Bragdið hevur nú í ellivu ár skipað fyri Tórshavn marathon, og Cecil hevur vunnið kappingina seks ferðir. Hann vann fýra tey fyrstu árini, men so sást hann ikki aftur í nøkur ár. Eg spurdi hann, eftir at hann var komin á mál, um tað eru skaðar, sum hava darvað. – Nei, ikki skaðar, men familja, arbeiði og lesnaður eru raðfest hægri, tí tað krevst nógv venjing og harvið nógvir tímar at fyrireika seg til marathon teinin, um tú sjálvandi skalt vera nøgdur, sigur Cecil.
Eg spurdi eisini Cecil, um tað var øðrvísi at renna marathon í 2013, enn tá ið hann vann kappingina fyri ellivu árum síðani? – Eg haldi meg vera eins væl fyri, sum fyri ellivu árum síðani, og tíðin boðar eisini frá hesum. Frálíkt var at renna í dag, hóast nakað at vindi var onkrastaðni á teininum, sigur Cecil í stuttum, sum ikki sást so troyttur út. Tíðin var beint undir tveir tímar og 54 minuttir. Teinurin er úr Havn inn til Kalbaks og aftur.
Eisini hitti eg fyrrverandi marathonrennara, og hann segði mær, at Absalon Hansen eigur bestu tíðina runnin í Føroyum. Á Oyggjaleikunum í Føroyum í 1989 rann Absalon marathon teinin av Selatrað og inn á Toftir við tíðini tveir tímar og 35 minuttir. Og Absalon eigur eisini bestu tíðina runnin uttanlands, tá ið hann eitt árið rann marathon teinin við tíðini 2 tímar og 27 minuttir.
Tórshavn marathon er væl skipað tiltak, og umframt marthon renningina, runnu fólk millum annað eisini hálv marthon. Tá ið eg spurdi formannin í Bragdinum Fríðrik Bláhamar, hvussu tey eru nøgd við luttøkuna, so segði hann, at talið av rennarum eru um 70 rennarar seinastu trý árini, men tey vóna at náa hundrað rennarar. Ùrslit og tíðir koma á heimasíðuna hjá Bragdinum www.bragdid.fo (Vagnur)

