Føroya løgmaður er fyrikomandi og hampa maður, men seinastu tvey árini er hann viknaður í kongunum, er blivin meira uppfarandi og til tíðir illur. Orsøkirnar eru fleiri, men ein orsøk er, at hann er ov illa fyrireikaður, tá ið hann tosar við fjølmiðlarnar og kemur at siga nakað, sum betur er ósagt. Tildømis um nógv umtalaða milliónina. Eg misti nakað fyri løgmanni, tá ið hann gekk við til at lata Eysuroyartunnilin í hendurnar á nøkrum spekulantum í Danmark og binda føroyingin í kanska hálvhundrað ár við at byggja tunnil, sum kostar milliarda upphædd meira, enn um føroyingar sjálvir stóðu fyri byggingini
Sjálvandi gerst løgmaður ørkymlaður, tá ið misálit verður reist ímóti honum á tingi, túsundtals fólk mótmæla í gøtunum, fjølmiðlarnir standa í flokki at fáa viðmerking frá løgmanni um hansara leiklut í málinum um Eysturoyartunnilin, og at samgongan missir nógv í veljarakanningum.
Eg havi allatíðina hildið, at trupulleikin hjá løgmanni er, at hann er í samgongu við einum sterkum taktiskum Fólkaflokki, sum veruliga hevur maktina í Føroyum. Fólkaflokkurin situr á fiskivinnuni við landsstýrismanninum Jacobi Vestergaard á odda, og Fólkaflokkurin situr á pengakassanum við Jørgini Niclasen landasstýrismanni á odda.
Eisini haldi eg, at løgmaður viknaði, tá ið hann frá byrjan tók undir við lata danskar spekulantar gera Eysturoyartunnilin, og at sáttmálin var duldur sum mansmorð. Løgmaður átti at verið so mikið framskygdur og vitað, at sjálvandi góðtaka føroyingar ikki slíkt hulduspæl, og at verkætlanin ikki bara á mál. Hetta vistu vit onnur, og tað skuldi løgmaður havt sæð fyri langari tíð síðani.
Men tá ið tað er sagt, so skilji eg slett ikki, at Poul Michelsen úr Framsókn slóðaði fyri at reisa misálit á løgmann, tí sjálvandi fer samgongan ikki at kappa høvdið av samgonguleiðarunum, sum kanska førdi til nýval og harvið samgongan má lata valdið upp í hendurnar á øðrum flokkum.
Eftir mínum tykki fekk henda samgongan ringa byrjan við flatskattinum, og hetta er heilt vist orsøkin, at Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin ganga aftur í veljarakanningum. Tey ríku fingu meira, og tey lágløntu fingu einki, samstundis sum samgongan tosar um at steðga fráflytingini av serliga ungu kvinnum, sum flestar eru lágløntar. Hetta hongur slett ikki saman í míni verð.
Mísálitið á løgmann vann sjálvandi ikki frama, og nú hórar samgongan víðari til næsta løgtingsval. Málið um Eysturoyartunnilin fer at spøkja aftur í rúma tíð aftrat, men alt málið kundi løgmaður sloppið undan, um hann var meira taktiskur og framskygdur í størstu verkætlan í Føroya søgu. (Vagnur)

