Eg havi enn ongan hondbóltsdyst sæð í bestu deildunum, men eg fylgi tó væl við, hvussu gongst ymsu liðunum. Kappingarárið er júst byrjað, og longu nú síggjast ábendingarnar, hvussu fer at gangast í vetur. Hjá monnum hava Kyndil og Neistin tikið meg og onnur á bóli, og hjá kvinnunum hevur serliga Kyndil fingið flúgvandi byrjan. Eri ongantíð í iva um, at hjá monnunum verður KÍF annað liðið í FM-finalunum, og hjá kvinnunum verður VÍF annað liðið í FM-finalunum. Hvørji seinnu liðini koma í FM-finalurnar eru bara gitingar.
Ábendingin er longu at hóma í kappingini hjá monnunum. Taka vit oddaliðið Neistan fyrst, so roknaði eg ikki við, at liðið vann á Kyndli og H71, tí sjálvt um verjan er frálík við góðum málverja, so metti eg ikki álopið vera nóg gott og tí málini ov fá, men ungu menninir eru nú vorðnir eitt ár eldri. Eg roknaði heilt vist við, at VÍF fór at basa nýggja Kyndilsliðnum í dystinum í Havn, men so var ikki. At so Kyndil tapir fyri Neistanum og vinnur á KÍF í Kollafirði sigur mær, at KÍF í vetur ikki kemur at vera einsamalt topplið sum seinasta kappingarár.
At StíF tapir javnar dystir á heimavølli fyri H71 29-30 og síðani fyri VÍF 24-28 sigur mær so mikið, at vit skulu eisini rokna við StÍF sum kappingin líður. Í Team Klaksvík er vónirnar góðar eftir frálíka dystin ímóti Neistanum, men her er umráðandi, at allir spælarar hjá Team Klaksvík eru tøkir, tí hópurin er lítil. Eingin ivi eru um, at KÍF verður annað liðið í FM-finalunum, men vónleyst er at spáða um seinna liðið. Eitt er tó greitt, og tað er, at KÍF í vetur ikki verður so einaráðandi í grundspælinum, sum seinasta kappingarár. At enda vil eg siga, at alt stendur og fellur við skaðum og leikbannum, tí øll liðini vikna heilt nógv, um berandi spælarar ikki spæla.
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 3 | 84 | 78 | 6 | 6 |
| 2 | KÍF | 3 | 85 | 64 | 21 | 4 |
| 3 | Kyndil | 3 | 80 | 77 | 3 | 4 |
| 4 | StÍF | 3 | 83 | 82 | 1 | 2 |
| 5 | VÍF | 3 | 84 | 84 | 0 | 2 |
| 6 | H71 | 2 | 55 | 58 | -3 | 2 |
| 7 | Team Klaksvík | 3 | 64 | 92 | -28 | 0 |
Kyndil hevur tikið meg á bóli
Eingin ivi er um, at kvinnuliðið hjá Kyndli hevur tikið meg á bóli við fyrst at vinna 19-13 á VÍF í Havn, spæla 15-15 ímóti Neistanum og síðani at vinna 24-19 á Stjørnuni í Klaksvík. Harnæst roknaði eg ikki við, at VB fór at tapa fyri Stjørnuni í Klaksvík. Tað sær út til, at VB hevur fingið fatur í góðar útlendskar spælarar, og tí verður torført hjá øllum liðunum at vinna í Vági. Seinasta kappingarár gekk ikki nógv væl hjá VB, har alt ov nógv stig vóru tapt á heimavølli.
Nú spælir Durita Ljósstein á VÌF liðnum, og eg meti tí VÍF at vera annað liðið í FM-finalunum. Síðani kemur kappingin at standa millum fyrst VB og Kyndil, síðani Neistan og Stjørnuna. StÍF sær ikki enn út til at kunna spæla upp við hini liðini. Eg fari fyrst at peika á VB og Kyndil at náa seinna FM-finaluplássið, tí Neistan og Stjørnuna meti eg at hava ov veikt álopsspæl. Neistakvinnurnar hava ikki enn fóta sær, eftir at Barbara er farin av liðnum, og eftir tapið fyri VB í Vági, skulu neistakvinnur veruliga spíla seg út í vetur til tess at náa FM-finalurnar.
Tá ið alt hetta er sagt, so skulu vit kanska bíða nakrar vikur aftrat, tí nakrir lykladystir eru fyri framman. Kyndil skal 3. november spæla á útivølli í Vági og á útivølli 10. november í Vestmanna. Hetta gerst veruliga styrkiroyndin hjá oddaliðnum. Og neistakvinnur skulu til Klaksvíkar 27. oktober. Eftir hesar dystirnar fáa vit endaligu ábendingina, hvørji lið veruligi eru toppliðini í kappingini um tey bæði FM-finaluplássini. (Vagnur)
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Kyndil | 3 | 58 | 47 | 11 | 5 |
| 2 | VB | 3 | 76 | 69 | 7 | 4 |
| 3 | VÍF | 2 | 40 | 36 | 4 | 2 |
| 4 | Stjørnan | 2 | 40 | 42 | -2 | 2 |
| 5 | Neistin | 2 | 40 | 44 | -4 | 1 |
| 6 | StÍF | 2 | 40 | 56 | -16 | 0 |

