Meiningahornið – Er partafelagslóggávan í Føroyum “sjúk”?

Syrgiligt at leiðslan í Dimmalætting var so eiðasør, tá ið talan var um tann fíggjarliga partin.

Syrgiligt at leiðslan í Dimmalætting var so eiðasør, tá ið talan var um tann fíggjarliga partin.

Seinastu tíðina er nógv at frætta í fjølmiðlunum um Dimmalætting, sum er farið á húsagang. At fyritøkur fara á húsagang er ikki óvanligt, men tað, sum stendur at lesa í Sosialinum mikudagin 16. oktober er óvanligt. Stutta tíð fyri at Dimmalætting verður lýst á húsagang, stovnar gamla leiðslan nýtt partafelag og flytir allar ognir frá gamla partafelagnum í nýggja partafelagið. Er hetta loyvt, og kann hetta lata seg gera, so er partafelagslóggávan í Føroyum “sjúk”.

Eitt er partafelagslóggávan, men hava leiðarar ikki moralska ábyrgd yvir fyri starvsfeløgunum og vinum. Er tað veruliga so galið, at tá ið tað snýr seg at bjarga sær sjálvum, so verða vinabond og ábyrgd sett til síðis, og øll skitin vápn brúkt? Seinnu árini hava vit fingið at vitað frá Taks, at stovnurin fylgir væl við partafeløgunum, og at tey alla tíðina broyta mannagongdir, so fyritøkur og einstaklingar tilkdømis ikki koma í mvg eftirstøðu.

Eg haldi, at vit í Føroyum hava eina “sjúka” partafelagslóggávu. Skiljii slett ikki, at tað ber til bara at koyra eitt partafelag á húsagang, og somu persónar nakrar dagar seinni seta á stovn nýtt partafelag og lata alla gamla skuld sigla egnan sjógv, og harvið seta síni medmenniskju í svára støðu. Hvør er tað, sum verjir slíkt í okkara samfelag.

Eg royndi einaferð at senda fyrispurning til Taks, men fekk ongantíð nakað svar. Ein í okkara familju var komin í klørnar á einum spekulanti, sum koyrdi eitt partafelag á húsagang. Peningur varð mistur, og sjálvur mátti eg eisini taka um endan og galda løn, sum partafelagið átti at gjalda. Tað, sum fór fram í sambandi við hetta partafelag og viðkomandi stjóra, var so forbannað langt úti, at tað er ikki orðið.

Tá ið vit fóru at hyggja eftir, hvat var eftir í partafelagnum, fingu vit útflýggjað langan lista við ymsum, sum partafelagið átti. Sagt var okkum, at vit høvdu møguliga fáa nakað av hesum, men flestu lutirnir á listanum  vóru slett ikki til, og eingin visti, hvør var farin við lutunum. Sjálvandi høvdu vit okkara mistanka, og tað var hetta, eg vildi spyrja Taks um.

Sjálvandi er tað ikki rætt, at fyrrverandi blaðstjórin á Dimmalætting kann fáa 840.000 krónur úr trotabúnum hjá Dimmalætting, meðan onnur starvsfólk óivað einki fáa. Og so er líkamikið fyri meg, um gamla leiðslan hevur stovnað nýtt partafelag beint fyri húsagangin. Tað má vera skil í ørskapinum. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *