Meiningahornið – Hoyvíkingur skal ikki eita Hoyvíkingur

Nærmast Havnarbáturin, síðani Hoyvíkingur og Suðuroyingur. Reyða 10-mannafarið eigur at skifta navn. (Mynd Vagnur)

Nærmast Havnarbáturin, síðani Hoyvíkingur og Suðuroyingur. Reyða 10-mannafarið eigur at skifta navn. (Mynd Vagnur)

Nú fari eg at enda skrivingina um kappróður á hesum sinni, men eitt hjartasuff havi eg tó til Argja Róðrarfelag: “Finnið tykkum nýtt navn til 10-mannafarið Hoyvíking, tí eingin meining er í, at 10-mannafar heimhoyrandi á Argjum eitur Hoyvíkingur, tí hoyvíkingar hava fyri fleiri árum síðani slept øllum kappróðri, nú er bara hondbóltur á skránni í Hoyvík. Tað var tann tíð, tá glóðheitur róðrarfepur var í Hoyvík.

Slóðarin úr Hoyvík Halgir Dahl Olesen róði við Havnarbátinum í 2001, sum hetta árið vann FM-heitið. Í 2003 mannaðu hoyvíkingar 8-mannafar Ørv og vunnu teir FM-heitið. Nú fingu hoyvíkingar blóð á tonnina, og øll segl vórðu sett at byggja nýtt 10-mannafar. Í 2004 smíðaði Sámal Hansen hoyvíkingum snotuliga bátin. Undirtøkan var øgilig í Hoyvík, men tað gekk ikki, sum Halgir og onnur vildu. Báturin bleiv aftastur á fimm stevnum. Besta úrslitið var eitt triðja pláss á sundalagsstevnu.

Í 2005 varð roynt aftur, og tá gekk nógv betur, men ikki so væl, sum hoyvíkingar inniliga ynsktu. Besta úrslitið hetta árið var annað plássið á jóansøku, og í FM-kappingini varð Hoyvíkingur nummar trý. Í Hoyvík funnu fólk útav, at somu menn megnaðu ikki at rógva við 10-mannafari um summarið og spæla hondbólt í bestu deildini um veturin. Hoyvíkingar valdu hondbóltin, og hvíta 10-mannafarið endaði útí Argjum. Argja Róðrarfelag yvirtók bátin, sum varð málaður reyður. Men báturin eitur framvegis Hoyvíkingur, sum er heilt burturvið í míni róðrarverð.

Hoyvíkingur hvitur við reyðari rond á ólavsøku í 2005. (Mynd Álvur)

Hoyvíkingur hvitur við reyðari rond á ólavsøku í 2005. (Mynd Álvur)

Ætlanin var, at manningin umborð á Argjabátinum frá í fjør, skuldu í summar umborð á Hoyvíking, men teir fingu ikki nóg nógvar rógvarar, tí varð Argjabáturin mannaður enn einaferð. Manningin umborð á Argjabátinum róði við Hoyvíkingi í snarróðrinum leygardagin, og sum eg skilji á monnum, skal Hoyvíkingur mannast næsta ár.

Eg haldi, at tað er heilt burturvið at nú reyða 10-mannafarið eitur Hoyvíkingur. Sjálvandi veit eg, at hetta var í avtaluni, tá hoyvíkingar góvu Argja Róðrarfelag bátin. Nú er báturin málaður reyður heimahoyrandi á Argjum, og tí skal báturin ikki eita Hoyvíkingur, sjálvt um onkur á Argjum sigur, at so koma kanska hoyvíkingar at rógva á Argjum. Soleiðis hongur slett ikki saman millum tey ungu í dag. Hoyvíkingur dregur ongan ungling úr Hoyvík út á Argir.

Eisini veit eg, at Argja Róðrarfelag vil varðveita, at 8-mannafarið eitur Argjabáturin, tí so nógv róðrarsøgu liggur í bátinum, og at báturin hevur vunnið so nógv. Men onnur góð orð eru til at taka, har “Argja” er við í orðinum. Argjaboði, Argjahøvdi ella okkurt annað staðarnavn á Argjum. Men tað er púra vilt, at báturin eitur Hoyvíkinguar, navn, um slett ikki bindur 10-mannafarið til Argir. Í skemti kundi eg sagt, at báturin heldur kundi itið Uttanbíggjarbáturin til minnis um tíðina, tá ið Argir og Hoyvík vóru saman í Tórshavnar uttanbíggjar kommuna. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *