Danski fjølmiðlamaðurin Morten Ankerdal hevur mangar áhugaverdar ítróttakjaksendingar á TV-News. Hóskvøldið vóru gestirnir ungi hondbóltsspælarin Lasse Anderson úr KIF/Kolding, fyrrverandi landsliðsmálverjin Christine Nimand Hansen og elitudómarin Martin Gjeding. Í frálíku hondbóltskjaksendingini komu tey inn á, at dómarareglurnar eru herdar á trimum økjum í øllum limalondum í IHF frá kappingini komandi. Fleiri útvísingar og reyð kort skulu gevast fyri brot til verjuspælara ímóti vongi, til verjuspælara, sum krøkir seg við báðum ørmum um linjuspælara og til verjuspælara, sum við báðum ørmum skumpar álopsspælara, meðan hann hongur í luftini. Læs resten
Meiningahornið – Nakrir tankar um evnaríkar landsliðsspælarar
Áhugavert kjak hevur verið á Facebook, síðani tíðindini hoyrdust, at danski landsliðsvenjarnin Ulrik Wilbek hevur lovprísað føroyska hondbóltsspælaranum Jóhan á Plógv Hansen, sum danski venjarin møguliga einaferð sær sum danskur A-landsliðspælari.
Eg skrivaði nøkur orð til kjakið á Facebook, men eri farin úr kjakinum. Heldur vil eg koma við nøkrum tankum um føroyskan manshondbólt, sum eg kann minnast úr søguni. Vit spældu fyrsta hondbóltslandsdyst á útivølli ímóti íslendingum í 1964 í Gundadali. Vit spældu aftur í Gundadali ímóti íslendingum í 1968. Læs resten
VÍF-kappróður fekk ikki viðhald í dómsnevndini. Næsta stig er ÍSF dómstólurin
Sum væntað fekk VÍF-kappróður ikki viðhald í Róðrarsambandinum viðvíkjandi kæruni um 5-mannafarið Havfrúnni á ólavsøku. Tá ið eg sigi sum væntað, so roknaði eg við, at nevndin í Róðrarsambandinum fór at stuðla sínum dómarum. Men eg roknaði heilt vist ikki við, at dómsnevndin kom til sama úrslit, serliga tí lógarverkið í RSF er so veikt orðað á nógvum økjum. Dómsnevndin gekk ikki VÍF-kappróðri á møti. Nú er áhugaverda málið um Havfrúnna sent í ÍSF dómstólin, har fleiri løgfrøðingar sita. Læs resten
Cecil Weihe vann Tórshavn marathon 2013
Bragdið hevur nú í ellivu ár skipað fyri Tórshavn marathon, og Cecil hevur vunnið kappingina seks ferðir. Hann vann fýra tey fyrstu árini, men so sást hann ikki aftur í nøkur ár. Eg spurdi hann, eftir at hann var komin á mál, um tað eru skaðar, sum hava darvað. – Nei, ikki skaðar, men familja, arbeiði og lesnaður eru raðfest hægri, tí tað krevst nógv venjing og harvið nógvir tímar at fyrireika seg til marathon teinin, um tú sjálvandi skalt vera nøgdur, sigur Cecil. Læs resten
Tilvild? Danir styrkja um hernaðarliga vaktarhaldið við Føroyar
Tað er ógvuliga sjáldan, at tú sært tvey donskt “krígsskip”, onkur vildi sagt tvey donska vaktarskip, samstundis á Havnini. Spurningurin er so, um danir við hesum vilja vísa føroyingum, at teir stuðla okkum í makrel- og sildastríðnum við EU, men kanska er hetta í sambandi við, at tjóðarhetjan Erlendur Patursson um dagarnar hevði fylt hundrað ár. Vanliga er bara eitt dansk vaktarskip við Føroyar, men Helle Thorning og onnur donsk statsfólk hava mangan sagt, at Danmark fyri alt í verðini vil varðveita Føroyar í ríkisfelagsskapinum. Vit hoyra og síggja annars lítið til hernaðarvirksmemið í Føroyum, men tað var tann tíð, tá ið marinarar og mjørkadalsmenn í búnum spákaðu í Havnargøtum. Læs resten
Meiningahornið – Prátið um vakra húkin í Klaksvík er tagnað (e)
11. november 2010 skrivaði eg í grein í bløðunum um húkin í Klaksvík í sambandi við, at Landsverk vildi hava húkin burtur úr rundkoyringin við tunnilmunnan, men tað vildu klaksvíkingar ikki.
Aðrar rundkoyringar eru í Klaksvík, og í miðjuni rundkoyringunum er listaverk, men meðan Klaksvíkar kommuna ráddi yvir rundkoyringunum í býnum, hevði Landsverk ábyrgdina av rundkoyringini, tá ið tú kemur úr undirsjóvartunlinum.
Stjórin í Landsverk, sum tá ráddi fyri borgum, arbeiðir ikki longur hjá Landsverk, og alt prát um vakra húkin er tagnað. Húkurin kemur at standa har í allar ævir. Millum annað skrivaði eg í greinini: Læs resten
Meiningahornið – Hoyvíkingur skal ikki eita Hoyvíkingur

Nærmast Havnarbáturin, síðani Hoyvíkingur og Suðuroyingur. Reyða 10-mannafarið eigur at skifta navn. (Mynd Vagnur)
Nú fari eg at enda skrivingina um kappróður á hesum sinni, men eitt hjartasuff havi eg tó til Argja Róðrarfelag: “Finnið tykkum nýtt navn til 10-mannafarið Hoyvíking, tí eingin meining er í, at 10-mannafar heimhoyrandi á Argjum eitur Hoyvíkingur, tí hoyvíkingar hava fyri fleiri árum síðani slept øllum kappróðri, nú er bara hondbóltur á skránni í Hoyvík. Tað var tann tíð, tá glóðheitur róðrarfepur var í Hoyvík. Læs resten
Mær dámdi ótrúliga væl mátan, bátarnir vórðu startaðir
Eftir snarróðurin hitti eg tveir tilvildarligar rógvarar á vestaru bryggju til tess at vita, hvussu tey vóru nøgd við nýggja róðrarátakið. Maðurin var miðvingurin Brandur Sjúrðarson, sum róði við 6-mannafarinum Skúgvi, og kvinnan var Bára Thorsvig, sum fyrst róði við Hvessingi/Lómi 6-mannafar kvinnur og síðani við Argjabátinum blandari manning. Fyrst spurdi eg Sjúrð, hvat hann helt um snarróðurin fyrsta róðrarátak av sínum slagi í Føroyum? Læs resten
Frálíkt róðrarátak – 50 minuttir at avgreiða allar róðrarnar

Søgulig róðrarmynd . 8-mannafør blandað. Gullbrandur, tveir Argjabátar, Miðvingur og Knørrur. Miðvingur vann róðurin. (Mynd Vagnur)
Fyrrapartin í dag var boðað frá snarróðri á Havnarvág, og útvið tretivu bátsmanningar høvdu meldað til snarróðurin. Teinurin var 447 metrar frá nakað innan fyri Molan og inn í Vágsbotn. Alt talaði fyri væl úr hondum greiddum tiltaki, tí tú merkti frá byrjan, at fyrireikingin var góð. Men so hendi tað aftur, sum vit so mangan hava upplivað í føroyskum kappróðri. Ein bátur hevði siglt á startin við Molan, tí mátti hann leggjast av nýggjum, so róðrarnir, sum skuldi byrja stundisliga klokkan ellivu, byrjaðu ikki fyrr klokkan 11.45. Men tá ið fyrsta skotið varð loyst av, gekk sum eftir ánni. Læs resten
Tíggju rógvarar fingu 1000 krónur í bót hvør frá vaktarskipum

Frálíkt at fólk frá Tjaldrinum og Brimli javnan kanna kappróðrarbátar. Sjálvandi skal trygdin haldast. (Mynd Vagnur)
Í fjølmiðlunum er nógv skrivað og hoyrt um fimtan ára gamla dreingin úr Klaksvík, sum fór í havið í sambandi við vatnkríggið sjómannadagin. Høvuðsfyrireikarin slær so mikið fast í fjølmiðlunum, at er trygdin ikki 100% í lagi sjómannadagin, so verður einki slíkt tiltak fyriskipað í framtíðini. Eg kom at hugsað um trygd umborð á kappróðrarbátum, har vit hava stranga reglugerð um trygd umborð á kappróðrarbátum. Eg havi vent mær til Fiskiveiðieftirlitið og spurt, hvussu nógvir kappróðrarbátar eru kannaðir í summar, og um nakrar bøtur eru útskrivaðar. Og svarið er niðanfyri. Læs resten






