Argja Róðrarfelag hevur gjørt avtalu við bátasmiðin Sámal Hansen úr Runavík um at smíða felagnum nýtt 10-mannafar og nýggjan Lóm, sum broytnaði í nógva vindinum í sambandi við varmakelduróðurin í summar. Argja Róðrarfelag fekk 10-mannafarið Hoyvíking frá hoyvíkingum við treytini, at báturin skuldi eita Hoyvíkingur. Ì míni róðrarverð er heilt burturvið, at reytt 10-mannafar á Argjum eitur Hoyvíkingur. Ætlanin er, at 8-mannafarið hjá felagnum framhaldandi skal eita Argjabáturin, men so er at finna nýtt navn til 10-mannafarið, sum hevur tilknýti til Argir og hevur í hvørfall navnið Argja í navninum. Gev nýggja 10-mannafarinum navnið Argjadrekin.
Ætlanin var, at manningin umborð á Argjabátinum frá í fjør skuldu í vár umborð á Hoyvíking, men teir fingu ikki nóg nógvar rógvarar, tí varð Argjabáturin mannaður enn einaferð, og báturin vann FM-heitið. Manningin umborð á Argjabátinum róði við Hoyvíkingi í væleydnaða snarróðrinum í august mánað, og sum eg skilti á monnum tá, skuldi Hoyvíkingur mannast næsta ár. Men nú verður hetta av ongum, tí Argja Róðrarfelag fær nýtt 10-mannafar, sum vónandi ikki kemur at eita Hoyvíkingur.
Eg haldi, at tað er heilt burturvið, at nú reytt 10-mannafar á Argjum eitur Hoyvíkingur. Sjálvandi veit eg, at hetta var í avtaluni, tá hoyvíkingar góvu Argja Róðrarfelag bátin, men eg vóni, at funnið verður navn, har Argja er við í navninum. Tildømis Argjadrekin er fralíkt navn ella okkurt staðarnavn á Argjum. Tað eru tey, sum halda, at eitur báturin Hoyvíkingur, so koma kanska hoyvíkingar at rógva á Argjum. Soleiðis hongur slett ikki saman millum tey ungu í dag. Navnið Hoyvíkingur dregur ongan ungling úr Hoyvík út á Argir at rógva. Hoyvíkingar gjørdi eina roynd við 10-mannafari, sum mest sum miseydnaðist, og so valdu menninir hondbóltin og góvust at rógva.
Tá ið alt omanfyri er sagt, so fegnist eg um, at Argja Róðrarfelag fær nýtt 10-mannafar, tí á Argjum er væl skipað róðrarfelag. Rógvari segði mær, at longu nú eru mest sum allir bátarnir mannaðir til komandi róðrarár, og at felagið óivað fer at seta manningarmet. Hetta ljóðar frálíkt, og so er at vóna, at onnur feløg kring landið eisini megna at manna fleiri bátar enn í summar. (Vagnur)
