Meiningahornið – Tankarnir reikaðu um undirsjóvartunnilin

Undirsjóvartunnilin kemur, men skil má vera í ætlinini. (Mynd Vagnur)

Undirsjóvartunnilin kemur, men skil má vera í ætlanini. (Mynd Vagnur)

Tá ið eg herfyri var uppi á Hvítanesi og tók nakrar myndir til grein um bygdina, setti eg meg á ein stein og hugleiddi eina løtu um frálíka útsýnið út í Tangafjørð og inn á Skálafjørðin. Sá fyri mær mjólkabátarnar Trónd og Sigmund sigla inn á Skálafjørðin og Reynir í Sundalagi. Tað tykist ikki vera so nógv ár síðani, men árini ganga skjótt, og menningin av samfelagnum er ment við fúkandi ferð. Alt gott um Eysturoyartunnilin, og tunnilin kemur, eingin ivi um tað. Men tað má vera skil í størstu byggiætlan í Føroya søgu.

Nógv er skrivað og hoyrt um tunnilsætlanina, og tá ið myndin omanfyri varð tikin, var kjakið upp á tað harðasta, og stór mótmælisgonga varð fyriskipað. Løgmaður bakkaði fyri fólkinum og varðveitti harvið demokratiinum. Men hesa løtuna uppi á Hvítanesi reikaðu tankarnir serliga um Havnina. Ætlan var at noyða eina tunnilsætlan ígjøgnum, uttan so frætt at spyrja seg fyri í Tórshavnar kommunu. Tí eitt er heilt vist, at verður tunnilin gjørdur, so mugu vegirnir frá tunlinum Streymoyarmegin gerast samstundis. Vit mugu ímynda okkum, at ferðslan fer at økjast heilt nógv, tá ið farleiðin millum Eysturoynna og Streymoynna gerst styttri.

Eg veit ikki, um Kári P. Højgaard seinnapartar um fýratíðina ella tíðliga á morgni hevur sæð ferðsluruðuleikan í Hoydølum og við rundkoyringarnar á Hálsi. Kemur tunnilin og einki verður gjørt Steymoyarmegin, verður ferðslurumbul av teimum heilt stóru. Ein ringvegur er gjørdur frá Inni á gøtu og yvir á Ternurygg, men vegarbeiðið er steðgað og hevur verið steðgað við ánna á Ternuryggi í nógv ár. Striltið gongur at loysa onkran knút millum Tórshavnar kommunu og Landsverk, so vegurin kann gerast liðugur.

Skal undirsjóvartunnil gerast, má vegurin frá tunlinum gerast uttanum Hvítanesvegin og í nýgjørda ringvegin, so koyrast kann uttanum Havnina frá tunnilsmunnanum og heilt yvir til bilverkstaðin hjá Auto Service. Vit mugu ikki koma í somu støðuna sum við Norðoyartunlinum og Vágatunlinum, har heimarbeiðið ikki varð gjørt nóg gott. Tað líkist ongum, at stóra ferðslan tildømis má gjøgnum Sandavág og Miðvág, tí sjálvandi skuldi ferðslan verið leidd uttanum bygdirnar. Í Lorvík var drúgt stríð, hvar vegur til undirsjóvartunnilin skuldi gerast, men nú er hesin ferðsluknútur loystur. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *