Mánalýsið mikukvøldið fekk tankarnar at reika í allar ættir

Vakurt at síggja suður í Nólsoyarfjørð. (Mynd Vagnur)

Vakurt at síggja suður í Nólsoyarfjørð. (Mynd Vagnur)

Sum tað var vakurt í gjárkvøldið at hyggja úr vindeyganum á loftinum og suður í Nólsoyarfjørð. Fullur máni og mánalýsi, og tað var sum á alljósum degi uttanfyri í bjarta ljósinum. Tú kanst njóta løtuna, og lata tankarnar reika í vakra útsýninum. Áðrenn var lagið ikki av tí besta, tí eg hevði júst mist ein tekst burtur á telduni, sum ikki fekst aftur, og dagin fyri varð eg “lumpaður” av einum garði, sum bilurin hekk fastur í. Hetta kostaði mær 5000 krónur at umvæla, men hvat ger tað, tá ið tú kanst njóta mánalýsið. Teksturin kann skrivast umaftur, og bilurin kann umvælast. Verri er tað ikki, og eg missi ikki svøvnin av slíkum. Hetta eru eisini alt smáfiskar í gerandisdegnum, tá ið hugsað verður um, hvat fólk, tú kennir, hava at stríðast við í hesum døgum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *