VÍF-kappróður fekk ikki viðhald í dómsnevndini. Næsta stig er ÍSF dómstólurin

5-mannaførini við kvinnum í harðari kapping um fyrsta plássið á ólavsøku. (Mynd Vagnur)

5-mannaførini við kvinnum í harðari kapping um fyrsta plássið á ólavsøku. (Mynd Vagnur)

Sum væntað fekk VÍF-kappróður ikki viðhald í Róðrarsambandinum viðvíkjandi kæruni um 5-mannafarið Havfrúnni á ólavsøku. Tá ið eg sigi sum væntað, so roknaði eg við, at nevndin í Róðrarsambandinum fór at stuðla sínum dómarum. Men eg roknaði heilt vist ikki við, at dómsnevndin kom til sama úrslit, serliga tí lógarverkið í RSF er so veikt orðað á nógvum økjum. Dómsnevndin gekk ikki VÍF-kappróðri á møti. Nú er áhugaverda málið um Havfrúnna sent  í ÍSF dómstólin, har fleiri løgfrøðingar sita.

Í kæruni kravdi VÍF-kappróður, at Havfrúgvin í minsta lagi fær 2. plássið á ólavsøku, og harvið fær tey seks stigini í upprunaliga róðrinum. Eisini verður kravt, at reyða kortið verður tikið aftur, at Havfrúgvin fær skrivliga umbering, og at RSF harmast um hendingina. Men Róðrarsambandið gekk ikki klaguni á møti, og tí var klagan send víðari í dómsnevndina, sum heldur ikki gongur VÍF-kappróðri á møti.

RSF grundgevur í aftursvarinum til VÍF-kappróður, at RSF metir, at høvuðsdómarin hevur dømt rætt, og at Havfrúgvin loysti krókin úr bátinum, áðrenn loyvt var. Róðrarsambandið sigur, at viðvíkjandi umróðrinum er eingin serskild grein at døma eftir, tí verður dømt eins, og var tað ein vanligur róður, har kolldømingin á einum kappingardegi er galdandi fyri allar róðrarnar tann dagin róð verður. Tí fær Havfrúgvin eingi stig á ólavsøku, segði Róðrarsambandið millum annað í aftursvari til VÍF-kappróður.

Eg er spentur, hvørja niðurstøðu ÍSF-dómstólurin kemur til, tí í ÍSF-dómstólinum eru fleiri løgfrøðingar. Nú skal veika lógarverkið í Róðrarsambandinum standa sína roynd í ÍSF-dómstólinum. Dómstólurin skal taka støðu til, um nevndin í Róðrarsambandinum kundi døma Havfrúnna, sum hon gørdi, á ólavsøku sambært lógarverkinum í Róðrarsambandinum. Í míni róðrarverð er talan um tulkingar í veika lógarverkinum um umróðurin. Tí er spennandi, hvørja niðurstøðu ÍSF-dómstólurin kemur til. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *