IHF hert dómarareglurnar – Fleiri útvísingar og fleiri reyð kort

Dómararnir mugu seta seg inn í nýggju reglurnar, áðrenn kapppingin byrjar.

Dómararnir mugu seta seg inn í nýggju reglurnar, áðrenn kapppingin byrjar.

Danski fjølmiðlamaðurin Morten Ankerdal hevur mangar áhugaverdar ítróttakjaksendingar á TV-News. Hóskvøldið vóru gestirnir ungi hondbóltsspælarin Lasse Anderson úr KIF/Kolding, fyrrverandi landsliðsmálverjin Christine Nimand Hansen og elitudómarin Martin Gjeding. Í frálíku hondbóltskjaksendingini komu tey inn á, at dómarareglurnar eru herdar á trimum økjum í øllum limalondum í IHF frá kappingini komandi. Fleiri útvísingar og reyð kort skulu gevast fyri brot til verjuspælara ímóti vongi, til verjuspælara, sum krøkir seg við báðum ørmum um linjuspælara og til verjuspælara, sum við báðum ørmum skumpar álopsspælara, meðan hann hongur í luftini.

Danski elitudómarin Martin Gjeding segði, at eftir OL kappingina í Onglandi og HM kappingina í Spania var IHF komið hartil, at nú var tíð at herða nøkur økí í hondbóltsspælinum, so vit fáa færri skaðar og betri hondbóltsspæl. Martin Gjeding segði, at danskir dómarar nú sleppa undan at geva frágreiðingar til Dansk hondboldforbund, bara tí teir hava givið reytt kort. Hetta fer at lætta um hjá dómarunum.

Slíkt verjuspæl gevur beinanvegin tveir minuttir á beinkin.

Slíkt verjuspæl gevur beinanvegin tveir minuttir á beinkin.

Nú eru fleiri møguleikar í reyða kortinum, tí áður var soleiðis, at fekk spælari reytt kort ella burturvísing, so fekk spælarin tveir dagar leikbann. Soleiðis er ikki longur í summum førum. Nú kann dómarin geva spælara reytt kort bara restina av dystinum. Hetta er stór hjálp, tí kanska himprast dómarar at geva spælarum reyð kort, tí revsingin er so hørð fyri spælaran. Nú eru fleiri møguleikar við reyða kortinum, men er ein hending sjálvandi heilt ógvuslig, so er talan um heilt annað reytt kort og harvið leikbann, sigur Martin.

Martin segði víðari, at fer spælari frá vonginum, og verjuspælarin ikki nær vongin við kroppinum, áðrenn hann leypur inn, so má hann slett ikki nerta vongspælaran. Nertur verjuspælarin bara vongin, so er brotskast og tveir minuttir á beinkin. Er hending ógvusligari, og vongur kemur skeivt niður, so er reytt kort til verjuspælaran. Nú er ikki longur loyvt hjá verjuspælara at krøkja seg um linjuspælara og læsa hann fastan. Gert tú tað, er útvísing beinanvegin til verjuspælaran. Tú skalt verja við kroppinum og ikki krøkja teg í linjuspælaran við báðum ørmum.

Nær tú sum verjuspælari ikki álopsspælaran við kroppinum og skumpar spælaran við báðum hondum, so kanst tú rokna við reyðu korti.

Nært tú sum verjuspælari ikki álopsspælaran við kroppinum og skumpar spælaran við báðum hondum, so kanst tú rokna við reyðum korti. Men tú kanst sleppa undan leikabanni eftir nýggju reglunum.

Eisini skulu reyð kort gevast til verjuspælara, sum skumpar álopsspælara við báðum ørmum, tá ið hann hongur í luftini, so hesin dettur afturav og lendir á rygginum. Eisini um álopsspælarin fer á uttarusíðu á verjubakkinum millum vong og bakk, og verjuspælarin tá skumpar álopsspælaran, tá ið hann leypir inn, sigur Martin Gjeding. IHF hevur langt 150 hendingar frá dystum á fløgu sum hjálp til dómararnar. Fløgan er komin til Danmarkar og er send feløgum og venjarum. Vit koma at síggja fleiri útvísingar og fleiri reyð í donsku kappingini í vetur, sigur Martin Gjeding.

Men tað løgna av øllum hesum er, at boðini um herðingina av nøkrum dómarareglum er ikki enn komin út til donsku spælararnar, og kappingin er byrjað. Ungi Lasse Anderson, sum spælir við KIF/Kolding, visti einki um nýggju reglurnar. Og so er spurningurin, um føroysku A-dómararnir hava fingið boðini frá IHF og harvið fløguna við teimum 150 brotunum úr dystum. Sum eg skilji á lagnum, kemur í næstum Johnny Tauman til Føroya at halda dómaraskeið, og tá fáa føroysku dómararnir óivað høvi at kunna seg um herðingina av nøkur av dómarareglunum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *