Eg stóð á “Ískaini” og hugdi at kappróðrinum á ólavsøku og royndi at fáa nakrar góðar myndir í skjáttuna. Tá ið gentumanningarnar skuldi rógva, var eg spentur, hvør bátur fór at fáa annaðplássið, har vóru óivað serliga tríggir bátar um boðið. Blikur, Jallurin og Sílið, sum høvdu kappast um hetta plássið í summar. Erla Kongsdóttir var jú longu føroyameistari. Startskotið brast, men so hoyrdi eg í útvarpinum, at Sílið hekk eftir í startinum, men slapp so avstað eina bátslongd eftir hinar bátarnar fyrstu tøkini. Nú frætti eg, at sílagenturnar eru í øðini inn á startdómaran, tí báturin lá ikki beinur, tá ið startskotið brast. Róðursgentan hevði hondina á lofti, men startdómarin lætst ikki um vón og skeyt.
Sílagenturnar siga, at startdómarin kallaði Sílið longur fram. Nummar 8 longur fram, rópti hann, og so skeyt hann bráddliga, sjálvt um Sílið ikki lá beinur, og róðursgentan hevur hondina á lofti at varskógva til tess at siga, at báturin ikki liggur beinur. Men startdómarin ønti ikki ungu gentunum aftur. Ùrslitið gjørdi, at Sílið fór skeivt úr startinum og bar við Ørnina, men hetta bilti tó ikki.
Sílagenturnar mistu eina bátslongd fyrstu metrarnar. Ein av sílagentum var so í øðini inn á startdómaran, at hon fór ikki upp eftir bronsuheiðursmerkjunum, sjálvt um fólk mælti henni at fara saman við hinum upp á pallin. Nú spyrji eg meg sjálvan, hevði startdómarin latið hetta farið fram, um talan var um Klaksvíking, Suðuroying ella Havnarbátin. Nei, tað hevði hann ikki tora, men her er bara talan um nakrar ungar gentur. Hví í Harrans navni skeyt dómarin ikki róðurin av, tá ið hann sá, hvussu skilið var umborð á Sílinum. Ella vildi hann ikki síggja tað? Og hvar vóru eyguni hjá høvuðsdómarunum hesa løtuna.
Nú endurtaki eg meg sjálvan við at siga: Hvussu skulu tey ungu hava álit á vaksnum fólki í kappróðri, tá ið tær soleiðis vera órættvíst viðfarin? Talan eru ring upplivilsi hjá teimum ungu, sum situr í sálini fyri lívið, tí genturnar hava brúkt so ótrúliga nógv tíð og orka í summar. Genturnar halda, at startdómarin oyðilegði teimum ólavsøkuróðurin, og at tær vóru órættvíst viðfarnar. Hevði talan verið um einar fimtan gentubátar, so kundi man kanska skilt startdómaran, men her er bara talan um seks gentubátar. Jallin, Ørnina, Sílið, Erlu Kongsdóttir, Blik og Spógvan. Er tað so torført at fáa hesar seks gentumanningarnar av stað á sámiliga hátt í durdarveðri undir Argjalandi. Nei, tað er tað sjálvandi ikki í míni róðrarverð. (Vagnur)
