Fyri ikki so nógvum árum síðani tosaði samgongan við Jóannesi Eidesgaard sum løgmanni um eina 2015 ætlan, tí tá skuldi Føroyar hava besta skúla í heiminum, og Føroyar skuldi vera besta landið at búgva í. Millónir av krónum vórðu brúktar til ráðstevnur, og ymsir bólkar við vælútbúnum fólkum vórðu settir at koma við uppskotum, hvussu 2015 ætlanin bar á mál. Um hálvtannað ár koma vit til 1. januar 2015, men ikki hoyra vit longur eitt orð um 2015 ætlanina, tí vit hava nýggja samgongu, og Jóannes Eidesgaard er farin úr politikki.
Einki er at ivast í, at føroyingar ongantíð hava verið meira politisk húsvillir enn júst nú, tí fólk finna hvørki høvd ella hala á nøkrum. Tí samstundis, sum tunnil skal gerast um Skopunarfjørð, millum Streymoy og Eysturoy og til Viðareiðis, og stórur miðnámsskúli byggjast í Marknagili, so skulu 700 milliónir brúkast til ymisk átøk, so ungfólk og serliga ungar kvinnur ikki flyta av landinum. Harnæst skal javnvág vera á fíggjarlógini í 2016. Gongur hetta roknistykkið upp, nei sjálvandi ikki.
Tá ið eg hoyri um átøkini at fáa serliga ungar kvinnur at støðast í Føroyum, hugsi eg allar fyrst um flatskattin, og um umstøðurnar hjá einsamøllum mammum at klára seg í Føroyum. Við flatskattinum fingu tey “ríku” meira, meðan pedagogar, ja, og øll konufólkini, sum arbeiða í Nærverkinum, í handlum og í øðrum láglønararbeiðum ikki inn í eygað. Tá ið ein stjóri eg kenni, sum forvann stóra upphædd frammanundan, hevði við flatskattinum 4000 krónur meira at liva fyri um mánaðin, hevði ein pedagogur 117 krónur eftir at liva fyri. Eggjar hetta ungum kvinnum at vera verandi í Føroyum, nei sjálvandi ikki.

Politisku flokkarnir skulu ikki undirmeta júst henda stóra bólkin av fólk til næsta løgtingsval. (Mynd Vagnur)
Í míni verð er tað Fólkaflokkurin, sum stýrir føroyska samfelagnum og slett ikki løgmaður og hansara flokkur. Tey í Fólkaflokkinum hava nógv besta politiska handalagið, tí meðan onnur stríðast og klandrast, sita tey í Fólkaflokkinum kvirr og bíða eftir møguleikanum. Hetta kom til sjóndar fyri seinasta løgtingsval, tá ið Fólkaflokkurin fór úr samgonguni, og Tjóðveldi fór at hjálpa Jóannesi Eidesgaard løgmanni. So kom løgtingsvalið, og Fólkaflokkur hevur millum annað flatskattin sum valagn.
Fólkaflokkurin gjørdist stóri sigursharrin og stýrir nú samfelagnum. Flokkurin situr á fíggjarmálum, heilsumálum og fiskivinnumálum, so kann Sambandsflokkurin hugna sær við mentanini. Skulu vit fáa ungfólk at støðast í Føroyum, má allar fyrst flatskatturin broytast, so tey lágløntu eisini fáa ein bita av kakuni. Og so eru tað íbúðarumstøðurnar hjá einligum, sum er so vánaligar, at tað er ikki orðið.
Eg kenni unga kvinnu, sum rýmdi til Danmarkar, tí hon fekk ikki at hanga saman fíggjarliga í Føroyum. Tað er himmalvíður munur á umstøðum í Danmark hjá slíkari kvinnu við barni, og umstøðurnar í Føroyum. Eitt er púra vist í mínum hugaheimi, at núverandi samgonga fær ikki eins góða undirtøku næsta løgtingsval. Ikki skulu stóru láglønarbólkarnir, sum vit síggja á myndunum, undirmetast, tí talan eru um fleiri túsund atkvøður. Og veljarakanningarnar gjørdar higartil bera eisini á hetta borðið. (Vagnur)
