HSF má seta feløgunum dómarakrøv, sigur Johnny Taumann

Johnny Haumann hevur nógvar royndir sum dómaraeygleiðari í bestu donsku deildunum í Danmark. (Mynd Vagnur)

Johnny  hevur nógvar royndir sum dómaraeygleiðari í bestu deildunum í Danmark. (Mynd Vagnur)

Danin Johnny Taumann er serfrøðingur í hondbóltsreglum og ein av fremstu dómaraeygleiðarum í bestu hondbóltsdeildunum í Danmark. Johnny Taumann er í Føroyum um vikuskiftið og eygleiðir og  heldur skeið fyri føroyskum dómarum. Hetta er sjeyndu ferð, hann er í dómaraørindum í Føroyum. Eg hitti seinnapartin Johanny í Hoyvíkshøllini, og míni ørindi vóru serliga, um føroyskir dómarar komandi landskapping fara at døma eftir broyttu dómarareglunum. Men fyrst spurdi eg fyrikomandi danan, hvussu HSF kann fáa fleiri A-dómarar. Og Johnny segði mangt áhugavert við heimasíðuna.

– Styrkjan hjá føroyska hondbóltinum er serliga, at tær “lokalu” kreftirnar eru so sterkar um feløgini, tí blómstrar hondbólturin nógva staðni í Føroyum. Hetta fyribrygdi minkar í Danmark, har nógv feløg verða løgd saman, men hetta er mangan dáragerð, tí fólk og harvið nógvir áskoðarar finna seg ikki rættiliga til rættis í nýggja samalagda felagnum ella rættari sagt samanløgdu liðunum. Tí haldi eg, at tað var skeivt og bar heldur ikki mál, at kvinnurnar úr Vestamanna og úr Runavík fóru saman í eitt felagslið seinasta kappingarár. Tað vísir seg, at nógvir áskoðarar í Danmark tíma ikki at hyggja at samanløgdu liðunum.

– Tá ið talan er um A-dómarar í Føroyum, so eru alt ov fáir A-dómarar, og tí haldi eg, at Hondbóltssambandið má og skal seta feløgunum krøv. Tað kann ikki vera rætt, at samstundis, sum feløgini brúka nógvan pening til útlendskar spælarar og venjarar, og so vanta dómarar at døma dystirnar. Hetta hongur ikki saman, og her mugu øll feløgini traðka til, sigur Johnny.

– Tú spyrt meg um nýggju reglurnar í hondbóltinum, og tú vísir til hondbóltssendingina Ankedal í TV2. Nú er tað soleiðis, at sjálvandi galda nýggju broytingarnar eisini í føroyskum hondbólti, men tað tekur tíð at fáa reglurnar settar í verk í Føroyum, men so sanniliga eisini í Danmarkar. Tildømis kann eg nevna, at 12. august var dómaraseminar í Danmark, 20. august fingu feløgini fløguna við dømunum og broyttu reglunum, og 30. august spældi bestu liðini fyrstu landskappingardystirnar. Sjálvandi verða reglurnar úti á vøllinum ikki broyttar frá degi til dags.

– Eitt er tað teoretiska, annað er tað praktiska, har samanspæl skal vera ímillum. A-dómararnir í Føroyum kunnu læra seg teoretisku broytingarnar, men dómarafamiljan er so lítil í Føroyum, at her vanta tær praktisku royndirnar at brúka nýggju reglurnar í verki. Og so skulu vit minnast til, at føroysku feløgini verða leidd av “amatørum”, og tí gongur alt sjálvandi seinni fyri seg enn í toppfeløgum uttanlands. Umráðandi er eisini, at tað má ikki vera soleiðis, at nakrir dómarar taka nýggju broytingarnar til sín, meðan aðrir halda fram at døma, sum einki varð broytt.

– Eg kann enda við at siga, at føroyska samfelagið er lítið, og at tað eru í løtuni ov fáir A-dómarar til at taka. Tí er eisini ein trupulleiki við uttanveltaðum dómarum, tí taki eg uppaftur, at tað er so umráðandi, at øll hondbóltsfeløgini í Føroyum standa saman eisini um at útvega dómarar, og her má HSF traðka til við krøvum, sigur Johnny at enda. Eg fekk eisini orð á Hartvig Joensen, sum nú er formaður í dómarafelagnum. Prátið við Hartvig skrivi eg heilt skjótt. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *