gott málmansspæl?

Eg ætli mær ikki at fylgja hondbóltskappingini í bestu deildunum í vetur, tí seinasta vetur fekk eg “maðk” at leita eftir dómaraseðlum kring landið. Tó fari eg skriva onkra grein um hondbólt, tí mær dámar væl at skriva um hondbólt og fylgja kappingunum. Læs resten

Hon sat køld uttanfyri við sigarettini í munnklovanum. (e)

Roykjarar missi fleiri og fleiri rættindi. (Mynd Vagnur)

Roykjarar missi fleiri og fleiri rættindi. (Mynd Vagnur)

Tá ið eg í morgun í góðveðrinum kom oman Landavegin, sá eg løgna sjón uttan fyri hárfríðkanarstovu. Ein kona var farin út í tún á fáa sær ein royk beint úr hárfríðkanarstólinum.

Hon hevði silvurpappír í hárinum, tí hon óivað var ávegis at lita sær hárið, og hon hevði eitt slags fyriklæði um seg. Eg steðgaði á og spurdi kvinnuna, sum eg hevði sæð á ungum árum, um trongdin var so stór til sigarettina, at hon ikki megnaði at gera seg lidna í hárfríðkanarstovuni, áðrenn hon festi sær í.

Hon segði mær, at hon roykti meira enn ein pakka um dagin, og at hon ikki roykti á ungum árum, men var byrjað at roykja, tá ið hon kom í tretivu árini. Eg kendi andlitið aftur, tí hon gekk í skúlanum, har eg arbeiddi sum lærari, men eg kendi ikki kvinnuna. Hon var bæði blíð og týð og hevði einki ímóti, at mynd varð tikin, sjálvt um eg segði henni, hvat eg ætlaði at brúka myndin til. Læs resten