Tá ið eg hyggi at málarínum av (gamla) Smirli, sum hongur í stovuni hjá okkum, og sum William Smith málaði, hugsi eg um tíðindini í útvarpinum herfyri, at nýggj minni ferja skal útvegast til Suðuroyarsiglina til tess at spara pening. Núverandi Smyril skal sigla við farmi, meðan minna ferjan skal sigla við ferðafólki og harvið sigla fleiri túrur um dagin enn núverandi Smyril siglir. Sjálvandi fara suðuroyingar ikki at góðataka slíka ørvitisætlan, sum bumbar Suðuroynna aftur í 60-árini.
Smyril er bygdur til Suðuroyarsiglingina, og suðuroyingar er fegnir um skipið, sum er sjógott og siglir skjótt, sjálvandi, um allir motorarnir eru í lagi. Eg eri komin so mikið til árs, at eg minnist, tá ið vit sigldu til Suðuroyar við (gamla) Smirli at spæla hondbólt. Ferðin tók fýra tímar, og nógvir spælarar vóru mangan meira deyðir enn livandi, tí Smiril rullaði illa. Og eg minnist ilt aftur á, hvussu illa tað luktaði av olju har aftur á Smirli, har vit plagdu at halda til.

Tað skal eingin siga mær, at tað loysir seg at útvega minni skip til Suðuroysiglingina. (Mynd Vagnur)
Seinni varð nýggjur Smiril bygdur á Tórshavnar Skipasmiðju, men Smiril, sum seinni fekk navnið Dúgvan, varð stytt, tí pláss var ikki tá at byggja størri skip á skipasmiðjuni. Síðan komu Molsferjurnar, sum fingu navnið Teistin og Smyril, og sum eisini siglu til Skotlands. Frálík og eisini sjógóð skip, varð sagt. Nú hava suðuroyingar fingið stásiligt skip, har tað ikki tekur meira enn góðar tveir tímar um ferðina úr Suðuroy til Havnar.
Tað lysti meg at sæð, hvør eigur tað klóka høvdið, sum ætlar at seta lítla ferju at sigla millum Krambatanga og Havnina á vetrartíð. Vit hoyra dagliga, at skipini vegna vánaligt veður ikki sigla millum oyggjarnar. Komi at hugsa um ein í familjuni, sum arbeiddi eitt skifti í Suðuroy. Hann mátti eitt sunnukvøld við Dúgvani, sum plagdi at sigla inn á Skálafjørðin. Ferðin úr Havn til Hvalbiar tók hetta sunnukvøld fimm tímar, tí veðrið var so vánaligt.
So mikið kenni eg suðoyingar, at teir fara ikki at góðtaka, at ein flatbotnað lítil ferja skal sigla við ferðafólki millum Krambatanga og Havnina. Ætlan er at byggja tunnil fyri milliardir millum Havnina og Eysturoy, so mugu vit hava ráð at hava Smyril siglandi so mikið nógvar túrar millum Krambatanga og Havnina, at allir partar eru nøgdir. Tað er vitleyst at keypa minni ferju at sigla við ferðafólki um Suðuroyarfjørð. Eingin peningur er at spara við hesi ætlan, segði Bogi Mortensen stjórin á Strandferðsluni við Kringvarpið. (Vagnur)
