Fyri ikki so nógvum árum síðani tosaði samgongan við Jóannesi Eidesgaard sum løgmanni um eina 2015 ætlan, tí tá skuldi Føroyar hava besta skúla í heiminum, og Føroyar skuldi vera besta landið at búgva í. Millónir av krónum vórðu brúktar til ráðstevnur, og ymsir bólkar við vælútbúnum fólkum vórðu settir at koma við uppskotum, hvussu 2015 ætlanin bar á mál. Um hálvtannað ár koma vit til 1. januar 2015, men ikki hoyra vit longur eitt orð um 2015 ætlanina, tí vit hava nýggja samgongu, og Jóannes Eidesgaard er farin úr politikki. Læs resten
Róðrarsambandið gekk ikki Havfrúnni á møti í kæruni
VÍF kappróðurin sendi Róðrarsambandinum kæru í sambandi við reyða kortið til Havfrúnna á ólavsøku. Eg havi spurt meg fyri hjá VÍF kappróðri, og tey siga í kæruni, at tey meta ikki, at Havfrúgvin tjóvstartaði, og tí átti báturin ikki at fáa reytt kort. Í kæruni krevur VÍF-kappróður, at Havfrúgvin í minsta lagi fær 2. plássið á ólavsøku, og harvið fær tey seks stigini í upprunaliga róðrinum. Eisini verður kravt, at reyða kortið verður tikið aftur, at Havfrúgvin fær skrivliga umbering, og at RSF harmast um hendingina. Men Róðrarsambandið gekk ikki klaguni á møti, og tí er klagan send víðari í dómsnevndina. Læs resten
Neistavenjarin Kári Horn er farin at læra til bakara
Neistavenjarin 36 ára gamli Kári Horn byrjaði mánadagin at læra til bakara á bakarínum í Mylnuni. Síðani Kári kom aftur til Føroya eftir seytjan ár í Danmark, hevur hann arbeitt við børnum á ymsum stovnum. Hann ætlaði at læra til pedagog, men hann slapp ikki inn á skúlan, tí hann vantaði eina lærugrein. – Eg vil fegin hava eina útbúgving, og tá ið eg fekk møguleikan at koma í bakaralæru, tók eg av. Kári skal venja neistakvinnur kappingina komandi, og eg havi spurdi hann tveir spurningar. 1. Hví hann velur at læra til bakara, og hvat vit kunnu vænta okkum av neistakvinnum næstu kapping? Læs resten
Eg hevði øgiliga skuldarkenslu eftir umróðurin á ólavsøku
Góð vika er farin síðan ólavsøkuróðurin, men enn tosa fólk um órættvísi, sum kvinnurnar umborð á Havfrúnni vóru fyri í umróðrinum. Beiggi mín stóð við Vónina og hugdi at kappróðri og sá Havfrúnna liggja rúma tíð í Álakari. Serliga sá hann róðurskvinnuna sita niðri í bátinum hangandi út av stokkinum. Hann skilti, at lagið var ikki gott umborð. Róðurskvinnan umborð á Havfrúnni eitur Sigrun Helga Magnussen, og eg havi spurt hana, um hon kann siga mær, hvat hendi við startmálið beint fyri umróðurin og eftir, at dómarin hevði skotið róðurin av og givið Havfrúnni reyða kortið. Læs resten
Meiningahornið – Abasalon í Buð rópar neyðarróp um tunlarnar
Í næstaseinastu viku var á Viðareiði, og eftir ferðina skrivaði eg nøkur orð júst um gomlu tunlarnar millum Klaksvík og Norðdepil. Síggi í Dimmalætting í gjár, at Absalon í Buð rópar neyðarróp við orðunum Neyðarróp til avvarðandi myndugleikan, har hann vísir á júst tað sama, sum eg upplivdi við tunlarnar. Kaos er rætta orðið. Stórir lastbilar, betongbilar og aðrir bilar hvørt um annað í trongu, myrku, skitnu og ótryggu tunlunum. Og Absalon í Buð sigur viðari: Læs resten
Havnin fjald í mjørka – sól og summar á Viðareiði í juli mánað
Hósdagin gekk leiðin til Viðareiðis at vitja eldri konu í familjuni. Havnin hevur verið fjald í mjørka mest sum allan juli mánað, og tað var hon eisini, tá ið vit fóru úr Havn klokkan 14.30. Komin úr bergholinum og sóu Kollafjørð, var klárur himmal so langt eygini sóu, og sólin skein líka til Viðareiðis. Serliga í Lorvík, Klaksvík og á Viðareiði gingu fólk hvíttklødd, og børnini gingu í stuttum buksum. Fólk sótu uttanfyri, og í Klaksvík og á Viðareiði helt tú teg vera komin til Spaniu. Á Viðareiði vóru summi fólk liðug at hoyggja, og fólk vóru brún í húðini av sólini, sum hevur skinið mest sum allan juli mánað. Læs resten
Tey samkyndu í Føroyum fingu aftur dyggan stuðul
Enn einaferð var eg vitni til stóra skrúðgongu í sambandi við rættindini hjá teimum samkyndu í Føroyum. Eg skrivaði somu tíð í fjør, tá ið fólk eisini gingið skrúðgongu, at eini 2000 fólk fóru fram við hjá okkum, og at dupult so nógv fólk løgdust aftrat niðri í býnum. Skrúðgongan í gjár leygardagin 27. juli var enn størri enn tann í fjør. Hon strekti seg frá Sjónleikarhúsinum og niðan um Plantasjuna, og har vóru bæði ung og eldri fólk. Hetta ber prógv um, at fólk vilja broytingar. Læs resten
Róðrarsambandið vil ikki geva mær avrit av klaguni frá VÍF
Fólk hava sýnt málinum um Havfrúnna á ólavsøku óvanliga stóran áhuga, tí eisini fólk, sum ikki fylgja so væl við kappróðri, standa spyrjandi, hví mann kann geva reytt kort fyri tjóvstart á ólavsøku og ikki á øðrum stevnum. Hesi fólkini kenna jú til reyð kort í øðrum ítróttagreinum. Eg dittaði mær at skriva til RSF í sambandi við alment innlit um at fáa avrit av klaguni frá VÍF-kappróðri, men orðini eru: Tú fært ikki eitt avrit av kæruni, fyrr enn málið er liðugt viðgjørt. Tað er vanlig mannagongd, sigur formaðurin. Síðani vendi eg mær til VÍF-kappróður. Læs resten
Sílagenturnar eru eisini vónsviknar av startdómaranum
Eg stóð á “Ískaini” og hugdi at kappróðrinum á ólavsøku og royndi at fáa nakrar góðar myndir í skjáttuna. Tá ið gentumanningarnar skuldi rógva, var eg spentur, hvør bátur fór at fáa annaðplássið, har vóru óivað serliga tríggir bátar um boðið. Blikur, Jallurin og Sílið, sum høvdu kappast um hetta plássið í summar. Erla Kongsdóttir var jú longu føroyameistari. Startskotið brast, men so hoyrdi eg í útvarpinum, at Sílið hekk eftir í startinum, men slapp so avstað eina bátslongd eftir hinar bátarnar fyrstu tøkini. Nú frætti eg, at sílagenturnar eru í øðini inn á startdómaran, tí báturin lá ikki beinur, tá ið startskotið brast. Róðursgentan hevði hondina á lofti, men startdómarin lætst ikki um vón og skeyt. Læs resten
VÍF-kappróðrardeild hevur kært umróðurin á ólavsøku
Á heimasíðuni hjá VÍF hevur Finnur Johannesen, formaður í VÍF-kappróðrardeild skrivað áhugavert skriv í sambandi við umróðurin á ólavsøku. Boðað verður frá, at VÍF-kappróðrardeildin hava kært umróðurin til Róðrarsambandið. Í skrivinum stendur millum annað. – Vit eru av tí áskoðan, at kolldømingin av Havfrúnni í umróðrinum er ein skeiv avgerð, ið er í stríð við kappingarreglurnar, og tí hava vit kært til RSF. Manningin á Havfrúnni metti seg ikki at hava tjóvstartað og tvíheldur um, at onkur misskiljing má hava verið millum dómararnar. Læs resten









