Tá ið eg í morgun í góðveðrinum kom oman Landavegin, sá eg løgna sjón uttan fyri hárfríðkanarstovu. Ein kona var farin út í tún á fáa sær ein royk beint úr hárfríðkanarstólinum.
Hon hevði silvurpappír í hárinum, tí hon óivað var ávegis at lita sær hárið, og hon hevði eitt slags fyriklæði um seg. Eg steðgaði á og spurdi kvinnuna, sum eg hevði sæð á ungum árum, um trongdin var so stór til sigarettina, at hon ikki megnaði at gera seg lidna í hárfríðkanarstovuni, áðrenn hon festi sær í.
Hon segði mær, at hon roykti meira enn ein pakka um dagin, og at hon ikki roykti á ungum árum, men var byrjað at roykja, tá ið hon kom í tretivu árini. Eg kendi andlitið aftur, tí hon gekk í skúlanum, har eg arbeiddi sum lærari, men eg kendi ikki kvinnuna. Hon var bæði blíð og týð og hevði einki ímóti, at mynd varð tikin, sjálvt um eg segði henni, hvat eg ætlaði at brúka myndin til. Læs resten









