Í hesum døgum ganga fólk úr Javna í hvørt hús í Føroyum og selja familjuálmannakkan 2014. Niðast á forsíðuni stendur, at við at keypa álmanakkan stuðlar tú Javna felagnum hjá fólki við menningartarni og familjum teirra. Og sjálvandi gera vit øll tað. Tá ið vit høvdu keypt familjuálmanakkan frá unga manninum, blaðaði eg beinanvegin í álmanakkanum. Og tað má eg siga, væl úr hondum greiddur álmanakki. Serliga dámar mær væl tekstirnar, sum eru skrivaðir um tey tólv fólkini á permuni og sjálvandi eisini myndirnar av teimum tólv, sum eg kenni fleiri.
Til hvønn mánað í árinum er mynd av persóni og nakað av teksti um viðkomandi persón. Javni er landsfelag fyri fólk við menningartarni og teirra avvarðandi. Endamál felagsins er í einum og øllum at stuðla menningartarnaðum og teirra avvarðandi og fremja áhugamál teirra, so tey kunnu liva á sama støði sum onnur fólk Føroyum.
Felagið Javni var stovnað 14. mai 1971. Endamál felagsins er at virka fyri at bøta um korini hjá fólki við menningartarni á øllum økjum, eitt nú viðvíkjandi bústaðamøguleikum, skúla, barnaansing, korunum hjá eldri og so framvegis. Javni hevur skrivstovu í Havn á Hoydalsvegi 40, 3. hædd, tlf. 314827. Javni hevur eina fimmmannanevnd og tveir tiltakslimir. Á skrivstovu felagsins er ein dagligur leiðari í fulltíðarstarvi og eitt skrivstovufólk parttíð.
Javni samstarvar við onnur líknandi feløg bæði innanlands og uttanlands. Innanlands er Javni eitt av limafeløgnum í MBF, Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum. Uttanlands er Javni limur í bæði evropeiska felagnum fyri menningartarnað, Inclusion Europe, og í altjóða felagnum fyri menningartarnað, Inclusion International. Norðurlendsku systurfeløgini hjá Javna hava eisini eitt tætt samstarv, NSR, Norðurlendska samstarvsráðið, og har er Javni virkin limur.
Síðani í 1971 hevur Javni gjørt ótrúligt arbeiði fyri tey menningartarnaðu í Føroyum. Ikki er enn komið á mál, og nógv kundi verið gjørt nógvar ferðir betri, men Javni striðist hvønn dag fyri tey menningartarnaðu, og tøkk skulu tey hava fyri tað. Tað var tann tíð, tá ið tey menningartarnaðu vóru send til Danmarkar, tí ongar umstøður vóru í Føroyum. (Vagnur)
