Størri frágongd og minni tilgongd av A-dómarum í hondbólti

Hartvig Joensen er nýggjur formaður í dómarafelagnum. (Mynd Vagnur)

Hartvig Joensen er nýggjur formaður í dómarafelagnum. (Mynd Vagnur)

Eftir at Karstin Joensen eftir seinasta kappingarár tíverri gavst at døma í bestu deildunum, er hann eisini farin frá sum formaður í dómarafelagnum. Tað vóru serligar hendingar eftir seinasta finaludystin millum Kyndil og Neistan, sum fekk Karstin at taka hesa avgerð. Spell, tí Karstin hevur veruliga slóðað fyri dómarafelagnum og at fáa A-dómararnar skúlaðar at døma í bestu deildunum. Nýggjur formaður er Hartvig Joensen, og hann hitti eg í Hoyvíkshøllini leygardag. Eg spurdi hann, hvussu stendur til við A-dómarum til kappingina komandi. Støðan er ikki góð, sigur Hartvig millum annað niðanfyri.

– Tilgongdin av A-dómarum er minni enn tilgongdin av A-dómarum, tí er støðan ikki góð. Støðan er í løtuni, at vit mugu aftur laga kappingina í bestu deildunum eftir, hvørjir dómarir eru tøkir. Fimm A-dómarar eru givnir at døma, og teir eru Andreas F. Hansen, Kartin Joensen, Hannis Wardum, Niclas Niclassen og Regin Mittún Petersen. Vit hava í løtuni bara trý mannað A-dómarapør, og tað eru Tumma Juul Thomsen og Arnar Dam, Daniel Rapa og Ragnar Simonsen og Uni Wardum og Dánjal Samuelsen. Siðani eru til at taka Eyðun Samuelsen, Heri Petersen og Sámal Paulason, sum fer at døma aftur. So tú sært, at støðan er alt annað enn góð, sigur Hartvig at enda og leggur aftrat, at tveir dómarar eru í løtuni smáskaddir. Eg síggi, at ein dómari vantar, og tað er Kári Hansen, sum dømdi saman við Karstin Joensen. Dømir hann?

Eg skrivaði einaferð somu tíð í fjør, at Krinvarpið gavst við ítróttasending sunnudag, har hondbóltur og flogbóltur vóru høvuðsinnihaldið. Alt ov nógvir dystir vóru næstseinasta kappingarár spælir allar dagar í viku, og tí var ikki grundarlag fyri ítróttasendingini sunnudag í Krinvarpinum. Seinasta kappingar var stórur bati hesum viðvíkjandi, men ítróttasendingin var tó ikki uppafturtikin. Nù eru vit tíverri í somu støðu.

Hvussu koma vit so dómaratrupulleikunum til lívs, sum er afturvendandi trupulleiki. Einasta loysn er, at HSF má seta feløgunum krøv, tí skulu vit spæla hondbólt í Føroyum, so má onkur døma dystirnar. Og her sleppa feløgini eftir mínum tykki alt ov lætt. Alt gott um frálíka arbeiðið, dómarafelagið ger, men tað sýnist ikki bøta um talið av dómarum, sum er ov fáir. Vit kunnu tildømis nevna, at Eyðun Samuelsen dømir nú altjóða dystir saman við íslendingi, tí er Eyðun ikki tøkur hvørt vikuskifti. Tveir A-dómarar eru í løtuni smáskaddir. Nú eru ikki nógvir dómarar til at taka.

Og so haldi eg, at tíðin er komin, at kvinnurnar eisini fara í dómarabúnan. Tað er ikki nógmikið at standa á Vaglinum og rópa um líkarætt, tað skal vísast í verki á øllum økjum. Tað kann ikki vera rætt, at bara menn døma allar kvinnudystirnar, tí tá ið kvinnur tildømis kunnu vera løgreglufólk og dómarar í rættinum, so kunnu kvinnur eisini døma ein kvinnudyst í bestu deildini. Kvinnur døma í bestu deildunum uttanlands, hví so ikki í Føroyum. (Vagnur)

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *