Seinasta leygardag var eg á Velbastað og nýtti høvi at frætta, hvussu gekst at fletta í Búðini, tí eg kendi fleiri av flettingarfólkunum. Jú, í Búðina var sum í gomlum døgum at koma í “slaktarríið” í Smæruni, har pápi mín arbeiddi og fletti hvørt heyst. Í Búðini skeyt ein seyðin og svævaði, menn tummaðu, ein tók burturúr, vigaði og bant seðil í krovið, og kona vaskaði hugalig vembur. Jú, í Búðini var vælskipað sláturvirki, har einir 120 seyðir eru flettir í heyst. Komin aftur til Havnar fór eg enn einaferð at hyggja í frálíku bókina, sum Leon Andreassen, sáli, skrivaði um Velbastað.
Velbastaður er gomul bóndabygd, og er av elstu bygdum í Føroyum. Funnir eru lutir niðri við sjóvarmálan, sum ivaleyst stava frá miðøldini. Og nakað norðanfyri í Fossdali eru toftir funnar, sum óivað stava frá víkingaøld. Á nýggjárinum seinasta búðu 213 fólk á Velbastað, og bygdin er í vøkstri, tí nýggj hús eru í gerð í bygdini. Markatalið á Velbastað er 32, og festini eru sjey. Tríggir seksmarkagarðar, tveir fýramarkagarðar og tveir trímarkagarðar.
Fara vit fyrst í Búðina, sum er seksmarkagarður, so er Súsanna í Búðini festari. Stórur trupulleikin er, at hagin er inni í Havnardali og granni við Syðradal. Har er rættin, stórt økið er veltur bøur, og grasið skal flytast úr Havnardali til Velbastaðar. Tá ið eg sum ungur hoyggjaði og koyrdi súrhoyggj hjá Hans Peturi Brekkstein á Velbastað, var Dánjal Pauli Danielsen, sáli, bóndi í Búðini. Festið Uppi í Stovu og festið Við Á vóru løgd saman í 1984, so markatalið er tíggju. Tórfinnur Dalgarð er festari.
Á Mýruni er markatalið seks, og Anna Niclasen er festari. Á Teiginum ella hjá Brekkstein og teimum, sum eg plagi at siga, er festið tríggjar merkur. Jóhan Petur Brekkstein, sonur Hans Petur Brekkstein, og sum eg plagdi at hjálpa, er festari. Jóhan Petur var ein av fýra bóndum, sum bygdu stóra nýggja fjósið í Havnardali, men hann er ikki longur partur í hesi ætlan. Í Trøðni ella hjá Ragnari Frýdal, sum vit søgdu, er sonurin Djóni Zacharias Frýdal festarin. Hann hevur mjólkneyt og seyð, men festið er bara tríggjar merkur.
Páll Djóni á Steinum er festari á Steinum, sum er fýramarkagarður. Páll Djóni er ein av eigarunum av nýggja fjósinum í Havnardali. Tá ið eg í 60-árunum kom til Velbastaðar, var kúgv í hvørjum fjósi, men so er ikki longur. Ì Búðini hava tey sekstan mjólkneyt og hava tjúgu básar í fjósinum. Áseyðatalið er 140, og tey plaga at fletta einar 120 seyðir. Torført er hjá bóndunum at fáa at hanga saman fíggjarliga, og sum eg skilji í Búðini, so skulu bæði maður og konu arbeiða hart til tess at fáa at hanga saman fíggjarliga. Og soleiðis mann vera hjá øllum bóndum kring landið.
Og so aftur til fleittingina í Búðini seinasta leygardag. Mær var sagt, at tað eru somu flettingarfólkini, sum fletta hvørt heyst, tó kann onkur hava forfall henda dagin ella er uttanlands í lestrarørindum. Áður var manga staðni í Føroyum, at skonkt varð, meðan flett varð, men soleiðis er ikki í Búðini, Tey fáa sær kanska eina øl aftur við einum breyðbita, men tey flestu halda seg til kaffi ella tevatn. Tá ið liðugt er, bjóðar bóndin ein betri bitan heima við hús.
Á alnótini fann eg hesar reglur um føroyska seyðin. Umleið 70.000 áseyðir eru í Føroyum. Seyðaslagið er av gomlum norrønum uppruna við stuttum hala og hevur mong litbrigdi. Ul. 30% er hvítt, 30% er svart, og 30 % grátt. Ymsir morreyðir litir eru eisini, og ein partur er fleirlittur. Flestu veðrar eru hyrntir, og flestu ær eru kollutar. Vektin á veðrum liggur um 80 kg. livandi vekt, og ærnar liggja um 50 kg. Ærnar lemba eitt sindur yvir eitt lamb í miðal. Og miðalvektin á fimm mánaðar gomlum lombum er ul. 14 kg. (Vagnur)








