
Frálíkt at fólk frá Tjaldrinum og Brimli javnan kanna kappróðrarbátar. Sjálvandi skal trygdin haldast. (Mynd Vagnur)
Í fjølmiðlunum er nógv skrivað og hoyrt um fimtan ára gamla dreingin úr Klaksvík, sum fór í havið í sambandi við vatnkríggið sjómannadagin. Høvuðsfyrireikarin slær so mikið fast í fjølmiðlunum, at er trygdin ikki 100% í lagi sjómannadagin, so verður einki slíkt tiltak fyriskipað í framtíðini. Eg kom at hugsað um trygd umborð á kappróðrarbátum, har vit hava stranga reglugerð um trygd umborð á kappróðrarbátum. Eg havi vent mær til Fiskiveiðieftirlitið og spurt, hvussu nógvir kappróðrarbátar eru kannaðir í summar, og um nakrar bøtur eru útskrivaðar. Og svarið er niðanfyri.
Menn frá Brimli og Tjaldrinum kannaðu 31 kappróðrarbátar í summar. Umborð á tveimum bátum róðu rógvarar ikki í bjargingarvesti, og tí fingu tíggju rógvarar 1000 krónur hvør í bót. Tríggir bátar høvdu ikki radarareflektor og fingu 300 krónur hvør í bót. Um felagið ella persónurin játtar seg sekan og váttar at vera til reiðar at gjalda bótina sambært sektaruppskotinum, kann málið avgerast uttan rættarmál. Um felagið ella persónur ikki játtar seg sekan ella ikki rindar upphæddina, verður málið uttan aðra ávaring sent Føroya landfúta til viðari viðgerð, verður sagt frá Fiskiveiðieftirlitinum
Eg spurdi eisini, um Fiskiveiðieftirlitið hevur kensluna av, at rógvarar nú halda betur kunngerðina um trygd. Her vísa tey á dømið frá 2010, har eisini 31 bátar vórðu kannaðir. Í 2010 vóru tað fýra bátar, har fólk umborð ikki róðu í vesti. Í 2010 fingu sekstan rógvarar 1000 krónur í bót hvør, tí teir ikki róðu í vesti. Fýra bátar høvdu ikki radarareflektor, sum tí fingu bót fyri hetta lógarbrot. Hevur bátur ikki kumpass umborð, so skal felagið av við 1500 krónum í bót. Kunngerðin kom í gildið í 2006, men varð dagførd seinast 12. juni í 2008.
Eg havi skrivað nógvar greinar um trygd umborð á kappróðrarbátum, tí eg haldi, at rógvarar bæði eldri og yngri mugu vísa ábyrgdarkenslu í sambandi við trygdina. Rógvarar heilt niður í tólv ára aldur rógva barnaróður, og róðrarfeløgini hava tí stóra ábyrgd og standi við endaligu ábyrgdini, um okkurt hendir. Foreldrini mugu eisini vera vís í, at tey ungu eru í góðum hondum. Stórur bati er at hóma, men fert tú eitt kvøldið í juni ella juli mánað oman á bryggjuna at hyggja at kappróðrarbátum, meðan teir venja, so skalt tú vera heilt vísir í, at allir rógvarar ikki rógva í vesti. Serliga eru tað nakrir eldri rógvarar, sum svíkja.
Tí er mín vón, at fólk frá Tjaldrinum og Brimli halda fram at kanna kappróðrarbátar. Eitt er heilt vist, at rógvari hevur ikki hug at gjalda 1000 krónur í bót fleiri ferðir, men hvørt ár koma nýggj fólk umborð á bátarnar. Feløgini tí skulu syrgja fyri, at eisini hesir rógvarar halda lógini um trygd á sjónum.
Nù fór ein ungur drongur á sjógv í sambandi við sjómannadagin í Klaksvík, har fólk frá gummibáti skjótt fingu fatur í dreinginum. Men hugsið tykkum, um ein kappróðrarbátur fer runt langt úr landi og eingin hjálp er í eygsjón. Uttan bjargingarvest hava hesir rógvara ikki nógvar møguleikar. Bjargingarvesturin ger, at viðkomandi kann halda sær uppi, til hjálpin nær fram. (Vagnur)


