Eg hevði øgiliga skuldarkenslu eftir umróðurin á ólavsøku

Sigrun Helga er sjálvandi kedd um hendingina á ólavsøku. (Mynd Vagnur)

Sigrun Helga er sjálvandi kedd um hendingina á ólavsøku. (Mynd Vagnur)

Góð vika er farin síðan ólavsøkuróðurin, men enn tosa fólk um órættvísi, sum kvinnurnar umborð á Havfrúnni vóru fyri í umróðrinum. Beiggi mín stóð við Vónina og hugdi at kappróðri og sá Havfrúnna liggja rúma tíð í Álakari. Serliga sá hann róðurskvinnuna sita niðri í bátinum hangandi út av stokkinum. Hann skilti, at lagið var ikki gott umborð. Róðurskvinnan umborð á Havfrúnni eitur Sigrun Helga Magnussen, og eg havi spurt hana, um hon kann siga mær, hvat hendi við startmálið beint fyri umróðurin og eftir, at dómarin hevði skotið róðurin av og givið Havfrúnni reyða kortið.

– Vit róðu róliga út á málið til umróðurin og lógu har og bíðaðu eftir Ørnini, sum ikki var komin, óivað, tí báturin ikki var tøkur eftir genturóðurin. Havfrúgvin og Ørnin leggja síðani til startin, og dómarin sigur ferð eftir ferð, at nummar 8, sum eru vit, skulu rógva fram alla tíðina. Tá ið dómarin so rópar klárar, steðga vit at rógva, sum vit jú altíð gera.

5-mannaførini við kvinnum í harðari kapping um fyrsta plássið. (Mynd Vagnur)

5-mannaførini við kvinnum í harðari kapping um fyrsta plássið i upprunaliga róðrinum.. (Mynd Vagnur)

– Dómarin heldur fram at rópa á okkum um rógva og biður allar kvinnurnar rógva, so tað munar. Knappliga brestur skotið, og kúlan, sum plagar at vera grøn kúla, var hesaferð ein reyð kúla. Hví? Tað veit eg ikki. Ørnin og Havfrúgvin fara javnar úr startinum, og eg eri 100% vís í, at Havfrúgvin tjóvstartaði ikki, og livandi myndirnar vísa eisini, at Havfrúgvin og Ørnin taka fyrsta takið í senn. Tí kann Havfrúgvin ikki hava tjóvstartað.

Sigrun Helga og sonurin Brestir á norðoyastevnu í 2012. (Mynd Hvannrók)

Sigrun Helga og sonurin Brestir á norðoyastevnu í 2012. (Mynd Hvannrók)

– Vit rógva síðani í 32 sekund, tá dómarin skjýtur av róðurin, og vit síggja reyðu kúluna á himmalinum. Bæði eg og vit allar umborð eru 100% vísar í, at tað er ikki Havfrúgvin, sum er orsøkin, at róðurin er skotin av, tí alt hjá okkum fór fram sum vanligt og sum á øðrum stevnum. Vit standa púra býttar og ovfarnar, tá ið stóra runda reyða kortið verður vent ímóti Havfrúnni..

– Tað var, sum gólvið datt undan okkum, og vit sótu fyrstu sekundini og søgdu einki. Síðani kom reaktiónin, og vit fóru í sjokkstøðu, gjørdist illar og skelduðu til høgru og vinstru. Eg føldi tað soleiðis, at eg persónliga hevði fingið reytt kort sum róðurskvinna og hevði svikið hinar í bátinum. Hetta var ræðulig kensla hesa løtuna, og skuldarkenslan reikaði í kroppinum.

– Vit spurdu okkum sjálvar, hvat hendi her. Talan var í fyrstu syftu ikki um sjálvt FM-heitið, men tað, at vit mettu okkum at vera órættvíst dømdar og ikki høvdu framt nakað skeivt. Vit føldu, at alt skramblaði saman, og at vit vóru stemplaðar sum lógbrótarar. Allar grótu umborð, og vit bara stardu út í luftina, og eg sat niðri í bátinum hangandi út av stokkinum. Eg hevði ikki hug at tosa við fólk.

– Havfúgvin lá leingi uttarlaga í Álakeri, og vit ætlaðu at draga bátin upp í Álakeri og vildi slett ikki vísa okkum inni á Kongabrúnni. Eg hugsaði sum so, at fólk skuldi í hvørfall ikki síggja mítt sorgarbundna andlit. Eg vildi bara sleppa heim skjótast gjørligt. Eg eri úr Leynum, men búgvi í Havn, og heima ynskti eg meg at vera, so eg kundi fáa frið, tí eg vildi ikki síggja fólk. Tómrúmið var ótrúliga stórt hesa løtuna. Eingin rógvari vildi inn á Kongabrúnni eftir FM-heiðursmerkunum.

Flestar av okkum er mammur 

Eftir at hava ligið leingi í Álakeri og summa okkum, gjørdu vit kortini av at rógva bátin inn á Kongabrúnna. Fólk, sum vit kendu, vóru komin oman á Vónina, og tey bóðu okkum fara eftir heiðursmerkunum. Onkur ringdi eisini umboð og segði tað saman. Tað vóru ótrúliga tung spor at fara á land á Kongabrúnni. Vit vóru slett ikki glaðar, tvørturímóti.

Myndina tók beiggi mín Torbjørn við telefonini. Sigrun Helga situr niðri í bátinum og hongur út av stokkinum. Kekk sjálvandi.

Myndina tók beiggi mín Torbjørn við telefonini. Sigrun Helga situr niðri í bátinum og hongur út av stokkinum. Kedd sjálvandi.

– Nú er góð vika farin, og eg royni at skúgva til viks allar tankar um ólavsøkuróðurin, men fólk spyrja framvegis um hendingina á ólavsøku. Eg tosi púra erliga, tá ið eg sigi, at Havfúgvin tjóvstartaði ikki á ólavsøku. Hetta vísa eisini myndirnar frá róðrinum, har Ørnin og Havfrúgvin taka á í sama taki. Havfrúgvin fekk ongan fyrimun, tí skuldi róðurin sjálvandi ikki verið skotin av.

– Vit eru næstan allar mammur umborð, og tað er ótilgevuligt, at tá ið vit brúka okkara fáu fríløtur í gerandisdegnum til kappróður, at so at blíva soleiðis viðfarnar. Vit hava lagt nógva orku í róðrárið og spent bogan so nógv, at vit síðani skulu upplíva slíkt. Eg haldi fast uppá, at tað vóru dómararnir, sum gjørdu mistak, og sum Havfrúgvin koma at bøta fyri. Hetta er órættvíst ímóti okkum, sigur Sigrun Helga Magnussen.

Sterkar eru kenslurnar í kappróðri. Her lagið betri á róðurskvinnuni.

Sterkar eru kenslurnar í kappróðri. Her er lagið betri á róðurskvinnuni.

Málið um Havfrúnna fer at spøkja aftur í rúma tíð, tí málið er kært og fer óivað viðari til dómsnevndina og seinni í ÍSF dómstólin. Tú situr við kensluni, at órættvíst er dømt. Teir umborð á útvarpsbátinum sóu ikki, at talan var um tjóvstart, og at Havfrúgvin fekk nakran fyrimunn, tí bátarnir fóru javnur úr startinum. Tað sama sigur róðurskvinnan Sigrun Helga. At enda spyrji eg róðurskvinnuna, hvussu hon hevur tað nú, og um hon fer at stýra aftur næsta summar.

– Orsakað av skúla fari eg ikki at stýra aftur, men fái eg møguleikan at stýra 8-mannafari ella 10-mannafari, so kann eg møguliga freistast. Men óivað stýri eg ikki aftur næstu árini. Eg havi heldur ikki orku at fylgja málinum um umróðurin, og tað kann heldur ikki vera uppgávan hjá rógvarum at tulka órættvísar lógur í RSF. Nú royni eg bara at fáa ólavsøkuróðurin úr mínum høvdið, sjálvt um tað er torført. Vit vóru fyri vanbýti og órættvísi á ólavsøku, sigur Sigrun Helga at enda.

Uppískoyti: Eftir at hava skrivað greinina komi eg at hugsa um, at tað hevði verið áhugavert, um ein “svartur kassi” var til taks, sum umborð á flogførum. Har vit kunnu hoyra, hvat startdómarin og høvuðsdómarin tosaðu um tey 32 sekundini, áðrenn róðurin varð skotin av. Tí 32 sekund er long tíð í kappróðri. Eisini hevði verið áhugavert, um nærmyndir vóru tøkar, sum vit síggja í altjóða kappróðri. Tí eingin ivi eru í míni róðrarverð, at við teimum myndum, sum eru tøkar, og tað sum varð sagt úr útvarpsbátinum, so er okkurt spinnandi galið farið fram úti á málinum, har dómararnir hava mistikið seg. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *