Meiningahornið – Fólk missa virðing fyri summum politikarum

Stóra kravgongan herfyri boðaði frá, at fólk hava ikki álit á politikarunum. (Mynd Vagnur)

Stóra kravgongan herfyri boðaði frá, at fólk hava ikki álit á politikarunum. (Mynd Vagnur)

Ikki løgi at stórt rumbul stóðst av málinum um møguligu undirsjóvartunlarnar millum Streymoy og Eysturoy og Streymoy og Sandoy. Arbeiðini eru jú kostnaðarmiklastu verkætlanir í Føroya søgu. Áhugavert at fylga við, hvussu politiska rákið  var og framvegis er í málinum, sum í fyrsta umfari endaði við, at Kári P. Højgaard varð koyrdur frá sum landsstýrismaður. Nógv orð eru søgd og skrivað, men eg vil tó leggja hesa viðmerking aftrat málinum um tunlarnar: Fólk missa virðing fyri politikarum, sum bara hugsa um egnan fyrimun, sjálvt um øll serfrøði sigur, at “privat” loysn kostar nógv meira enn “almenn” loysn.

Føroyar eru eitt oyggjaland, og sjálvandi skilji eg, at politikarar sum tildømis Kristin Mikkelsen, stríðist fyri Suðuroynna, Gerhard Longberg fyri Sandoynna og Bill Justinussen fyri Eysturoynna. Men eg missi virðing fyri millum annað Gerhardi Longberg og Bill Justinussen, tá teir taka undir við einum máli kosta, hvat kosta við. Teir leggja lítið í, um undirsjóvartunnulin kostar kanska dupult so nógv millum Eysturoynna og Havnina, bara tunnilin kemur. Gerhard vildi atkvøða fyri “privatu” loysnini um eysturoyartunnilin, bara tað dryppaði nakað á tunnilin millum Streymoy og Sandoy. Hetta er í míni verð grovt ábyrgdarloysi, tí talan er um pening hjá føroya fólki.

Tíðliga í málini gjørdi eg mær niðurstøðuna, at sjálvandi skulu føroyingar ikki at binda seg í hálvthundrað ár til danskan eftirlønargrunn og flyta pening í lummarnar hjá donskum spekulantum. Og tá ið eg hevði lisið grundgevingarnar og ávaringarnar frá serfrøðini í bløðunum millum annað frá Jørn Astrup Hansen, so var eg vísir í, at “privata” loysning hjá Kára P. Højgaard kom ikki at bera á mál. Fjøldin vildi nakað annað eisini nógvir eysturoyingar, tí dulda dagskráin hjá landsstýrismanninum var ikki siðvenja hjá føroyingum. Tí fall eisini landsstýrismaðurin.

Tá ið hetta er sagt, so minkar eisini virðingin fyri okkara løgmanni, tí hann átti fyri langari tíð at hava sæð, at Kári P. Højgaard arbeiddi við máli, sum ikki bara á mál. Hetta sá Kaj Leo ikki ella vildi ikki síggja, men skúgvaði sær allatíðina undan í fjølmiðlunum, men hetta sóu vit onnur. Eisini áhugavert at fylgja við, hvussu Fólkaflokkurin førdi seg fram ella rættari sagt tagdi í tunnilsmálinum. At tiga, tá ið tigast skal, er eitt gamalt oyramerki hjá Fólkaflokkinum. Tá ið Fólkaflokkurin á sinni fór úr samgonguni við Jóannisi Ejdesgaaard, fór Fólkaflokkurin undir heilt og tagdi í rúma tíð. Tjóðveldisflokkurin royndi at hjálpa Javnaðarflokkinum, sum førdi til, at Fólkaflokkurin gjørdist stóri vinnarin á løgtingsvalinum, og Tjóðveldisflokkurin stóri taparin.

Tú kundi spurt, hvar Fólkaflokkurin er í stóra tunnilsmálinum. Fólkurin er enn einaferð farin undir heilt, og Jørgin Niclasen hevur ikki verið at hoyrt í vikur. Onkur hevur sagt í spølni, at maðurin hevur goymt seg úti í Tindhólmi, men sum eg skilji á lagnum, so hevur hann verið í Grønlandi. Men enn einaferð er Fólkaflokkurin tann taktiski flokkurin, tí meðan løgmaður og onnur stríðast í fjølmiðlunum, tegir mest sum allur Fólkaflokkurin. Hetta er enn einaferð taktiskt snildi frá flokkinum.

Nú er nýggj støða í tunnilsmálunum. Vónandi fara fólk eftir sama leysti sum í báðum núverandi undirsjóvartunlum, tí henda skipan riggar væl. Jú meira skuld er goldin í tunlunum, jú meira lækkar kostnaðurin hjá fólki at koyra ígjøgnum tunlarnar. Hetta er sunn og góð skipan fyri fólkið. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *